FILMUR Brot úr samrøðu við seks 16 ára gamlar dreingir á miðlabreyt í stórum føroyskum skúla, summarið 1999. Umframt at rógva og spæla kurvabólt, møtast teir javnan at hyggja at splatterfilmi, ið er blóðdryppandi og ógvusligur ræðufilmur við einum farra av skemti. Dømi um tílíkan film er ”Braindead”, eisini kallaður ”Dead Alive” (Peter Jackson 1992).
-Tá vit eru lidnir at rógva fara vit í videohandilin og leiga ein, ella tveir videofilmar, sum vit blíva samdir um. Helst splatterfilm. So fara vit heim til ein okkara og hava okkurt snask og cola við eisini.
Hví splatterfilm?
-Tí tá verða vit skjótast samdir.
Hvønn film hava tit valt?
-”Army of Darkness”, sum er ein splatter science fiction filmur.
Hvat er tað?
-Tað vil siga at tað er ikki ein gysari, men ein stuttligur filmur, sum vit kunnu skemta okkum við, grína eftir effektunum, ræðast og blíva kløkkir og grína í felag. Tað er alt.
Eru tit bara dreingir?
-Ja, altíð bara dreingir! Onkuntíð linka vit teldurnar, ístaðin fyri at hyggja eftir video. So hava vit 5 ella 7 stórar teldur í sama rúmi og spæla telduspøl saman. Einaferð sluppu vit at brúka skúlan.
Hvørjar aðrar filmar hava tit sæð á henda hátt?
-Áh, tað eru fleiri. Vit hava sæð Alien-filmarnar, Fríggjadag hin 13., Freddy Kruger filmarnar, Halloween og so Natural Born Killers. Hann var bannaður av Eftirlitinum. Allíkavæl høvdu vit keypt hann í býnum (…) Tað er ikki akkurát ein splatterfilmur, jú tað er hann eisini, men hann var eitt sindur grovari, ikki stuttligur uppá nakran máta, men heldur óbehagiligur (…) Hevði tað verið í Degi og Viku, so hevði eg sløkt og hildið tað verið ov óhugnaligt. Tá hevði tað verið ov tætt uppá veruleikan (…) Men hugsanin við filminum er helst akkurát at fortelja um sjónvarpstíðindi og sovorið. Á ein hátt at ávara um tann nógv harðskap, sum er í veruleikanum og sum tí kemur í sjónvarpið og biografarnar. Og í telduspøl, forrestin (…) Men trupulleikin er, um øll skilja filmin og uppá rættan máta…tí hann ER ógvusligur. Ikki fyri veikar sálir. Og sjálvur veit eg ikki, um eg skilji hann rætt, um tað er nakað, sum ER rætt í sambandi við henda filmin. Men eg skilji hann sum ein kritikk, eina atfinning, mótvegis harðskapi í sjónvarpstíðindum. Altso veruligum harðskapi (…) Og so eru nakrar veikar salir, sum ynskja at koma í sjónvapstíðindini og tað koma tey bara við harðskapi. Ordiliga ógvusligum harðskapi, sum eingin hevur prøva fyrr. Og so eru tey ”við” alla ”á skerminum”. Og har er tað, at filmurin er óhugnaligur. Men eisini áhugaverdur, tí vit fáa nakað at hugsa um, sjálvt um hann er bannaður. Man setir seg í støðuna hjá teimum báðum outlaw høvuðspersónunum Mickey og Mallory.
Heldur tú ikki, at tit verða ávirkaðir av at síggja so nógvan harðskap og splatterfilm?
-Tú meinar, um vit ikki fara út og drepa onkran, ein tilvildarligan dag, tá vit tilfeldigvís hava sæð Natural Born Killers? Eg haldi ikki, at nakar av okkum høvdu tíma at funnið patrónir og byrsu og hvat veit eg og so fari út í øðini og pløkkað onkran tilvildarligan (...) Nei, eg haldi ikki at okkara samfelag er innrættað soleiðis. Eg kann ikki í mínum villasta fanatasii fyristilla mær tað. Men kanska, um eg búði í eini stórbýarghetto, kláraði meg illa í skúlanum og hevði eitt helvita harheima. Kanska. So - ansið eftir (flennir), men so hevði eg neyvan havt video, ella mínar vinir her. So tá hevði orsøkin í hvussu er ikki verið Natural Born Killers. Men nakað heilt annað.”
Kelda: ”I kulturens vold – om drenges voldskonsumption i en billedkultur” (Birgir Kruse, PD hovedopgave Medie- & Informationskundskab, Danmarks Pædagogiske Universitet 2000)