Ovast, hin kendasta myndin úr Sharpeville í Suðurafrika fyri 50 árum síðani. Niðri undir sæst yrkingasavnið hjá Líggjasi í Bø ‘Til Lívið’, sum kom í 1964. Jack Kampmann gjørdi kápumyndina og Býarbókasavnið hevur savnið til útláns (Myndir: Pressumynd og Birgir Kruse)
Fyrstu ferð Norrønt Dagsverk varð fyriskipað millum lesandi í Føroyum, varnaðist eg yrkjaran Líggjas í Bø og einasta yrkingasavn hansara Til Lívið. Sjáldsamt, at ein føroyskur yrkjari tekur upp eitt so fjart evnið, sum Sharpeville morðini og viðurskiftini í Suðurafrika, sum fyri fimmti árum síðani vóru so út av lagi.
Hetta var í 1985 og vit – Birita, Maja, Aref, Jón og eg sjálvur – komu eftir, at vit eiga nógv í felag við ung í Suðurafrika. Vit eru norðast og sunnast í sama havi, har sólin rísir og setir um somu tíð. Saman kundu vit í Vesturkirkjuni og í hølunum hjá LFÚ staðfesta somu sosialu indignasjón, tá fólk eru fyri skipaðum órætti. Um kvøldið setti bispur krúnuna á verkið og handaði innkomna peningin, útvið hálva miljón, til almenna umboðið fyri ungdómsdeildina hjá South African Council of Churches, Jacqueline Williams.
Tá plakatir skuldu prentast til Norrøna Dagsverkið hetta árið, spurdu vit fryntliga yrkjaran úr Klaksvík um loyvi at brúka brot úr yrking hansara Suðurafrika (yrking vígd teimum myrdu í Sharpeville). Tað var gamaní.
Minnist, at íslendska prensmiðjan Hreinar Línur prentaði yrkingina hjá Líggjasi í Bø á øll uppsløgini. So tætt er millum íslendskt og føroyskt, at orðið liva bleiv til lífa. Har var einki annað at gera enn at Jón og eg settu okkum at klippa og klistra nýtt føroyskt orð omaná, so lífa bleiv til liva!
Tit andu í øldir á egnari grund
í svølti, í ótta og iva.
Spakført tit kravdu ein einasta rætt
- rættin at liva!
Í dag fór eg oman á Býarbókasavnið at lána annað av teimum báðum eintøkunum, sum har eru. Eg vildi lesa føroyska harmkvæði úr Sharpville umaftur. Og tað heldur enn. Lesið Líggjas!