Skip to main content

Føroysk filmslist stóran týdning


Ovast sæst eitt filmslið í túninum í Nólsoy í fjør. Niðri undir síggjast tveir undangongumenn í føroyskum filmi, J.A. Arge, nevndur Pusse, og D.J. Mortensen (Myndir: Birgir Kruse)

Sosialurin hevði um vikuskiftið eina forvitnisliga oddagrein um film og filmsgerð í Føroyum. Í somu viku høvdu næmingar í tekniska skúla í Klaksvík vunnið stóra norðurlendska filmskapping, og vikuskiftið undan varð nýggi filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir frumsýndur. So evnið er aktuelt og viðkomandi.

Her er oddagreinin í Sosialinum 11. desember 2009:

Vit liva í eini tíð, har ávirkan uttanífrá er stór. Roynt verður tí at hjúkla um tað, sum føroyskt er, men vit røkka ov stutt. Ein listagrein, sum tíverri ikki hevur verið raðfest høgt er filmur. Tað er løgið, tá hugsað verður um, hvussu stóra ávirkan og týdning filmur á móðurmáli og úr egnum umhvørvi hevur fyri mál og mentan, samleika og samfelag.

Vit mugu broyta hugburð til filmslistina. Gera hana til part av okkara skapandi gerandisdegi. Filmur er so spennandi og gevandi miðil, at tað er ein sjálvfylgja, at tað almenna og vinnan eru við til at lyfta.

Vit hava eisini søguligar traditiónir at vísa á. Nakrar av fyrstu upptøkum, sum heimsins elsta filmsfelag Nordisk Film hevur gjørt, eru úr Føroyum. Vit hava verið ein magnet á hesum øki. Fyrst og fremst tí, at vit eiga dramatisku náttúruna, men eisini tí at vit eiga søgur og sagnir undir hvørjum steini. Gjøgnum alla farnu øld hava bæði heimildar- og spælifilmar verið tiknir í Føroyum. Men sjálvi hava vit ikki tikið ábyrgd á hesum øki. Í áratíggju fingu føroyskir skúlar atgongd til Statens Filmcentral og teirra tænastur, so okkara skúlanæmingar kundu njóta gott av hesum miðili, ið sum eingin annar kundi siga frá vandanum við tubbakki, eykvæmi og øðrum vandamálum, ið krevja skjóta og effektiva útbreiðslu. Men samstundis sum tjóðskaparrørslan tók dik á seg, vildu vit standa á egnum beinum. Eins sjálvsagt og positivt, sum tað er, eins satt er tað, at vit samstundis frásiga okkum útlendskar fíggjarmøguleikar at gera film. Sama er galdandi á øðrum listarligum økjum. Tí er tað ein tung ábyrgd hjá politikarunum at skipa so fyri, at okkara listafólk fáa eins góða atgongd til stuðul og yrkisliga menning av verkætlanum sum samstarvsfelagar í útlondum vit samstarva við.

Tað er ein sannroynd, at fleiri av uppvaksandi ættarliðnum heldur velja visuellan miðil sum film enn góðu gomlu bøkurnar. Hetta er ein stór politisk, fyrisitingarlig og námsfrøðilig avbjóðin. Spíranir sóust longu við Agurk-kappingunum og framhaldandi við filmsverkstaðnum Klippfisk, sum Tórshavnar kommuna stuðlar. Ganga vit saman, kann hesin tilhaldsstaður gerast eitt vakstrarhús av teim heilt sjáldsamu. Hóast ongan føroyskan filmspolitikk ella serstaka filmsjáttan, hittast ungfólk í Klippfisk, sum hava gjørt seg galdandi í grannalondunum. Men uttan netverk ber ikki til. Tað prógvaði filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir um Jóanes Nielsen. Starvsløn er eitt gott støði, men meiri skal til. Filmur er tann listagrein, ið er mest knýtt at einum virkandi undirstøðukervi, heilt frá høvundum, umvegis mynda- og ljóðfólk, til tøkniliga liðuggerð og marknaðarføring.

Í Írlandi er almenna listarliga stuðulsskipanin soleiðis, at starvsløn er skattafrí. Tí kemur írskur listarligur stuðul so væl til sættis. Stuðulin vit lata listafólki sum starvsløn er vunnin gjøgnum tógvið stríð. Flestu listarfólk hava ikki aðra løn at dúva uppá. Tí man tað í dag tykjast mongum listarfólkum høpisleyst at bera helvtina av hartvunnu krónunum aftur í landskassan. Skal lív vera filmslistini lagað, má nýhugsan og víðsýni til.