Skip to main content

Føroyskar bøkur á Google


Árni Dahl, formaður í Skúlabókanevndini og Niels Petersen, ritstjóri í Føroya Skúlabókagrunni á heimsins stórstu bókamessu í Frankfurt. Á niðaru myndini er Jens Redmer, stjóri í Google Book Search (Myndir: Birgir Kruse)

Føroya Skúlabókagrunnur er vorðin "partnari" hjá Google Book Search. Tað merkir, at Grunnurin kann gera føroyskar bøkur atkomuligar hjá øllum, ið hava teldu og netsamband. - Eins og tá vit prenta, verður tó einki givið út og lagt fyri almenningin, innan rættindini eru í lagi og full semja er um ætlanina, men nú er møguleikin her og restin er upp til okkum, sigur Helena Dam á Neystabø, leiðari á Føroya Skúlabókagrunni.

Leingi hevur verið fílst á, at føroyskir næmingar finna ikki heimligt tilfar tá teir leita á Google og netinum yvirhøvur. - Mítt meginstavnhald er, at allur føroyskur skúlaungdómur skal kunna finna sín egna heim og høvuðsheimildir viðvíkjandi umheiminum á góðum føroyskum máli á alnetinum, segði Árni Dahl, tá Jógvan á Lakjuni landstýrismaður hevði valt hann at stjórna nýskipaðu Skúlabókanevndina.

Bert tær nýggjastu av teim 800 skúlabókum, Skúlabókagrunnurin hevur givið út, eru talgildur. Nú bjóðar Google sær, í samstarvi við Skúlabókagrunnin, at lætta um hetta arbeiði.

Nýggjast talgilding hjá Google er gjørd á lærda háskúlanum í Madrid, Complutense, har størsta lærda bókasavnið er til skjals, higartil bara á staðnum. - Tað er okkum ein heiður at hava fingið samstarv við lærda háskúlan Comlutense í Madrid. Vit hava hjálpt fólki at skipa og finna upplýsingar í átta ár, men í Spania hava tey við góðum royndum útbúgvið fólk úr øllum heiminum í fleiri øldir. Nú gleða vit okkum at læra úr teirra bókum, sigur Jens Redmer, ið er stjóri fyri Google Book Search.

Sigmund Poulsen advokatur og formaður í Fjølriti upplýsir, at ongin munur er á upphavsrætti til verk á digitalum media og øðrum media.

Føroyinga søga var fyrst

Fyrstu teldutøku bókina legði Skúlabókagrunnurin á netið í januar 1996. Tað var Føroyinga Søga, sum Bjarni Niclasen týddi og Sven Havsteen-Mikkelsen teknaði.

Seinasta árið hevur Skúlabókagrunnurin lagt fleiri bøkur út á henda hátt, eitt nú í samstarvi við grunninum Føroyskt Kirkjumál, ið varar av Sálmabókini. Eisini eru gjørdar teldutøkar útgávur úr egnum bókum við tekstum hjá Williami Heinesen, Heðini Brú og Martini Joensen.

Stórfingna bókin hjá norðurlendska prísvinnaranum Boga Hansen um Havið, sum Grunnurin gav út í 2000, er eisini teldutøk á heimasíðu grunsins.

Einki mannaverk stendur longur enn bókin

Orðatakið sigur, at einki mannaverk stendur longur enn bókin. Seinastu árini hava røddir verið frammi, ið vilja verða við, at nýggja tøknin ger hetta orðatakið til skammar og beinir fyri prentaðu bókini. - Hetta er ikki so, sigur Jens Redmer. Tey, ið finnast at okkara virksemi, ræðast at Google Book Search fer at koma í staðin fyri prentaða orðið, soleiðis sum vit hava kent tað í seks øldir. Eg havi arbeitt við bókaútgavu meginpartin av mín lívi. Mín ætlan er greið. Hon er at stuðla upp undir, at fleiri fólk varnast fleiri bøkur, sigur Jens Redmer.

- Eingin miðil hevur nakrantíð tikið lívið av einum øðrum miðli, leggur Gay Kewney afturat. Hann skipaði fyri kjaki um e-Books í Frankfurt, har heimsins stórsta bókamessa varð hildin í farnu viku. Niels Petersen og Birgir Kruse luttóku á fundinum, sum týska Springer fyritøkan, ið eigur heimsins stórst savn av vísindaligum greinum, skipaði fyri.

Sostatt liggur bólturin nú hjá Skúlabókagrunninum, hvørt allar tær 800 føroysku skúlabøkurnar nú verða talgildar og atkomuligar í heilum líki, ella í brotum, ájavnt við lærdar spanskar bøkur hjá Google Book Search.

Føroya Skúlabókagurnnur, tíðindaskriv, oktober 2006