Skip to main content

Andlátini tryggja ikki framtíðina


Birgir sløkkir sjónvarp undir kønari leiðslu á brandskeiði í Havn, mynd Gundur Mortensen. Niðriundir: en røst fra graven, gomul útvarpslurt hjá Tema Radio í Havn, mynd Birgir Kruse

Tíðindagrein, Jan Lamhauge, Dimmalætting 31. januar 2008:

Eitt alment kringvarp er ein tann týdningarmiklasti mentanarberin í einum samfelagi og ein fortreyt fyri modernaða vitanarsamfelagnum. Men um føroyska almenna kringvarpið – KvF - í núverandi skapi hevur nakað grundarlag, er nógv meira ivasamt. Gamli stovnurin hevur ikki megnað at endurnýggja seg, kappingin á miðlamarknaðinm er nógv harðnað, og hartil líðir stovnurin harðliga undir vánarligari politiskari leiðslu.

- Munurin, almenna útvarpið í dag hevur, er andlátini, sigur Birgir Kruse við einum smíli.

- Hetta er sjálvandi mín lummafilosofi, men um tað ikki var fyri andlátini, dugi eg ikki heilt at síggja, hví fólk skuldu skift frá tíðindunum á Rás 2 kl. 12.00 yvir á tíðindini á ÚF kl. 12.20. Talan er um næstan somu tíðindi, sigur Birgir Kruse.
Komandi landstýrismaðurin í mentamálum skal ein av sínum fyrstu arbeiðsdøgum taka eina av sínum mest týðandi avgerðum, tá hann eftir17 ár við Jógvan Jespersen eftir tilmæli frá Kringvarpsnevndini skal seta nýggjan Kringvarpstjóra. Avgerðin hevur ávirkan á alt føroyskt gerandis- og mentanarlív, og kann avgerðin neyvan undirmetast. Tann annars so fólkakæri stovnurin stendur í dag yvirfyri nógvum avbjóðingum, ið ikki kunna útsetast longur, uttan at stovnurin verður afturútsilgdur.

- Tað má ein upprudding til, og hon má henda innan tey næstu tvey árini. Komandi stjórin má bara átaka sær, at hann verður ein ópopulerur persónur óannsæð hvat. Nakrar tungar avgerðir mugu takast. Og hinvegin ger hann onki, fer misnøgdin at vaksa, sigur Jan B. Jørgensen

Samanlagd hvør sær

Tá Jógvan á Lakjuni í august 2004 avgjørdi at leggja ÚF og SvF saman, tók hetta nógv á bóli. Hóast Jógvan á Lakjuni vissaði um, at avgerðin varð tikin fyri at rationalisera raksturin, so tað besta út- og sjónvarpstilboðið fekst burturúr tøku fíggjarorkuni, tóktist tað, sum avgerðin í veruleikanum varð tikin, tí stjórin á SvF, Mikkjal Helmsdal, hevði boðað frá, at SvF fór at skifta beinleiðis yvir til DR, tá onki føroyskt tilfar var á skránni.

Eftir samanleggingina klagaðu starvsfólkini um, at tey ikki vóru tikin upp á ráð. Tey vildu vera við, at samanleggingin var ófyrireikað. Tá segði Jógvan Jespersen, at »ein ikki kann bjarga SvF við at skerja ÚF«. Tá hann nú leggur frá sær, skyldast tað eisini partvís vantandi politiskan vilja.

Tá ið stovnarnir blivu samanlagdir, skuldu teir eftir ætlanini savnast í Sortudýki, og skuldi hetta viðføra útbygging í Sortudýki. Men hóast ætlanirnar eru gjørdar, er ongin peningur settur av á nakrari fíggjarlóg enn. Samanleggingin ongan veg komin.
Mentamálaráðið vildi heldur ikki ganga umsóknini hjá Kringvarpinum um at hækka kringvarpsgjaldið á møti. Sev, olja, lønir og byggikostnaður eru hækkað nógv, og tað merkir, at KvF hevur munandi minni fíggjarliga orku. Hartil kemur, at sjónvarpsendararnir hava verið teir somu síðani fyrsta dag, og eru so mikið niðurslitnir, at teir kunna ganga fyri, nær tað skal vera.
Tílíkt gongur sjálvandi útyvir trivnaðin, og nógv dugnalig fólk eru rýmd, meðan onnur hótta við at fara.

Politisk miðlastýring ein fiasko

- KvF er í einari keðiligari støðu. Stovnurin varð tvangsamanlagdur eftir at serliga ein flokkur hevði virkað fyri tí. Men aftanfyri samanleggingina vóru ongar ætlanir ella visiónir, sigur Jan B. Jørgensen.

