Ólavsøkan sett, 28 juli 2003: Góðu ítróttafólk og hornblásarar, góðu ólavsøkugestir, góðu landsmenn! Ólavsøkan er tann krummtappur og snúningsásur, sum vit ofta máta okkum eftir. Fyri ólavsøku, eftir ólavsøku, á ólavsøku. Ólavsøkan er eitt markamót. Ólavsøkan er eisini ein hugsunardagur, ella báðir tveir, rætt sum skótarnir praktisera í sambandi við Baden-Powell. Ein hugsunardagur. Og undir hesum hugsunardøgum seta fólk hvørjum øðrum stevnu. Húski, vinfólk, starvsfelagar. Ólavsøkan er ein høvuðssnúningsásur, har allir tættir og øll bond knýtast. Hetta er stevnan, ið ber av øllum, hin stórsta mentanarstevnan í árinum – tjóðardagur okkara – hetta er fólkið, Tingið og kirkjan. Stundandi fram mót hægsta degi í árinum, eru vit enn ikki komin niðaná. Tað vera vit í morgin. Tá kirkjan, Tingið og fólkið finna saman og kunnu loka dagin í felags sangi, her á hesum staði. Tá eru vit í ólavsøkuhøpi komin niðaná. Eg vil á hesum mentanarliga hugsunardegi støðga á við hesi orðini: ”Enn eru vit ikki ...