Skip to main content

Tammy Rogers

Tammy Rogers syngur og spælir fiól í The SteelDrivers. Eftir konsertina skrivar hon autografar - á ryggin (Myndir: Birgir Kruse)

Flestu bluegrassbólkar hava minst eina kvinnuliga rødd. Og ofta er røddin eisini ein fíólleikari. Hugsið bara um Alison Krauss og Union Station. Ræddarvenjingar byrja frá barnsbeini og vara við alt lívið. Uttan venjing, og eitt sundur av talenti eisini, nyttar ikki at syngja og spæla bluegrass. Henda leiklut, kanska hin mest krevjandi, hevur Tammy Rogers í The SteelDrivers. Hon er vaksin upp við bluegrass, hevur verið við í bólkinum Dusty Miller, men arbeiðir eisini sum studiotónleikari við nøvnum sum Neil Diamond og øll teim fremstu countrynøvnunum, eitt nú Wynonna og Thrisha Yearwood.