- Kjakið kring samanleggingina bar so nógvan dám av politiskari detailstýring, at politikarar fóru út og tosaðu um detaljur, s.s. at við einari samanlegging, var ikki neyðugt við fýra fólkum at fara uttanlands til ein fótbóltsdyst, men kundi útvarpari í ÚF og SvF verðið ein og sami. Also hetta er ikki visjonert prát, ið tú grundar stórar avgerðir á. Ella um vit taka mest látúrliga dømi um politiska íblanding, so er tað sendingin »Speki«. Har vóru tað nakrir politikarar, ið søgdu »Á Fróðskaparsetrinum eru nakrir fínir fyrilestrar. Filmið teir!«. Men hetta er also eeeeelendugt sjónvarp!, sigur Jan B. Jørgensen og ristir á høvdið.

Góðar hálv fýra túsund krónur!!!

Tað eru 50 ár síðani ÚF byrjaði at senda, meðan SvF skjótt hevur 24 ár á baki. Hesi árini er samfelagið nógv broytt, og skyldast samfelagsbroytingarnar eina mest broytingar innan samskifti og kunningartøkni. Tískil skuldi ein livandi fjølmiðil verið nógv broyttur hesi mongu árini. Men á fleiri økjum hevur KvF ikki megnað at fylgt við nýggju tíðini, og sjálvt í 2008 hevur KvF ongan portal.

Umframt at nógv nýta alnótina til tíðindi og undirhald, og flest øll hava fleiri sjónvarpsrásir, so er heimliga kappingin innan útvarp nógv harðnað seinastu árini. Ikki minst síðani Miðlavarpið yvirtók Rás 2. Hartil er stovnarin og fyrrverandi eigarin av Rás 2, Petur Jacobsen, farin undir at skapa karmar, har føroyskt sjónvarp í framtíðini verður framleitt.

Tað er ikki løgið, at nógv øsa seg, tá girokortið fyri Kringvarpsgjaldið á 3625 kr (2900 + mvg) kemur við postinum. Av og á hoyrast víðgongdar røddir, ið helst høvdu sæð Kringvarpið avtikið – eitt sjónarmið ið vildi verið óhugsandi fyri fáum árum síðani.

Hvør rás veitir Public Service?

Hóast Birgir Kruse heldur, at KvF hevur nógvar veikleikar, heldur hann ikki, at Kringvarpið kann avtakast.

- Eitt og hvørt vitanarsafelag hevur brúk fyri einum miðsavnandi miðli, ið hevur greiðar skyldur og virkar fyri almennan pening. Frá ovast til niðast kann ein tílíkur stovnur - tá best vil til - skapa konsesus í sjálvt teimum truplastu málunum. Tað er tí vit eiga at halda fast um fjórðu samfelagsmaktina, sum KvF higartil hevur umsitið best.

- Men fjórða samfelagsmaktin má altíð vísa seg virðiliga mótvegis okkara krøvum og vónum. Har er tað, at Rás 2 hevur otað seg í so tætt inn at Útvarpinum, og tískil ridlar uppáhaldið um eina almenna kringvarpsstøð, og argumentini gleppa okkum av hondum, sigur Birgir Kruse, og kemur inn á ein av stóru trupulleikunum hjá KvF. Tað eru ov nógvar tilvildarligar ynskikonsertir og útgávur av »Løg mær dámar« uttan nakra formiðling, ov nógv óseriøst prát, endurleysur »Ude & Hjemme-vísdómur«, ja, ov nógv, ið ikki livir upp til heitið ella Public Service-fíggingina.

- Um ein skal tosa um Public Service, má ein hava nakað ítøkiligt at hava tað í. Sum nú er tað bert tokut tala, tí tað finnist ongin ítøkiligur undirskrivaður sáttmáli millum Kringvarpið og avvarandi myndugleika, ið sigur, hvørjar skyldurnar hjá KvF eru, sigur Birgir Kruse.

- Tað er pínligt fyri KvF, at fólk hoyra ikki mun á KvF og Rás 2. Besta dømið var til valið, tá Kringvarpsnevndin avgjørdi, at hon ikki vildi seta pening av, soleiðis at tey deyvu kundu fylgja við í valsendingunum. Dagin fyri valið, fríggjadag, heldur Rás 2 valfund við deyvatulki. Tað var veruliga eitt statement, sum vildi nakað! Tá bleiv støðið undir øllum Public Service-heitinum hjá KvF máa burtur, og vórðu leiklutirnir brádliga umbýttir.

- Tað var spell, at Kringvapið ikki beinleiðis bleiv ein partur av valstríðnum, tí har sóu vit alíkavæl í verki týdningin hjá stovninum við góðum, dýrum og týdningarmiklum valsendinum, sum ongin á privata marknaðinum hevði kunnað gjørt, sigur Jan B. Jørgensen.

