Skip to main content

Vit duga best at "spæla fólk í húsi"


Turið Kjølbro, Sosialurin 9. oktober 1998:

- Føroyingurin verður á so nógvum økjum ruraður í blund og tað virkar við til, at vit bara "spæla fólk í húsi". Vit eru møguliga óviljað bundin at spæla tann leiklutin uttan at vit sjálv ynskja tað og eru klár yvir tað. Tí tað er so deiliga lætt og makligt. Eingin veit, hvat alternativið er, men tað kunnu vit ímynda okkum. Henda konservatisman er rættiliga rótfest í Føroyum. Vit halda aftur, vita hvat vit hava og tað er best at halda fast við tað, sigur Birgir Kruse í viðtali um útvarpssendingar sínar, um dýrgripin í kjallaranum í ÚF, føroysku fjølmiðlarnar sum heild, og fremmandagerðina av okkum sjálvum sum fólk, tí vit bara lata standa til.

Hann er føddur sama ár sum Útvarp Føroya byrjaði at senda, og útvarpið hevur verið og er tann miðilin, hann fram um aðrar hevur arbeitt við. Hann hevur sent piratútvarp á Eiði og í dag situr hann í almennu loftmiðlanevndini. Og í vár fekk Birgir Kruse sum tann fyrsti føroyski journalisturin nakrantíð eitt stórt herðaklapp og eina álitisváttan frá Nordbok. Eina virðisløn fyri gott mentanarligt avrik í Útvarpi Føroya við mentanarsendingunum Vetrarbreytini og Kontiki, ið byggja brúgv millum føroyska og norðurlendska mentan.

Sum 20 ára gamal gjørdi hann sína fyrstu sending. Tað var á Bryggjubakka, ein tónleikasending, sum kortini ikki varð send fyrr árið eftir. Tá ið hann var um at verða liðugur í studentaskúlanum í Hoydølum í 1979 fekk hann fast starv í útvarpinum, eftir sáttmálanum skuldi hann taka sær av øllum tónleikasavninum.

- Tað var ikki so mennandi, útvarpið var lítið tá, og tí fór eg eftir trý ár í 1981 á Læraraskúlan, haðani eg var liðugur í 1985, sigur Birgir Kruse.

Øll hesi árini síðani hevur Birgir gjørt free-lance sendingar fyri Útvarp Føroya og ger tað enn. Men annað beinið er framvegis væl og virðiliga í lærarayrkinum, hann er lærari á Eysturskúlanum, situr í nevndini í Føroya Lærarafelag og á Landsmiðstøðini tveir dagar um vikuna sum lærugreinarráðgevi.

Profilur

Fram til fyri trimum árum síðani hevði Birgir mest sum bara roynt seg við at gera tónleikasendingar, men í 1995 heitti programmleiðarin í útvarpinum á hann um at gera eina sending til summarskránna. Hetta varð til leygarkvøldssendingina Opið hús, ið samstundis á ein hátt gjørdist fyrimyndin til sendingina Vetrarbreytina, sum hann nú triðja veturin á rað skipar fyri.

- Tað var fyrstu ferð eg arbeiddi við samansetta konseptinum, sum eg framvegis arbeiði eftir, har eg geri eina sending, sum byggir á ymsar liðir, eina samrøðu ella eitt evni, kjakast verður um, soleiðis at ein ávísur profilur er í sendingini. Lurtarin veit altíð, hvat hann lurtar eftir, men kortini kemur altíð okkurt óvart á hann. Eg dúvi uppá tað gjøgnumgangandi, henda tráðin sum gongur ígjøgnum allar liðirnar í sendingini. Opið hús endaði við einum rithøvundi, sum skrivaði og las sjálvur, tað riggaði væl, og tí havi eg hildið fast í síðani, sigur Birgir Kruse.

Summarið eftir Opið hús gjørdi Birgir summarsendingina Kontiki, heitið stavaði frá, at tað tá vóru 50 ár síðani tann fyrsta Kontiki-ekspedisjónin byrjaði.

- Tú finnur uppá eitt konsept, sum so líðandi verður til. Í teirri sendingini brúkti eg nógv samrøður, sum vórðu gjørdar um ISDN-linjur við fínari dygd, so tað ljóðar sum vit sita í somu
stovu.

Dramaturgiin týdningarmikil

Í seinastu vetrarskránni var Birgir vertur í sendingini Burtur á heiði, ein sending við country-tónleiki.

