Skip to main content

Good Friday Agreement 10 ár


Ovast sæst hýruvognsførarin Kevin við altjóða Freedom Wall í Belfast, har frælsissinnaði ung úr øllum heiminum møtast at mála. Niðri undir vísir Kevin minnstalvuna fyri The Clonard Martyrs við samnevndu katolsku kirkjuna í Belfast (Myndir: Birgir Kruse)

Í dag, langafríggjadag 2008, eru 10 ár síðani The Good Friday Agreement tók við í Norðurírlandi. Friður valdar í Belfast og katolikkar og protestantar arbeiða í felag. Men undir yvirflatuni lúrir vandin.

Fólk rætta meg, longu eg nevni The Good Friday Agreement. "Tað eitir the Belfast Agreement" siga tey. Eg nikki og yvir fyri sambandssinnaðu norðurísku protestantunum viðurkenni eg málsliga mistakið.

Men tá eg seinni spyrji tjóðskaparsinnaðar katolikkar um vegin til Londonderry, eri eg um at verða kjølhálaður. "Tað eitir Derry. Einki London her!" siga tey avgjørd og peika á vegaskeltini, har London-parturin er sproytaður við svørtum grafitti.

Her búgva fólk, sum alt teirra lív hava havt the Troubles sum dagligt yrki. "Eg vaks upp í Ballymurphy í Vesturbelfast og tað ringasta eg visti var tá eg skuldi heim at eta døgurða. Hugsa tær um bretskir hermenn komu framvið og eg varð snýttur fyri møguleikan at kasta við steini og bumba við fløskum?" Orðini eigur Kevin, sum fyrst og fremst er katolikkur, síðani loysingarmaður og í triða lagi hýruvognasførari hjá West Belfast Taxi Association.

Vit eru javnaldrandi og uppvaksnir í Norðuratlantisku grannalondunum Írlandi og Føroyum. Umframt ein felags søguligan uppruna, hava vit í prinsippinum øll stríðsmál í felag. Loysingarrørsluna, átrúnaðin, flaggið, og málið. Men tað er bara í prinsippinum. Tí á gøtuni, millum fólk, enda allar samanberingar.

Hjá føroyingum er Belfast og Norðurírland hin mest sjáldsama upplivingin. Tí vitji eg so fegin henda næsta granna fyri sunnan. Fyri málleysur at fáa sjón fyri søgn og uppliva, hvat tjóðskaður, átrúnaður og stættarstrið kann gera við fólk. Eitt ævintýr úr okkara næsta veruleika.