- Public Service merkir, at fjølmiðilin er fríður fyri fíggjarligum áhugamálum. Men í dag verður KvF fíggjað við brúkaragjaldi, spølum og lýsingum. Í eini 6-8 ár hevur stovnurin biðið um at kunna hækka hyggjaragjaldið, men hesum er politiskur vilji ikki fyri. Tískil er lýsingarprísurin farin upp, og merkir hetta, at almenna Kringvarpið í veruleikanum gerst alsamt meir tengt at kommersiellum áhugamálum, sum upprunaliga standa í mótsetning til Public Servise prinsippið.

Hvør vann við samanleggingini?

- Sjálvur haldi eg, at sjónvarpið hevur at kalla bløtt út hesa tíðina, sigur fyrrverandi sjónvarppstjórin Tróndur Djurhuus um tíðina síðani samanleggingina.
- Útvarpið megnar so dánt at halda eina ávísa nøgd og góðsku – eitt slag av Public Service. Men eg haldi, KvF kanska meira tørvar visjónir. Hugskot um, hvussu tað kann bera til at gera seg galdandi við teimum fíggjarligu útlitunum, sum eru. At telgja nýggj nýskapandi konsept.

- Neyðugt er helst at sleppa dreyminum um eitt fullfiggjað Public Service sjónvarp. Men hetta krevur, at politikararnir tora at gera tað, sum teir vanliga ikki duga og tora – nevniliga at velja ymsar tænastur frá. At føroyska sjónvarpið endursendir eina rúgvu av útlendskum tilfari, hevur ikki sama týdning í dag sum áður. Tann svarta ringrásin liggur í tí, at samstundis sum tann spennandi føroyski parturin fyllir minni og minni, verður tað truplari at rættvísgera bróðurpartin av kringvarpsgjaldinum.

Skapandi miðdepil

- Komandi stjórin má beinanvegin fara undir at geva Kringvarpinum meiri og betri innihald, soleiðis at hann fær kjølfesti og undirtøku millum fólk. Fólkið er líkasælt við KvF, og endurspeglar hetta innihaldið, sum í grundini er líkasælt, sigur Birgir Kruse, og fer undir at nevna nakað av tí, ið er farið fyri skeyti í KvF.

- Kringvarpið skal vera ein kreativur verkstaður, men tað sæst ikki ídag. Útvarpsleikir hava ikki verið gjørdir, síðani Oskar Hermanson fór. Satiriskar sendingar eru ongar. Hetta er annars eitt øki, har ein mangan sær stóru nýhugsandi persónligheitirnar koma fram, s.s. við Pipar og Salt. Ein kann eisini minnast aftur á gomlu V4-sendingarnar, tá ferðast varð kring landið, og V4 veruliga gav lurtaranum nakað fyri kostnaðin á seðlinum. Mentafólk hava ongan pall longur. Og so skulu vit hava eina radikala fólksins rødd. Eina uppdatering av Fimmaranum. Og livandi kjaksendingar. Eisini kann ein nevna, at vikuskiftiskvøldini er at kalla onki veruligt programmvirksemi, sigur Birgir Kruse, sum sjálvur var við til at bróta miðnáttarmarkið í 1990 við Náttarravnunum.

Eisini Jan B. Jørgensen hevur sínar »eftirlýsingar«

- Ein hevur sæð, hvussu týska tjóðin hevur arbeitt við sær sjálvum við filmum sum »Das Leben der Andre« og »Der Untergang«, men hví er ongin føroysk fiktión? Um vit hyggja eftir skránni seinastu 10-15 árini, so er at kalla onki hent. Vit kunna taka Gekkin ella V4; tey hava altíð verið har, men tað gongur spakuliga skeivan veg við hyggjarum. Brúkararnir broytast jú, og gerast yngri og krevja nakað annað.
Fyri at styrkja skapandi nýhugsandi partin, mælir Birgir Kruse til, at leiðslan verður býtt í tveir partar, soleiðis at ein stjóri tekur sær av umsiting og fíggjarligum viðurskiftum, og ein stjóri verður settur til at taka sær av tí skapandi, innihaldinum. Jan B. Jørgensen ávarar eisini ímóti, at stjórin eisini skal vera bókhaldari.

- Stórin má vera ein, ið hevur visjónir fyri innihaldið á stovninum - og er villigur at taka upp kampin við politikararnar um at broyta fíggingina og vísa, at samanleggingin varð gjørd í álvara, sigur Jan B. Jørgensen.
Birgir Kruse heldur eisini, at Kringvarpið eigur at verða fíggjað beinleiðis gjøgnum skattin.

