Føroyar á enskum: Í tráð við alheimsgerðina skulu føroysk børn læra enskt longu í 4. flokki. Undan ólavsøkuni hevur Una Poulsen lagt seinastu hond á skúlabók í enskum, sum tekur støði í heimligum viðurskiftum og knýtir samband við enska býin Poulton
Viðtal, Dimmalætting 27. juli 2006
Á fyrsta sinni kunnu heimsins børn lesa um ólavsøku á enskum í eini føroyskari lærubók. Una Poulsen, lærari í Vestmanna skúla, hevur farna skúlaárið kýtt seg at skriva enskt lærubókatilfar, nú føroysk børn skulu læra enskt eitt ár fyrr, longu í fjórða flokki.
Nú er fyrra enska bókin, sum tekur støði í føroyskum viðurskiftum, liðug. Seinna bókin, ið tekur støði í enskum viðurskiftum, kemur næsta ár og skal brúkast í fimta flokki.
- Sum lærari í enskum havi eg stórliga saknað føroyskar undirvísingarmiðlar, ið menna førleikan hjá næmingunum at málbera seg á enskum um heimlig viðurskifti, tí tað er grundleggjandi í allari námsfrøði, at frálæran hevur sítt støði í umhvørvi næminganna, sigur Una Poulsen, ið hevur undirvíst í enskum í 35 ár.
Una hellir ikki til nakra einstaka námsfrøðiliga stevnu ella rák, tá umræður undirvísing í enskum og at gera tilfar til hesa lærugrein. Umframt drúgvar royndir sum lærari í enskum, hevur hon sett seg inn í flestu av teim bókum, sum eru á marknaðunum kring okkum, tá umræður byrjunarundirvísing í enskum. Farna skúlaárið hevur hon fingið arbeiðsnáðir, burturav at gera fyrru bókina um Mandy lidna.
Hvar eru børnini?
- Heldur enn at leita eftir einstøku námsfrøðiligu leiðini, ið vit vilja seta alt álit á, eiga vit at møta børnunum og rannsakandi spyrja okkum sjálvi, hvar tey eru - hvat tey havast at, og hvør teirra gerandisdagur er. Hetta er týdningarmesta uppgávan í skúlanum. Av royndum veit eg, at børnini vita lítið um síni egnu, heimligu viðurskifti á enskum. Tey lesa útlendskan tekst, sum er um fremmand viðurskifti og fjarskotin lond. Tað er gott, men ikki nóg gott einsamalt.
Til byrjunarundirvísningina mugu vit seta okkara egna frámerki á, til tess at gera hana viðkomandi. Tí haldi eg tað vera rættast, at børnini í fjórða flokki læra um heimstaðin og gerandisdagin, og hvat alt kring tey eitur á enskum, og hvussu tey við støði í hesum kunnu málbera seg á fyrsta stóra fremmandamálinum – enskum.
- Tá tey so koma í fimta flokk er spennandi at fara út í verð og læra um ensk og onnur fremmand viðurskifti. Men byrjunarstøðið eigur at vera umhvørvi næminganna. Tað benda allar tær lærubøkur á, sum eg havi hugt í, sigur Una lítillátin millum bøkur og pappír, hon miðvíst hevur savnað og goymt. - Hetta er ein varhugi, eg havi havt síðani 1971, tá eg byrjaði at undirvísa í enskum. Hetta seinasta árið, eg burturav havi savnað tilfar til bøkurnar um Mandy, havi eg grundað serliga nógv um júst hesi viðurskifti. Eg haldi meg havi funnið eina góða leið, hóast hon ikki á nakran hátt skal skiljast sum hin einasta. Hetta er eitt boð uppá, hvussu føroyskir næmingar við støði í heimligum viðurskiftum kunnu læra enskt.
Heima og úti
Fyrra enska bókin, sum nú er liðug, eitur Mandy on holiday, og seinna bókin, sum kemur næsta ár, eitur Mandy at home.
