Tíðindaskriv Føroya Skúlabókagrunnur 24. januar 2008:
Um dagarnar eru send 538 pund av bókum til Sunnyvale í Kalifornia. Tá móttakarin, Google Book Search, pakkar upp, eru 904 ymsar føroyskar skúlabøkur at finna í teim 18 bókakassunum, sum klaksvíkingurin John Sigurd hevur pakkað á Bókamiðsøluni á Sandvíkarhjalla.
Tað er Google Book Search, ið hevur heintað bøkurnar í Føroyum og síðani fer at lesa tær inn, so tær síggjast í einum lesieggjandi søluátaki á netinum.Á henda hátt gerst allur heimurin møguligur kundi hjá Føroya stórsta bókaforlagi, Føroya Skúlabókagrunni.
Minst 20% av hvørjari bók sæst. Tó verða øll leitorðini virkin, tá leitað verður á Google. Knýtt at øllum bókum er leinkja til Bókamiðsøluna, ið selur bøkurnar. Harafturat er møguleiki at síggja um eitt bókasavn í nánd har tú býrt hevur viðkomandi bók í útláni ella á lesistovu.
Tað kann verða hent, um tú lesir føroyskt ella norðurlendskt mál og vilt lána ella keypa bókina ”An introduction to Modern Faroese”, ella um tú vilt veiða háv og vita, hvussu mong hávasløgini eru kring Føroyar, næstu ferð kapping verður. Tað kann lesast í bókini ”Fiskar undir Føroyum”, ið lýsir 235 fiskasløg í føroyskum sjógvi.
Eins og í øllum hinum bókunum verða leitorðini fyri fisk virkin og sjónlig á Google, tá allar bøkurnar eru lisnar inn.
Løgfrøðingurin Sigmund Poulsen, sum eisini umboðar Fjølrit, hevur verið ráðgevi í arbeiðnum hjá Føroya Skúlabókagrunni. Ráðgevandi nevndin fyri grunnin hevur við Árna Dahl á odda góðkent verkætlanina, sum byrjaði í oktober 2006, tá Birgir Kruse og Niels Petersen ritstjórar á Føroya Skúlabókagrunni, hittu stjóran í Google Book Search, Jens Redmer og samskiparan Kristoffer Evensen.