Bodil Rahbek er útbúgvin tíðindakvinna frá Danmarks Journalisthøjskole 1988 og hevur í trý ár verið redaktiónsleiðari hjá Danmarks Radio. Nú er hon farin undir nýggja verkætlan fyri Útvarp Føroya Viðtal, Birgir Kruse, Sosialurin 24. februar 2001: MENNING. Tey journalistisku arbeiðsplássini eru smá her. Júst tí hava fólk, sum arbeiða á hesum øki, tørv á at hittast og skifta orð um fakligar journalistiskar spurningar, heldur Bodil Rahbek. Hon arbeiðir við menningarætlan í Útvarpinum og heldur, at Blaðmannafelagið átti at sæð tað sum sína uppgávu, at skipa fyri journalistiskum kjaki. Bodil Rahbek, sum er útbúgvin tíðindakvinna, er farin undir nýggja verkætlan fyri Útvarp Føroya. “Verkætlanin snýr seg um persónliga og fakliga menning hjá programmfólkunum í Útvarpinum”, sigur Bodil, sum er útbúgvin tíðindakvinna frá Danmarks Journalisthøjskole 1988. “Tá talan er um menning, at dagføra sína vitan og gerast betur førur fyri at røkja sína uppgávu, so hugsa tey flestu helst um eftirútbúgving”, ...