Nøkur av føroysku tíðindabløðunum nú og aftur í fimtiárini. Onkuntíð hava vit lisið nógv bløð. Sigst, at í sjeytiárunum vóru fleiri enn túsund bløð í umfari fyri hvørji túsund fólk. Sigast skal tó, at eins og tá hava vit ikki upplagskontroll. Ovastu myndina tók eg í einum handili á Skála á páskum fyrrárið, tað eru páskaregg, ið síggjast ovast; mittasta myndin er úr eini roknibók frá 2004 og niðasta myndin er úr bókini Føroyar II, sum kom í 1958.
Fjølmiðlarnir tryggja fólkaræðið. Soleiðis hava almennir og privatir fjølmiðlastjórar sagt upp í saman, tá teir skuldu fáa peningaligar sersømdir. Soleiðis stendur eisini at lesa í fororðunum á einastu journalistisku bókini ”Skjót journalistin”. Fjølmiðlar tryggja fólkaræðið. Ein trygg føroyska journalistisk mantra.
Men í dag skrivar Vikublaðið: ”Ikki fleiri tíðindi. Vegna tess at Dimmalættingsamtakið hevur valt at koyra Vikublaðið á húsagang verða ikki fleiri tíðindi løgd út á heimasíðuna.”
Deiliga turt staðfestandi.
Eins turr og ikki sørt íhaldin er Dimma í oddagrein í dag. Hon hevur hug at draga í land. Journalisturin er ikki longur fjórða statsvaldið og fólkaræðisligi garanturin. Sagt verður í dagsins oddagrein, at vit mugu ”Minnast til, at bløð og fjølmiðlar annars ikki hava beinleiðis vald í samfelagnum.”
Kreppurakti miðilin er langt frá herrópum sum ”teir skulu rista í brókunum”, ið fyrr hava verið fremst fyri á journalistisku barrikadunum. Sjálvbestaltaða statsvaldið hevur givið sær sjálvum time out.
Dimma gjørdi eina roynd at stíva seg av við Gallup tølum, sum um dagarnar vístu at hon var mest lisin. Gamani, men hvar er upplagskontrollurin? Hvørji eru eksaktu tølini? Hvussu leingi fara stóru lýsararnir at lata sær lynda eitt land uttan upplagskontroll?
Greitt er, at pappírspressan liggur í andalopi. Dagarnir hjá avísum, sum vit higartil hava kent tær, eru taldir. Tær avísir, ið ikki duga at laga seg til nýggja talgilda tøkni og geva teim, ið higartil hava lisið, nýggj tilboð, eru deyðadømdar.
Fastir haldarar og tilvildarligir lesarar sleppa bløðunum og leita aðra staðni. Og tað er sjálvsagt. Flestu fáa teirra tørv á tíðindum, dagdvølju og undirhaldi nøktaðan á ókeypis portalum.
Eg skal ikki siga at henda gongd bøtir um vitnarstøðið í samfelagnum, men bara peika á, at pappírspressan hevur sovið í tímanum og tískil ikki megna at sæð út um egnar barrikadur.
Nú eru tey gyrd í brókum, tí alt gleppur teim av hondum. Pressan hevur gjørt fólkaræðisligu trygdina til eina handilsvøru, ið eingin vil hava. Tí er hon nú koyrd á húsagang.