- Einki er stuttligari enn at gera tónleikasendingar, men eftir sendingina Opið hús fekk eg hug at royna at halda fram í vetrarskránni og gera eina sending, sum fór frá tí tónleikarliga. Men eg havi altíð brúkt líka nógva tíð til at gera eina tónleikasending sum eina sokallaða talusending, kanska í meiri lagi til tónleikasendingar, hóast eg veit, at talusendingar hava ein nógv hægri status, bæði millum lurtarar og innanhýsis í útvarpinum.

Í eini tónleikasending skal eisini vera ein heild. Hon byggir á eitt ávíst mynstur, tú kanst kalla tað eina dramaturgi, eina byrjan og ein enda. Hvørt einasta lag er valt, tí tað er bundið at onkrum, ið var frammanundan. Í mínum hugaheimi er einki meiri ótolandi enn vánaligt útvarpsarbeiði, einki er so stuttligt sum gott útvarpsarbeiði, og munurin kann vera øgiligur. At leggja eina plátu á uttan nakra grundgeving er óskiljandi. Tú heldur lurtararnar fyri tað turra spott, tí tú situr ikki og spælir plátur fyri tær sjálvum.

At brúka eina almenna rás til slíkt hoyrir ikki heima í dag, tí útvarpsmiðilin er avgjørt tann burðardyggasti í einum framtíðarperspektivi. Men tað krevur eisini eitt sindur av miðilinum, at hann mennist, at nýggj konsept sleppa framat, nýggjar mátar at gera sendingar uppá, og nýggjar mátar at viðgera evnið uppá. Og ikki minst, at miðilin hevur ein starvsfólkapolitikk, sum syrgir fyri, at alt hetta er í lagi, sigur Birgir Kruse.

Nærum nóg gott

- Síðst í sjeytiárunum var ein greinarøð í Sosialinum um føroysku pressuna, har einstakir persónar í samfelagnum úttalaðu seg um allar miðlarnar. Finnbogi Ísakson skrivaði í tí sambandinum um útvarpið undir yvirskriftini "Útvarpið, nærum nóg gott". Og tað haldi eg framvegis vit kunnu siga, at útvarpið er nærum nóg gott. Sjálvandi kann einki vera nóg gott, men eg haldi so avgjørt, at útvarpið er tann miðilin í Føroyum, sum er næst við at vera nóg góður. Serliga tí, at hann frá fyrstu løtu av hevur havt tað føroyska í høvuðssæti, og tí hann hevur so breiða sendiflatu. Tað verður sent eitt ótal av tímum og hyggja vit at skránni fyri hvønn einasta dag, er ein ørgrynna av brotpørtum, sum tæna hvør sínum endamáli. Og tað er eitt bragd av hini aðru verð.

- Sjónvarpið er størsta sorgarbarnið í hesum sambandi. Tað byrjaði so danskt og er tað enn. Aftaná øll hesi árini sær tað út til, at verða ógvuliga trupult at koma úr haftinum, sum tað er komið í. Í dag er støðan tann, at tú gjøgnum fylgissveinasjónvarp kanst síggja meginpartin av tí, sjónvarpið sendir. Og tí er SvF ein høpisleys endurtøka. Hví góðtaka fólk tað, tá ið tey als ikki høvdu góðtikið taðsama fyri útvarpið. Tað eru somu fólk, sum hyggja og lurta.

- Tað eru 20 ár síðani sjónvarpið fyrstu ferð varð sent í Føroyum og tað er long tíð. Tá kendu vit ikki til teldur sum í dag, ikki til internet ella fylgissveinasjónvarp. Tí er alla tíðina kapping, um hvør skal eiga hyggjaran og lurtaran. Hvør einstakur miðil má leggja arbeiðsorkuna eftir, hvussu hann best kann halda fast í hyggjaran ella lurtaran. Spurningurin er, hvussu leingi sjónvarpið kann halda fast í hyggjaran, tá ið vit hugsa um teknisku gongdina, um hon ikki satsar nógv meiri uppá eginframleiðslu.

Undanførslan er altíð, at tað er so dýrt, men samstundis síggja vit so at siga einki av føroyskum sendingum. Eg vági mær at pástanda, at eginframleiðslan hjá SvF í dag er minni enn hon hevur verið okkurt árið, tá ið umstøðurnar hava verið nógv verri, sigur Birgir Kruse.

Fremmandagerð

Fyri lítlum ári síðani settu nevndin og leiðslan í Sjónvarpi Føroya orð á ein framtíðar programmpolitikk, sum miðar ímóti at senda so nógvar føroyskar sendingar sum til ber. Hetta var sonevnda Øravíkarskjalið.