- Menningin við KvF má gerast langsiktað og væl skipað yvir skattin. Eisini hevði verðið gott, um kringvarpsstjórin varð áramálsettur. Tað er ein fyritreyt fyri dynamikki á stovninum. Vit hava havt stjórar, ið hava sitið í 30 ár. Tað má ikki henda aftur.

Tað ið skal varðveitast

Millum allan kritikkin eru tó glottar, sum vísa vegin. KvF hevur enn nógv gott, ið er vert at varðveita, sambært Birgir Kruse og Jan B. Jørgensen.

- Dagur og Vika spælir ein týðandi leiklut. Hon má bara sendast hvønn dag. Eisini kann eg nevna eina sending sum »Rót & Rútma«, har tað veruliga verður hjúklað um lurtaran, og sendingarnar hjá Gunnar Nolsøe, sum seta nýggjan standard fyri klipping og ljóðmontasjum. Tað er útvarp, har lurtarin merkir, at hann verður virdur og settur í miðdeplinum. Innan sjónvarp kann eg nevna »Ymisk lív«, ið var ein góð farleið við góðum eksistentiellum tilfari. Sjáldsamt, spennandi, og gott filmiskt tilfar.

Birgir Kruse heldur, KvF má leggja seg eftir at framleiða føroyskt tilfar í so stóran mun og gjørligt, og so má ein bara gevast við brúka orku uppá at senda útlendskt tilfar nakrar tímar forskotið frá donsku rásunum. Tað er tað føroyska tilfarið, ið ongin annar ger, og tíski er tað har orkan eigur at fara. Boðskapurin hjá Jan B. Jørgensen júst tann sami:

- Í dag fáa ÚF og SvF somu upphædd, men øll vita, at tað er 5-8 ferðir so dýrt at framleiða sjónvarp. Men politikararnir krevja »meir fyri minni«, og vita ikki, at hetta í veruleikanum bara merkir »verri«. Men játtanin verður ongantíð nøktandi. Vit mugu ásanna, at sumt má veljast frá. Orka er bara til tveir tímar um dagin av sjónvarpi. Sum nú er brúkar SvF hálvt annað starvsfólk pluss sendifólk at passa skráina, og at tendra fyri tilfari, ið stutt frammanundan hevur verið sent á DR. Tað er í grundini bara at lúgva fyri sær sjálvum; at billa sær inn, at vit hava eina breiða skrá.

- Men sum heild haldi eg, nýggja tíðin og kappingin má síggjast sum eitt vælsignilsi fyri KvF. Ikki er neyðugt at eftirapa kappingarneytan, men heldur skal KvF bæði enduruppfinna seg sjálvan, skapa ein dynamikk á stovninum, og at finna út av, hvørja styrkir, stovnurin hevur. Her haldi eg, at styrkirnar hjá KvF eru: barnaframleiðslan, sjónvarpsdokumentarframleiðslan, mentanarsendingarnar og tíðindini. Hetta eru øki, ið longu eru góð, men eisini muga styrkjast fyri at passa til nýggju tíðina og brúkaran, sigur Jan B. Jørgensen.

Fakta

Birgir Kruse: Fekk Nordisk Journalistpris í 1998 fyri sendirøðina »Vetrarbreytin« í ÚF, Pedagogiska Diplomútbúgving í samskifti frá Danmarks Pædagogiske Universitet 2000. Skrivaði lærubókina »Fjølmiðlar« frá 2007.
Tróndur Djurhuus: Samfelagsliga grundútbúgving frá Roskilde Universiteti (RUC), síðani lisið altjóða menningarvísindi á RUC. Utbúgving journalistur frá Danmarks Journalisthøjskole. Starvaðist hjá ÚF í fleiri syftum í 80-unum, og hjá SvF frá 1989 til 2000, harav sum stjóri frá 1995 til 2000
Jan B. Jørgensen: Cand.mag í film- og fjølmiðlavísind frá Københavns Universitet. Hevur starvast í tvey ár á DR, tvey ár á Svf og eitt ár á KvF. Arbeiðir sum miðlaráðgevi á Sendistovuni.

Public service: Út- og sjónvarpsvirksemi, sum verður fíggjað av statinum/borgaranum, og hevur afturfyri til uppgávu at røkja samfelagsligar og mentannarligar uppgávur. At tryggja borgaranum óhefta atgongd til tíðindir, kunning og undirvísing. Skráin má eisini endurspegla fjølbroytni innan mentan, kjak og undirhald; umframt at dentur skal leggjast á heimligt mál og mentan.

Tíðindagrein, Jan Lamhauge, Dimmalætting 31. januar 2008: