Liner notes, fløguhúsi Jens Lisberg "Hope" (Tutl 2007): Hvør minnist ikki kvøðuljómarnar við støðugu ynskjunum at hoyra Eg sjólívið valdi, Heimlongsul til Tvøroyri og Oyggjalandi í sól? Sangir, ið sungu seg inn í føroysku sálina ein sunnudag, meðan bilurin varð vaskaður og mamma bakaði kaku í køkini og pabba var til skips. Soleiðis var lívið á bygd, og er tað ivaleyst enn. Hetta eru sangir, ið allýsa dagin og vegin. Bólkurin Sputnik átti allar slagararnar. Teir byrjaðu at spæla í 1975 og góvust endaliga í 1991. Jens Lisberg, ið var forsangari, helt áfram við ymsum tónleikarum. Ikki færri enn 80 sangir stava frá hesi tíðini, allir á kassettubandi. Teirra millum er slagarin Vilt tú meg elska. Í 1991 møttust Jens og Jákup Zachariassen. Orsøkin var útgavan One day at a time, sum var eitt kasettuband til frama fyri Skandinavisku Barnamissiónina. Síðani hesa útgávu hevur Jens nýtt navnið Jens og Vinmenn. Ein teirra er Jens Johannesen á Tvøroyri. ”Vit spældu til veitslur og dans. Me...