Fyrra bókin fer fram í Føroyum og er um Mandy, sum er ein ensk genta, ið vitjar familju í Føroyum. Saman við føroyska systkinabarninum upplivir hon ymist her. Bókin viðger somu evni, sum tær nýggjastu útlendsku bøkurnar gera. Sermerkt við hesi bókini er, at hon fer fram í føroyskum umhvørvi, so næmingarnir læra at seta orð á tað, ið teir síggja dagliga.
Her er ein søga um grindadráp og mynd av tá skorið verður upp, og hvussu alt í tí sambandi eitur. Virðiligani, uttan at fjala út yvir, ella dramtisera óneyðuga nógv. Júst so sum tað er og altíð hevur verið. Tilfarið hvílir í sær sjálvum, eisini tá vit fara á ólavsøku, eru í hoyna, fara á fjall, ella út at fiska.
Seinna bókin fer fram í lítla enska býnum Poulton, har fólk av føroyskari ætt búgva. Her fáa føroysk skúlabørn í fimta flokki innlit í, hvussu ensk børn á sama aldri liva. - Dentur verður lagdur á at fáa ensku mentanina fram, sigur Una, ið hevur samband við Daviu Walmsley, sum er av føroyskari ætt og arbeiðir við glaslist í smiðjuni Daedalian Glass í Poulton. - Okkara næmingar skuldu, tá ið teir hava verið ígjøgnum Mandybøkurnar, verið væl førir fyri at farið í útlendskar lærubøkur, ið hóska til teirra aldur.
Sherwoodskógurin
Spurd um, hví navnið á høvuðspersóninum í bókunum báðum gjørdist Mandy, leitar Una 30 ár aftur í tíðina, tá hon saman við føroyskum skótum var ávegis til legu við bretska Sherwoodskógin, vit kenna úr Robin Hood-søgunum.
- Yvir av okkum í tokinum niður gjøgnum Skotland og suður móti Sherwoodskóginum, sótu ein smágenta og mamma hennara. Gentan æt Mandy, og eg kom í prát við tey. Seinni keypti eg eina dukku, ið fekk navnið Mandy og bleiv ein maskottur hjá nøkrum okkara, ið vóru á leguni. Umframt at eg helt navnið vera so fitt, var tað samstundis so fremmant fyri okkum. Men allar mest avgerandi var, at ensku fólkini vóru so blíð og prátingarsom, so henda løta festi seg í minnið. Og nú eg hevði høvið, valdi eg navnið Mandy.
Enskt í fjórða
Við ársbyrjan í fjør boðaði Mentamálaráðið frá, at Jógvan á Lakjuni, landstýrismaður í mentamálum, hevði ætlanir um at fremja broytingar í Fólkaskúlalógini at galda frá 1. august 2006.
Ein av trimum broytingum var undirvísingin í enskum, ið landstýrismaðurin vildi flyta niður í 3. og 4. flokk.
Grundgevingin var, at enska málið er ein týdningarmikil samskiftislykil í alheimsgerðini. Harafturat eru flestu børn kunnug við enskt mál, áðrenn tey fara í skúla. Tað kann tí tykjast nakað rangvørgt, at tey ikki fáa undirvísing í enskum, fyrr enn tey eru komin í 5. flokk, segði Mentamálaráðið í tíðindaskrivi 12. januar 2005 og tók samanum við hesum orðum: ”Sum er, byrja næmingarnir at læra danskt í 3. flokki. Hildið verður ikki, at tað fer at ørkymla frálæruna í donskum ella føroyskum, um byrjað verður við enskum í 3. flokki við 1 undirvísingartíma um vikuna. Ætlanin er at hava 2 undirvísingartímar um vikuna í 4. flokki.”
Hetta uppskot vann tó ikki frama, og semja varð um at byrja við enskum í 4. flokki frá og við komandi skúlaári, sum byrjar hin 14. august, tá nýggja bókin Mandy on holiday helst fer at liggja á mongum skúlaborðum.
