Skip to main content

Posts

Showing posts from January, 2006

Málslig forðarenning?

Kanska eru føroysktlærarar meiri fokuseraðir upp á rættskriving, heldur enn eitt livandi mál. Tað eru nøkur fólk, sum duga væl at fáa tað føroyska skriftmálið at liva, men tey eru ikki nógv. Og so slettis ikki eg, sigur Dann Vinther, ið hevur valt enska málið í journalistiskum arbeiði Viðtal, Dimmalætting 6. januar 2006 Tá fólk hoyra orðið »plumbing«, flenna tey, tí tey halda ikki at tað ljóðar serliga glamorøst og stórbýarkent, sigur Dann Vinther og setur vinstra tummul undir høkuna, meðan ein hugsunarsamur fremstifingur strýkur aftur og fram eftir skeggstubbunum á høkuni.– Høvdu tey bara vitað hvussu nógv ídnaðarjournalistar blíva forkelaðir í Bretlandi, sigur varablaðstjórin á mánaðartíðarritinum »Heating and Plumbing Magazine«, í dagligari talu bara HPM, sum á tjúgunda ári í 34.000 eintøkum lýsir bretsku hitavinnuna.– Tá nýggjar vørur koma á marknaðin, bjóða framleiðslufeløgini journalistum at vitja verksmiðjurnar, ið oftast eru uttan fyri Bretland, sigur Dann, ið dámar væl at ferð...

Í bolt og jarn

Viðtal, Dimmalætting januar 2006: Stendur tað til tingmannin Bill Justinussen, verður Ole Wich dømdur í bolt og jarn sum landasvíkjari. »Tað er okkara ábyrgd at tala at, tá fólkaræðið er undir trýsti,« sigur ákærdi listamaðurin, sum vil vera við, at besti listaskálin er upp undir skallanum, heldur enn yvir sofuni Samrøða Birgir Kruse, tekst Ole Wich, myndir www.wichgrafik.dk – Ole Wich hevur drigið spott og skomm yvir Landið og Merkið, sigur løgtingsmaðurin Bill Justinussen. Listamaðurin Ole Wich ber seg undan ákæruni og sigur, at eins og onnur listafólk brúkar hann fløgg og súmbol í listini og undirstrikar, at hetta er ein sjálvsagdur partur av talufrælsinum. – Tjóðskaparlig súmbol eru krevjandi at arbeiða við, tí tey kunnu gerast breggjandi og sjávinistisk. Eg arbeiði við samleika, og hann er trupul at staðfesta í einum avmarkaðum súmboli. Hetta er avbjóðingin, sigur Ole Wich og leggur afturat, at samleikin er so mikið samansettur, at tað er at gera seg inn á sjálvt hugtakið, um v...