Skip to main content

Kunningartøkni í fólkaskúlanum

Úr: Kunningartøkni í Fólkaskúlanum, álit mars 1998:

1 Inngangur
1.1 Kunningarsamfelagið


Ásannast má, at við kunningartøkni – stytt KT – eru vit á veg inn í eitt broytt, annarleiðis samfelag enn tað, vit higartil hava havt, tað sokallaða kunningarsamfelagið. Tilbúgva vit okkum ikki til at liva í kunningarsamfelagnum, verða vit eftirbátar í mun til onnur samfeløg, sum vit skulu samskifta og samstarva við.

Við nýggju tøknini verða skaptir aðrir møguleikar bæði samskiftisliga og framleiðsluliga; størri fleksibilitetur innan vinnulív og tænastu. Og sjálvandi eiga vit sum samfelag at taka hesar møguleikar til okkara, samstundis sum vit eisini eggja fólki til at taka hesar tøkniligu møguleikar við í teirra arbeiði, t.v.s. at vit í okkara egna samfelagi eisini duga at gera nýtslu av KT bæði innan útbúgving, framleiðslu og samskifti.

Tað er torført at siga, hvørji fakligu førleikakrøvini verða í samfelagnum um 10 ár, nú vitanarnøgdin økist nógv skjótari enn frammanundan. Men tað slepst ikki uttanum, at í framtíðar samfelagnum fer KT at hava ein alsamt størri leiklut bæði sum vitanarberi og sum samskiftismiðil.

Framtíðar samfelagsmenningin verður í stóran mun treytað av møguleikunum, sum liggja í framkomnari tøkni og vaksandi nýtslu av hesi tøkni. KT gerst alt meira vanligt á almenna arbeiðsmarknaðinum, tí hon letur upp fyri øðrum møguleikum til at samskifta, leita, savna og senda upplýsingar og vitan við.

Borgarin fær eina skjóta og lættari tænastu. Tað eru ongar darvandi tíðaravmarkingar, og landafrøðilig mørk eru ikki til innan hetta virkisøki. Fólk eru hvørki bundin av tíð ella staði – øll hava somu møguleikar at leita fram ella lata frá sær upplýsingar.

1.2 Støða skúlans í kunningarsamfelagnum

Ein avgerandi fyritreyt fyri framhaldandi menning av kunningarsamfelagnum er, at einstaklingurin ognar sær førleika, sum ger hann til ein virknan og kritiskan samfelagsborgara. Og her er tað, at fólkaskúlin hevur eina av sínum høvuðsuppgávum, t.e.”at stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini” (sambært endamálsorðing fólkaskúlans).

Umráðandi er, at allir næmingar skúlans fáa umstøður til at menna sín hug til lærdóm gjøgnum KT. Skúlin skal tí geva næmingunum møguleikar til at kunna seg við teldur og teldunýtslu, so teir síggja KT sum eitt týðandi fjøltáttað amboð: sum læritól í undirvísingini, sum eitt hent samskiftistól og sum eitt amboð til at ogna sær upplýsingar og vitan.

Ein týðandi táttur til at menna KT í skúlanum er støða lærarans. Ein vansi her er, at mangir lærarar, sum í dag starvast í skúlaverkinum, hava ikki dagførdan kunnleika á KT-økinum. Eisini er neyðugt, at komandi lærarar fáa høvi at ogna sær neyðugan kunnleika fyri eini støðugari KT-menning í skúlanum.

Avgerðin um, at Føroyar skulu vera eitt kunningarsamfelag,
er tikin. Tað, sum nú ræður um, er:
Hvussu nýta vit møguleikarnar, sum liggja í
kunningartøknini? – skúlanum og samfelagnum at gagni


1.3 Uppaling og tøkni

Uppgáva skúlans er ikki bara kunnleikagevandi, men eisini uppalandi. Skúlans arbeiði er eisini at gera næmingarnar førar fyri at kunna viðgera vandamál við varsemi, t.e. ikki taka alt til sín uttan umhugsni. Serliga við KT er neyðugt, at skúlin ikki gloymir henda partin, tí tað er valla nakar ivi um, at tann stóra nøgdin av upplýsingum, sum er blivin tøk hjá øllum brúkarum, eigur eisini at síggjast í einum kritiskum ljósi.

Hinvegin má eisini ásannast, at KT hevur – í nógv størri mun enn nakar annar miðil – drigið gluggatjøldini frá, soleiðis at næmingarnir fáa atgongd til eitt alheims ”bókasavn” við misjavnum tilfari. Tað er umráðandi, at skúlin mennir næmingarnar og gevur teimum eitt haldgott støði at standa á, eins og Heðin Brú sigur í vígslukantatu læraraskúlans:

Gev honum bert trygt at standa á
og sláið so gluggarnar frá!


1.4 Í eini endurburðartíð

Rætt sum ein gandakallur hevði Gutenberg breitt kynstrið at prenta um alt Evropa. Fólk tóku hesa náðigávu til sín – ikki bert tey lærdu og múgvandi, men eisini almúgan. Fólk fóru at skoða lívið og tilveruna í nýggjum ljósi. Lunnar vórðu lagdir undir humanismu og almáttuga katólska kirkjan fekk mangar staðir mønustingin. Nýggjar tíðir, nýggir siðir.

Millum tey, sum í hesi endurreisingartíð skrivaðu seg í søguna, vóru ikki bert vísindafólk, men eisini listafólk. Endurreisnin og endurburðartíðin (renesansan)tekur støði í júst hesi samantvinning, har listin og vísindin umskarast. Fólk fáa eina nýggja heildarmynd. Í mangar mátar standa vit aftur fyri eini endurreisn – skúlin og samfelagið.

Mangt bendir á, at vit stevna móti eini samfelagsskipan, sum í alt størri mun fer at hava við sær eina fruktagóða samanrenning millum list og vísind. Ein skipan, har tørvur verður á fólki við tvørfakligari vitan og dugnaskapi. Uttan at missa høpi og heild, skal framtíðar menniskjað kunna arbeiða tvørtur um mark, bæði yrkisliga og mentanarliga.

Tað var sama hugsjón, ið myndaði endurburðartíðina – renessansutíðina. Menniskjan skuldi megna at samantvinna list og vísind. Tástani spurdist nakað skilagott burturúr.

Hetta er ein av stóru avbjóðingum skúlans í komandi tíðum.

Í nevndini, sum landstýrismaðurin í mentamálum setti 1997, vóru:

Birgir Kruse, Føroya Lærarafelag
Esmar Berg, Føroya Kommunufelag
Regin Ellingsgaard, lærugreinaráðgevi í teld
Kurt Madsen, Føroya Læraraskúli
Petur Zachariassen, Fróðskaparsetur Føroya, formaður
Olaus Jespersen, undirvísingarleiðari á Lsf, skrivari í nevndini

Lidna álitið varð handað í mars 1998