Framgangsmátin
Una Poulsen hevur sjálv onnur áður gjørt lærubøkurnar ”Ensk mállæra” og ”Lær teg enskt”. - Í hesum aktuella føri havi eg kunnað meg við alt tað, ið er frammi til byrjanarundirvísing í enskum. Sjálvandi eru bæði forløg og viðurskifti annars so nógv størri aðrastaðni, men tað broytir ikki uppgávuna hjá næminginum at læra og hjá mær at gera lærubókatilfar eftir galdandi lóg og lesiætlan. Kanska mugu vit bara renna eitt sindur skjótari og savna partar av arbeiðinum á færri hendur, sigur Una, yppir øksl og ger vart við, at soleiðis er á so mongum økjum í okkara landi.
- Við støði í teim bókum, eg havi hugt í, og annars samstarvi við lærarar í enskum og útgávufólk, havi eg fyrst gjørt eitt innihaldsyvirlit, ið hevur verið arbeiðssetningurin alt skúlaárið, sum nú er runnið. Síðani vórðu teknarar funnir og rættlesarar, so nú er komið á mál við fyrru bókini. Tey, ið teknað hava, eru Hannis Egholm, Anni Arge Lamhauge og Osvald Jacobsen.
Fjórða mentanarhegnið
Í 1998 varð kunningarøkni fyrstu ferð tengd at undirvísing í føroyska fólkaskúlanum. Í einum áliti, sum tá varð latið landsstýrismanninum í mentamálum, verður staðfest, at avgerðin um, at Føroyar skulu vera eitt kunningarsamfelag, er tikin. Sagt verður síðani, at umráðandi er, at allir næmingar skúlans fáa umstøður til at menna sín hug til lærdóm gjøgnum kunningartøkni. - Skúlin skal tí geva næmingunum møguleikar til at kunna seg við teldur og teldunýtslu, so teir síggja kunningartøkni sum eitt týðandi fjøltáttað amboð: sum læritól í undirvísingini, sum eitt hent samskiftistól og sum eitt amboð til at ogna sær upplýsingar og vitan (Kunningartøkni í fólkaskúlanum, Mentamálaráðið 1998).
Fyri jól kom leiðbeinandi lesiætlan um kunningartøkni (kt) í fólkaskúlanum. Har verður í innganginum sagt, at kt eigur at gerast ein natúrligur partur av undirvísingini. Heilt frá fyrsta flokki, tá ið børnini koma í skúla, eiga tey at møta kt sum parti av undirvísingini. Kt eigur at vera líka sjálvsøgd, sum bøkur, pappír og onnur amboð.
Higartil hava vit sagt, at í skúlanum læra vit at lesa, skriva og rokna. Hesi trý hegnini verða í áðurnevndu lesiætlæn rópt mentanarhegni. Hesi seinastu árini er tó roknað við einum nýggjum mentanarhegni, tí fjórða, ið er kunningartøkni. Umframt at kunningartøknin víðkar um innihaldið í verandi mentanarhegnum, so kann hon eisini fatast sum fjórða mentanarhegni, verður sagt í lesiætlænini, sum Mentamálaráðið gav út í desember 2005.
Við støði í hesum veruleika verður bókina um Mandy, víðkað til eisini at fevna um fløgur við upplestri og sangi, arbeiðsbók og avritsíðum til næmingar og vegleiðing til læraran, sum verða lagdar á netið at taka niður, tá brúk er fyri tí.
Vinabýir?
Eftir ólavsøku fer Una Poulsen undir framhaldandi bókina, Mandy at home, har føroysk skúlabørn verða førd til Bretlands. - Umframt orðini og tað reint málsliga, vil eg eisini hava mentanina, atferðina og dagligu viðurskiftini hjá javnaldrandi ensku skúlabørnunum við í hesa seinnu bókina. Á sama hátt, sum eg havi sagt ensku børnum frá um ólavsøkuna, hoygging og grindadráp í hesi fyrru bókini.
Og hvør veit, um ikki heimstaður Unu, Vestmanna, ella eina annar føroyskur staður, og bretski samstarvsbýurin Poulton kunnu leggja lunnar undir enn størri millumtjóða forstáilisi, so vit fingu vinabýir, ella á enskum twin cities, sum bretar helst hava lært úr okkara norrønu mentan. Spyrst, so livst. Spyr bara børnini í fjórða í Vestmanna um eitt ár ella so.
Birgir Kruse, Dimmalætting 27. juli 2006