Skip to main content

Gamlir vinir og gamlar plátur




Leygardagin møttust vit gomlu floksfelagar aftur. Martin, Hans, Jóhan Petur og eg. Hesa ferð við gomlum grammofonplátum, vit plagdu at spæla fyrst í sjeytiárunum, sum savnandi evni. Men eisini plátur, sum seinni eru blivnir klassikarar, serliga Faroe Boys plátan frá 1967, sum eg reddaði úr einum skrellikonteynara á Tórsbyrgi, í mint condition. Hetta er klassikarin yvir øllum á vinyli.



Plátuspælarin er ein ITT Schaub Lorentz, ið enn er hin sami, sum Martin hevði í kjallaranum í Dr. Jakobsensgøtu í sjetyiárunum. Á einum smalfilmi frá somu tíð sóu vit eisini, at mest sum einki er broytt í túninum, oman móti Keypsamtøkuni og har um leiðir. Einasta broyting er standmyndin hjá Andreasi Andreassen.


So var at granska í gomlum plátum og leggja tær í røð at spæla, ella at gera ein playlista, sum tey siga í Kringvarpinum í dag. Og nú vit tosa um kringvarp, so var henda plátan, niðanfyri, eitt hitt á FM støðini á Eiði um hetta mundi. Harry Nilsson og sangurin Joy.



At leita í gomlum plátum er sum at fara á rannsókn í einum fremmandum landi. Einum landi, har eg ikki visti, at eg nakrantíð hevði verið. Men tó er einki sum tónleikur at kveikja minnið. Legg plátuna á og alt stendur ljóslivandi fyri tær. Í so máta var stuttligt at finna hesar báðar klassikarar fram á loftinum, norsku Dizzy Tunes við vakra sanginum Du er min skygge hvor jeg går og Herman's Hermits við snøgga poppsanginum East West. Jú, hesum lurtaði man eftir sum tannáringur. Órúligt.


Jóhan Petur minti meg á tá pápi mín bæð okkum báðar hjálpa sær at velta og seta epli niður á Hvarvinum. Afturfyri fingu vit 11 krónur í part. Upphæddin var ikki tilvildarlig. Hon røkk akkurát til eina single plátu í part. Eg keypti Beatles plátuna Come Together/Something


Men leygardagin var ikki bara at sita stillur og lurta eftir gomlum plátum. Nei, Hans og Martin høvdu eisini stilla gittarar og forsterkarar fram, so vit fingu høvi at hoyra teir spæla eina perlurøð av Shadowsløgum í stovuni í Purkugerði.




Úrvalið av plátum, sum varð lagt á plátuspælaran, var ymist. Mítt egna var The Beauty  Is Under the Skin og Everyman við Tom Fogerty, beiggja John C. Fogerty, í Creedence Clearwater Revival, ukulele sangurin Blue Red and Grey hjá Pete Townshend í The Who og Time has Told Me við Nick Drake. Bread plátuna eigur Martin og har var tað serliga Down on My Knees, vit spældu. 






Plátuhúsar vóru stundum listaverk, so stórir teir vóru. John Entwhisle hevur til dømis tekna henda húsan, The Who By Numbers, sum her sæst afturvið seinna forrætinum, turrum fiski, køldum kókaðum eplum og spiki. 



Fyrri forrættur var trý sløg av sild við breyði og snapsi. Longst til høgru sæst singleplátan við Marmelade, Reflections on my Life, hon við tí frálíka bassinum, ið er so meinlíkur Something hjá Beatles, og matchar so frálíka væl í liti við russisku sildina longst til vinstru. Sangurin yvir øllum frá okkara dreingjadøgum, No Matter What, við Badfinger, liggur klárur og bíðar at verða spældur á fløgu, hart frá. Einki er sum at definera lívið út frá plátum. Tulkingarfelagsskapur, siga teir lærdu sosiologarnir. 




So er at ringja eftir sjútsi at føra okkum út á Norðasta horn at gera døgurða hjá Hansi. Martin ringir við eini reyðari Ericofon, sum í veruleikanum æt Cobra og kom fram longu síðst í fimtiárunum og var at fáa til 1982. Bæði foreldur Martins, Katrin og Arni, arbeiddu á telefonstøðini og stuttligt var at síggja privatan smalfilm við teimum, Árna Dahl og okkum øllum floksfeløgum. Eg minnist altíð við gleði teirra heim, mitt í Havn. 




Døgurðin var gjørdur og borðreiddur í køkinum hjá Hansi á Norðasta horni, neytalundir, stokt sum búffar, við sós og eplakrokettum. Og meðan vit tosaðu um skúlablaðið, vit gjørdu við stenslum og spritti saman við Árna Dahl í Venjingarskúlanum, fall tosið á føroyskt í skúlanum. Onkur vildi vera við at skúlablaðið varð steðgað, tá ein annar føroysktlærari fann sjey feilir í einu yvirskriftini. Kveiktir av hesum skúlatosi, lendu vit á tí hugfarsligu sannkenning, at neytalundini skiftu kyn, frá lundum til búffar, meðan vit matgjørdu. Hvat er skúlaskapur og gamalt vinalag ikki herligt!