Sunleif Rasmussen og Heðin Mortensen við nýggju ólavsøkukantatuni inni í Ráðhúsinum hjá Tórshavnar kommunu (Mynd: Birgir Kruse)
Eftir drúgvar fyrireikingar – skriviborðskjak, kórvenjingar og teknisk høvuðbrýggj – varð ólavsøkukantatatn 2009 loksins førd fram á pall. Á landsins besta, undir fríum lofti við tinghúsið á Vaglinum. Ja, í roynd og verðu kring alt Vaglið og allar hæddir, har eru.
Í somu løtu tingmanning, landstýrisfólk, prestar og embætisfólk sóust koma undan í Mylnugøtu, varð blást í horn, so Vaglið knýttist saman í eina inngangandi fanfaru og kórið gekk framm á pall – grøna grasið á tinghúsvøllinum. Allar rørslur, koereografiin, perfektar. Tign og ljóð samantvunnin.
Og so byrjaði tónlistamyndin í sveipandi umfarsljóði, sourround, sum vardi 20 minuttir.
Ljóðmyndir í sourround eru ikki ókendar hjá Sunleifi. Hann hevur eina framúr góða hond og ikki minst huga at skapa, kréera, ljóðmyndir í rúmi. Kenni tað sum at fara á fjall við einum kønum fjallmanni, ið veit at siga um hvørja stenpirru, túgvu og líð, vit leggja aftur um okkum. Og alt tað, ið dagar fyri framman. Tryggur, fylgir tú hesum landssins kennara, bóndanum og fjallmanninum, sum veit, hvat hagin ber, hvar gangandi er og hvar besta útsýnið er.
Henda uppliving kom til mín á Vaglinum. Kendist sum Vaglið sjálvt seyg til sín av ljóði. Inn og út, úr hvørjum skoti, mjúkt og drúgvt og í løtum dynamiskt og ógvusliga ágangandi. Sjálvt veðrið spældi við. Tá torusláttur og dun fyltu ljóðmyndina, skrædnaði í erva og regnið froysti yvir kór og áhoyrarar. Og so sleit í, sólin sló á streingir og kvinnurøddir fyltu karmin.
Kingokórið úr Tjørnuvík kom inn og kvæðabólkurin eisini. Rockgittari, trummur og so akkustiskur gittari og meira trummur. Og so innrammandi hornini úr trimum húsum út til Vaglið.
Hesa løtuna undir tinghúsinum varð tú fluttur í tíð til fornisku kvæðini, sum tó høvdu fingið aktuelt skap og so hevdvunni Kingosangurin, sum vit kenna hann – esketiskur, men shamanistiskt tølandi.
Hetta var stórsta uppliving eg havi havt á ólavsøku. Ógloymandi, gevandi og rík. Frá sálmi til kvæði vóru vit borin burt í annan heim. Og hann fara vit øll at syngja um í felag í kvøld, tá Sunleif syngur fyri.
Við ólavsøkukantatuni 2009 hevur Sunleif flutt og ment hugtakið sourround til feel-around. Kenslurnar koma afturat tí kliniska tankanum um sourround. Sum áhoyrari fekst tú á staðnum ein sterka kenslu av føroyskari tónleikasøgu og føroyskum samleika.
Sagt verður at filmur skal síggjast í biografinum. Eg vil siga, at ólavsøkukantatan 2009 kann helst bara upplivast í sínum rætta elementi – tað er á Vaglinum í Havn. Ongastaðni verða vit sum har borin burt í annan heim. Og tað er listarfólksins størsta avbjóðing - ikki at førføra og skapa bráðvøkur verk, men at føra okkum innar í nýggjar heimar, nýggjar tankar, ið flyta mørk og gera mun.
Takk fyri hesa framúr uppliving, Sunleif.