Skip to main content

Páskatúrurin 2010


Gongutúrurin á páskum í ár var langa fríggjadag. Vit møttust á Lambafelli klokkan 10. Hetta er níggjunda ferðin at vit hittast á henda hátt. Útvið hálvthundrað fólk vóru í gonguni, sum fór eystureftir í góða kavaveðrinum.


Ávegis oman móti Ánni við Grøv, sigur Lis Mortensen frá um sjónligu rivuna í lendinum, sum hevur givið ánni navn. Í 1960'unum, tá eg var grønur skóti, vóru vit við Kára Olsen í telti á hesum staði, sum sæst á myndini niðanfyri. Patruljan æt Ørnin og vit ruddaðu altíð eftir okkum. Men tað gera ikki øll. Á sama bakkanum liggur í dag toppurin av einum Jøtul ovni og nakrar ristir at grilla á.


Búi Brattaberg, sum var við í ferðalagnum, fortaldi at pápi hansara, Árni, var við at gera Oyggjarvegin, sum var liðugur í 1966. Bergið, har vegurin fer um Sundsháls og Syðradalsskarð og sker seg gjøgnum klettin, fekk tí navnið Brattaberg.


Áki Davidsen og Turið Joensen standa á einum kletti við mongu elektrisku installatiónirnar við Gellingarklett á Húsareyni.


Við Nólsoynni aftast og vatnverkinum í Villingadali undir okkum, settust vit at eta ein bita. Kalt var og eitt lítið lot. Við kommunala vatnverkinum í baksýni kom ein hundrað ára Tór Bjór væl við.


Fleiri magnetiskir steinar eru í haganum. Her er tað Gundur Mortensen, ið roynir skótakumpassina kring Gellingarklett. Sum sæst, er kumpassin trill rund.


Komin longur oman í Villingadal, framvið Fransatoftum og nærri Hoydalsá, kyndi Jón Kragesten bál eftir bestu skótaforskriftum. Fleiri høvdu eitt træsprek við, so væl bar til at gera bál úti í haganum.


Innan vit gingu longur oman í Villingadal, var stund at taka enn eina felagsmynd upp mótu stóra klettinum, sum tey djarvastu børnini sum ongan ting kluvu upp á. Tá vendi eg mær burtur.



Við Stórutjørn, uppi á Vatnaskørðum, er útsýnið yvir Nólsoynna sjáldsamt. Tú kennir teg sum í Hetlandi.



Nú nærkast vit sivilisatiónini í høvuðsstaðnum. Markið millum náttúru og mentan er altíð hugtakandi at eygleiða. Mentan merkir í roynd og veru 'órørd náttúra, har mannhond hevur verið'.


So eru vit komin til Hoydalsáarbakkan. Ein perla, sum rennur heilt oman á Boðanes, har gongutúrur okkara endar innan vit sessast hjá Jón og Augustu í Tórsbyrgi. Í baksýni sæst Nólsoyggin og mitt í myndini hómast spírið á tekjuni hjá Petur Nolsøe, har vit sóu ein páfugl í túninum.


Hoydalsá sker seg gjøgnum býarmyndir og býarsøgu í Havn. Her eru vit undir Vegnum Langa, niðan fyri Ternurygg. Fleiri av gomlu summarhúsunum fram við ánni eru illa farin. Tey áttu at verið boðin fólki, sum eru fús at umvæla og umsita hesi fittu hús, sum fyrr vóru so hugnalig og ikki minst alternativ. Í dag eru tey ein skendsil.



Eftir ein bita undir Svartafossi, endaði páskatúrurin 2010 her. Vit eru heiman fyri Boðanes, niðan fyri tyrlupallin yvir við Strond, við Stongini í baksýni. Kanska eitir hon so, tú hon steingir fyri illveðri millum Stong og Eystnes. Eftir ein góðan gongutúr í skiftandi veðri og lendi í fimm tímar, fóru vit inn til Augustu og Jón, sum bjóðaðu suppu, breyð og felagssang í Tórsbyrgi 28.