Tala, Føroyaprent 21. februar 2008:
Meðan ES hevur eina óskyldiga blómu sum umhvørvismerki, hava Norðurlond savnað seg undir veigjabreiðinum av einum svani. Og tað er eitt súmbol, ið vil nakað, svanurin. Hygg bara við inngongdina í Norðurlandahúsinum. Hóst tað er ein lítil mosaikktalva við norðurlendska svaninum, so setir hon dagsordanin og avdúkar harvið eitt sterkt súmbol, sum skapar kjak.
Tí hvussu nógvar fjarðar skal svanurin hava, og hvør er hvør? Og eru øll londini nú sloppin við? Eisini tey sjálvstýrandi økini? Nei, tað er ikki lætt at verða fyrimynd og halda seg á flogi uttan at fella fyri kúlum.
Longu í 1989 minnist eg at Norrøna Felagið skipaði fyri einum lívfrøðis- og umhvørvisári. Ein stuttsøgukapping varð útskrivað og dóttir Poul, hinumegin vegin, hon vann kappingina við eini stuttsøgu, tikin beint úr táverandi dagligdegnum kring køksborð. Og tað var ikki bara pylsur, tey snakkaðu um heima. Tí í Føroyum er tað so, at vit ganga mítt í nattúruni og mitt í veðrinum. Alt er, lukkutíð, tætt uppá. Eisini ábyrgdin fyri umhvørvinum. Alt er tætt uppá.
Og tað verða vit í dag. Frá hinumegin vegin og heryvir. Men innan vit fara yvir um vegin aftur, og inn higar, so fara vit norður til Eiðis.
Vit sum koma norðan av Eiði eru so væl stillað, at vit hava tvey vøtn. Suðri á Vatni og Niðri á Vatni. Hitt sunnara er tað, ið SEV hevur verið so umhvørvisvinarligt at hava gjørt okkum tvífalt so stórt, meðan hitt nærra, tað sum vit kalla Niðri á Vatni, er knýtt at fugli og tað serliga svani. Tí har niðri er Svananes.
Hvørt ár, tá hann várar og flytifuglurin sæst og hoyrist, tá kemur altíð - ikki bara ein, men fleiri - svanir. Hesin mytologiski fuglur, sum skoytar so stuttliga eftir vatninum, ljóðar sum ein brotin trompet og kann ímynda so nógv og sjáldsamt, um vit fara í sálarfrøðina og myndlistina.
Men aftur til Eiðis. Tá svanarnir um várarnar ikki eru á vatninum, Niðri á Vatni, men seta seg á land, tá er tað altíð á einum staði – á Svananesi. Tað er sunnast á vatninum, nærmast bygdini og nógv umrødda Hólmanum, sum nú má vikja fyri fóbólti og bygging.
Framgongd og menning, rópa vit tað, tá náttúran soleiðis má víkja fyri mentanini. Mansins hond, okkara vilja til at síggjast aftur og gera mun, har sum vit eru og vilja kultivera landslagið.
Og tá summarið er farið og heystið kemur, so eru svanirnir aftur Niðri á Vatni. Úr Íslandi, ávegis til bretsku oyggjarnar, steðga teir aftur á Svananesi.
Sigst, at einaferðina sóust tríggir svanir so ambráðir norðuri á Nesinum. Serliga hin eini gjørdi nógv um seg, gákaði og baksaði sum eitt øtt. Dagin eftir lá hann deyður.
Hetta skal ikki verða ein lærdómssøga um ikki at brúka seg, ella at fáur harmar svanadeyða.
Men tað vildi so til at fuglaútstapparin í Nólsoy, danski Jens Kjeld, fekk henda íslendska Eiðis-svanin og konserveraði hann, so hann ikki bleiv át hjá hundum og kettum á Eiði, men kom til eina so sera sjáldsama nyttu.
Sum ein onnur Akka, villgásin úr søguni um Nils Holgarson, hevur hesin ambráði svanur, ið fekk so bráan deyða norðuri á Svananesi á Eiði, skoðað yvir eitt so sera, sera sjáldsamt arbeiðspláss í Havn.
Eitt arbeiðsláss, sum í dag verður hitt fyrsta at fáa norrøna Svanamerkið.
Umvegis Svananes - og eitt avgerandi rend til Nólsoyar – eru vit nú komin inn higar, har hin víðskygdi svanurin norðan av Eiði, nú fer at kasta eitt nýtt granskandi eygnabráð yvir øll, ið starvast her og tað, sum tey lata úr hondum, Føroya lesarum og einum burðardyggum tanka til almikla fragd.
Eftirsum eg havi eitt bein á Eiði og eitt bein í bókabransjuni, so haldi eg meg nú eiga minst eina aktiu í Føroya fyrsta Svanamerki, ið latið er einum virki.
Eg fari at ynskja tykkum á Føroyaprenti tillukku og góða eydnu framyvir við einum enn burðardyggari málsetningi, føroyska prentkynstrinum til heiðurs.
Og hvør veit, kanska sleppa tit at prenta innbjóðingina til Al Gore og hansara vitjan í apríl. Tað skal hervið verða viðmælt og tykkum annars væl unt.
Tillukku!
Føroyaprent 21. februar 2008 Birgir Kruse