- Hatta ger meg eitt sindur bangnan, tá ið vit tosa um at orða ein mentapolitikk og so kanska als ikki fylgja honum upp. Hvat skal man tá við føgrum orðum. Vit kunnu hava tær vakrastu ætlanirnar, men fylgja vit teimum ikki virkið upp, er tað høpisleyst. Og ímeðan gongur tíðin og tekniska menningin yvirhálar alt hetta tosið, áðrenn vit vita av. Er tað ein veikur liður í ketuni, sum forðar fyri at fleiri føroyskar sendingar verða gjørdar, so er at finna út av, hvør hann er. Tí eingin keta er sterkari enn hin veikasti liðurin.

- Føroyska útboðið í sjónvarpinum er als ikki nøktandi. Sendingin Globus til dømis er í veruleikanum enn ein donsk sending bara við føroyskum verti. Tað virkar ikki sørt komiskt at klistra ein føroyskan vert uppá og so annars senda eina danska sending.

Minsta kravið er, at sendingin verður tekstað til føroyskt ella hevur ein føroyskan upplesara, tí sum nú er er eingin føroyskur redaksjónellur fingur á sjálvari sendingini.

- Nógva staðni í føroysku miðlunum og í føroyska gerandisdegnum verður ein á undarligan máta fremmandagjørdur yvir fyri tær sjálvum sum føroyingi. Hetta "sum um"-fyribrigdið, at ein vøra verður ballað inn í okkurt soleiðis at tað fyri keyparanum sær út sum hann verður innvígaður í eina hálv-religiøsa auru. Tað rurar fólk í blund. Hetta kann knýtast til nógv av tí, sum verður borið fram í føroysku fjølmiðlunum. Vit kunnu eitt nú hoyra í útvarpinum um órímilig skattaviðurskifti í Týsklandi.

Viðkomandi tíðindafólk í útvarpinum fær tíðindini úr teleksinum, týðir tey til føroyskt, og hugsar ikki, at hesi somu órímiligu viðurskifti kanska eisini eru galdandi í Føroyum. Harvið fær lurtarin ta fatanina, at hjá okkum er alt gott, tað er aðra staðni tað er galið. Tú fært ikki ein ektaðan føroyskan heimligan tíðindaflutning, so leingi tú dúvar í so stóran mun á útlendskar tíðindastovur.

- Seinnu fáu árini er tað ofta hent, at tíðindi eru farin úr Føroyum niður til Danmarkar á eina tíðindastovu, síðani borin eini sjónvarpsstøð og so hava føroysku miðlarnir endurgivið hesa støðina. TV3 hevur eina tekstsjónvarpstænastu, sum Jyllandsposturin er avsendarin til.

Jyllandsposturin brúkar eisini tíðindastovuna Ritzau, og Ritzau hevur umboðsfólk í Føroyum. Tá er ofta tað stuttliga hent, at Ritzau hevur havt eini føroysk tíðindi, tey eru borin út til donsku bløðini, her undir tekstsjónvarpið hjá TV3, og so fáa vit um tær dyrnar tey somu tíðindini borin aftur í føroyskum fjølmiðlum. Men tað var jú her tað hendi upprunaliga. Og tað er rættiliga hugvekjandi.Leiðslurnar á miðlunum bera seg undan við at siga, at av vantandi orku og pengum kann tað ikki vera øðrvísi.

- Man skal altíð krevja líka nógv av sær sjálvum, sum man krevur av øðrum. Tá hava vit eina rímiliga sterka ketu, har eingin veikur liður er. Eingin umbering er nóg góð. Hevur tú valt at vera leiðari á einum fjølmiðli, skalt tú vera tað. Tú skalt tola tær atfinningar, sum møguliga liggja í tí, og eisini liva upp til tær ætlanir sum eru. Eingin millumvegur er.Hvar er heildin
Eru bløðini ikki eins stór sorgarbørn og sjónvarpið, heldur Birgir Kruse, at ov stór tilvild ræður í føroysku blaðskrivingini.

- Tað eigur at vera eitt vist framhald í skrivingini og ein meining aftanfyri. Sum lesari skalt tú verða drigin inn í eitt meiningsfult arbeiði. Tað verður ikki sæð niður á teg sum lesara í tí førinum, har tað redaksjónella arbeiðið hongur saman. Ofta havi eg tann varhugan, at nógv verður skrivað av professiónellum blaðfólki í teirri trúgv, at hetta verður ongantíð lisið, so vánaligt er tað ofta orðað og gjøgnumhugsað. Har góðtaki eg ikki undanførslur sum dead-line og vantandi manning ella orku. Tað skal bara einfalt umhugsni til.

- Bæði bløðini hava fín vikuskiftisinnlegg, men ofta bera tey brá av tilvild. Tey kundu verið skipað nógv betri, soleiðis at lesarin, leggur til merkis, at her er skil í, og ein ætlan aftanfyri. Setir tú orð á, hvat tú vilt og nøkur mál, sum tú fylgir upp, kanst tú byggja víðari á tað ár eftir ár. Alt annað er lappaloysnir, sigur Birgir Kruse.

Tíðindi á bandi

Útvarp Føroya goymir ein dýrgrip, fáur ger sær far um, nevniliga bandasavnið, sum er bandaðar sendingar nærum frá fyrsta degi útvarpið byrjaði at senda. Hetta eru tíðarmyndir og reportasjur. Ítrótt og politikkur. Hesin bankin goymir tíðina, ið annars býr í okkum, eitt felags minni hjá allari tjóðini í nærum eina hálva øld.

Birgir Kruse hevur í øllum sínum sendingum havt henda dýrgripin í kjallaranum í huga, av og á leitað niður í hann eftir einum og hvørjum úr farnari tíð, sum hevur samband við samtíðina. Í summar gjørdi hann sendingarnar Blomsturbørn, sum bygdu á tað útvarpið sendi fyri júst 30 árum síðani, tað merkisverda árið 1968, ið setti so nógv í gongd. Hetta var samstundis fyrsta heila árið, har útvarpið hevði ráð til at goyma alt sum varð sent. Áðrenn var bara tað virðismesta goymt.

- Bandasavnið er okkara felags søga, sum liggur á bandi og sum altíð kann spælast av. Sum ein andi í fløskuni, tú kanst bara taka proppin úr. Har eru nógvar tíðarmyndir og tær hava ómetalig virði. Útvarpið hevur verið framúr at vera á staðnum, tá ið okkurt hevur verið, uttan mun til, hvat tað var. Tað hevur roynt seg við útgávu av gomlum barnasangum við hepni og fyrr gav tað út mentanarliga tíðarritið Úrval. Í og við at allar tíðarmyndirnar liggja í bandasavninum ber til at geva tær út á eitt nú CD-rom disklum. Tað er ein møguleiki og teknikkurin er í húsinum. Hví ikki geva kendar røður út, ólavsøkurøður, frásagnir um útróðrarmið, um sildafiskiskap, og ítróttarfrásagnir. Har er ein ørgrynna av møguleikum at skjalfesta nýggja føroyska søgu.

Í fyrstani var orðið. . .

"Sum um"-fyribrigdið, Birgir fyrr var inni á, ið ger at vit sum fólk ikki taka okkum sjálv í álvara og onkusvegna standa á síðulinjuni og hyggja at meðan onnur brúka og gera gagn av okkara størsta aktivi, til dømis Barbaru hjá Jørgen-Frantz Jacobsen og Her skal danses eftir William Heinesen, botnar í, at vit ikki hava ein orðaðan mentapolitikk. Til hesin nógv saknaði politikkurin er orðaður "spæla vit fólk í húsi".

- Føroyingurin verður á so nógvum økjum ruraður í blund og tað virkar við til, at vit bara "spæla fólk í húsi". Vit eru møguliga óviljað bundin at spæla tann leiklutin uttan at vit sjálv ynskja tað og eru klár yvir tað. Tað er so deiliga lætt og makligt. Eingin veit, hvat alternativið er, hóast vit kunnu ímynda okkum okkurt

Hetta er eitt slag av konservatismu og hon er rættiliga rótfest í Føroyum. Vit halda aftur, vita hvat vit hava og tað er best at halda fast við tað.

- Men eg hómi nýggjar tónar, tí tað er kunngjørt, at vit skulu hava ein føroyskan mentapolitikk ár 2000. So er bara at vóna, at tað fer at eydnast, tí vandi er í hvørjari vælferð. Sjónvarpið hevur givið okkum eitt ræðudømi, nevniliga sokallaða Øravíkarskjalið, ein framtíðar programmpolitikk, og síðani er einki hent. Spurningurin er, hvussu leingi vit skulu bíða og hvussu leingi vit hava stundir at bíða, sigur Birgir Kruse at enda í viðtali.

Turið Kjølbro, Sosialurin 9. oktober 1998