Carl Johan Jensen og Tóroddur Poulsen avmyndaðir við "Bommgarðin" á Skipasmiðjuni leygardagin. Niðast sæst myndalýsingin hjá Tóroddi (Myndir: Birgir Kruse)
Í dag bjóðaði Grafiski Verkstaðurin til framsýning við verkum hjá Tóroddi Poulsen í Listahøllini á Skipasmiðjuni.
Steinsetingar er heitið á stóru framsýningini, sum fyrr hevur verið í Suðurjútlandi
Umframt stór, er hon eisini stuttlig, framsýningin hjá Tóroddi. Óluksáliga stuttlig. Á ein hátt er tað orðið, ið tykist koma fyrst og so leggur støðið undir eini nýggjari dimensjón, grafisk ella verbal.
Einastaðni sigur grafiski yrkjarin “Hvat var orðið uttan veggin”. Og eina aðrastaðni bjóðar grafikarin innar til ættargransking í einum “vælsparlaðum seyðahúsi”. Og í einum orðaspæli kring tíðindi, vil hann hvørki klúgva í tvey, trý ella fimm. Og so eru tilsipingar til lívið í Havn, kioskina hjá Astu á Vaglinum og Janus á pengaseðilinum.
Umframt Bommgarðin dámdi mær serstakliga væl mynd nummar 23, sum er eitt skúlabókaprent av bygd, sum greitt sipar til allar tekningar hjá Bárði Jákupssyni í skúlabókum seinasta mansaldurin. Ein drongur á súkklu millum heim og kirkju. Jarðaði í kirkjugarðinum niðast á myndini er stavirnir “ð” og “í”. Hvør teigur og hvørt grasstrá í brøttu brekkuni eru stavir og setningar, eins og fjallatromin, ið sólin sker seg niður í. Alt eru orð. Hvør steinpirra er íbygd av stavum og orðum.
Aðrastaðni eru pappírsbátar á einum talvbretti millum smáar kustar. Spælikustar, barnakustar. Á brettinum er eini svartur pappírsbátur, sum á donskum eitur “den grimme ælling”. Á føroyskum er heitið “svarti grindabáturin”. Aftur varnast tú mongu løgini, sum eru í tí konkreta. Og aftanfyri mala súkklurnar í ring og skapa eitt hallusinerandi holografiskt mynstur.
Yrkjarin, sum er grafikari, er so smittandi væl upplagdur, at tú grínur hart og ofta. Eg kann bara siga – far út á Skipasmiðjuna og les hvønn stav á grafisku prentunum hjá Tóroddi. Og njót so heildina. Framúr grafikkur við óvæntað stuttligum orðamyndum.