Skip to main content

With God on our Side


Er Guð við okkum, hvør er tá ímót okkum? skrivar Paulus ápostul í brævi til rómverjar. Hetta við Guði er ikki longur ein spurningur millum meg og gravarbakkan, men ein útvortis partur av føroyskum kjaki. Ikki dialektikki, men heldur tí øvuta, eini teppan av vantrúgvandi mótpartinum.

Fyrstu ferð eg fekk Guð í retoriska rangastrúpan var tá ein vælmeinandi prædikumaður settist við skriviborðið í Útvarpinum, hugdi djúpt í eyguni á mær, sum var hann Uri Geller og spurdi við tølandi rødd: “Birgir, hvussu hevur tú tað við Gud?”

Eitt retoriskt knock-out eftir at eg so himmalskt fegin kvøldið fyri hevði larmað í Útvarpinum við fyrstu Rokk Redaksjónini. Á Bryggjubakka, tað mundi vera í 1978.

Tríatitrí ár seinni.

Meðan arbeiðsmenninir hjá kommununi hanga jólapyntið upp á Áarvegnum, kallað verður til fyrsta tingfund á Tinghúsvegnum og løgmaður umhugsar nýggjársrøðuna úti í Tinganesi, grundi eg yvir, hvussu Guddómurin verður brúktur sum maktfaktorur í politiskum retorikki. Og hví menn á vallistanum hjá Miðflokkinum beint fyri valið skuldu leita til Kina at smugla bíbliur, tá tey har í landinum longu frammanundan eiga heimsins størstu Bíbliuprentsmiðju, Amity Print í Nanjing.

Er ein onnur makt í teim faldaðu hondum og útbreiðsluni av orðinum?

Lat okkum við hesi vinkling hyggja at trimum teim seinastu nýggjársrøðunum hjá løgmanni.


Í nýggjársrøðu løgmans 2008 verður Guð nevndur einaferð. Tað er í endanum, tá løgmaður sigur “Gott nýggjár og Guðs signing øll somul.”


Árið eftir er talan vorðin eitt sindur gudiligari. Í nýggjarsrøðuni 2009 endar løgmaður røðuna við tvær ferðir at nevna Guð: “Guð signi okkum øll, og Guð signi Føroyar – gott nýggjár!”


Í nýggjastu nýggjársrøðu løgmans verður tríggjar ferðir nomið við guddómlig viðurskifti. Løgmaður nevnir Jesus eina ferð og Guð tvær ferðir: “Mítt nýggjársynski er, at vit taka orðini hjá Jesusi til okkara um at taka bjálkan úr egna eyga, so at vit síggja at taka flísina úr eyganum hjá okkara næsta...Guð signi okkum øll, og Guð signi Føroyar – gott nýggjár!”

Skal ikki gita, hvussu tilstundandi nýggjársrøða verður sett saman, tá umræður guddómlig heiti og viðurskifti, nú bæði Faðir og Sonur hava verið brúktir.

Í 1997, tá Bellamy Brothers vitjaðu, fekk eg til uppgávu at tosa við teir í ein tíma í Útvarpinum, beint undan konsertini. Teir hugnaðu sær og sungu okkurt ørindi. Tvey ár undan høvdu teir givið út fløguna Sons of Beaches við undarliga sanginum Jesus is Coming:

Politicians beware cause in a loophole you’ve missed
Jesus is coming and boy is He pissed


In a world gone mad He’s watching it all
And the meek shall inherit but the mighty will fall


It’s a shame what we’ve come to and we cannot go back
And the train bound for glory went down the wrong track
Soon the love in His heart will be the rage in His fist
Jesus is coming and boy is He pissed


Steintór Rasmussen tekur upp sama tátt á fløguni Valla foldum á (2011). Hin fimti av tólv sangum kallast Kom aftur Jesus. Nakað eftir regluna ”Nær kemur tú og kemur til mín” biðjur yrkjarin:

Kom aftur Jesus hvat vildi tú havt sagt
Har trúgvin er vitloysið og makt
Til leiðarar kring heimin og deyðans sølumenn
Í Mekka og í Jerusalem
Eg biði teg Jesus, sum mangur hevur gjørt
Kom aftur! Tað hevði verið stórt
At prædika um lívið og um hesa verð
So satt sum nakað er


Í kvøld spyr Justinus Eidesgaard á Facebook: "Tveir høvuðsvegir eru innan kristindómin í Føroyum. Annar er, at vit eru so elendig, at Guds sonur mátti doyggja fyri okkum og trúgva vit hesum, er alt væl vorðið. Hin er, at Jesus boðaði okkum hvørji vit veruliga eru, ljósins børn, Guds synir sum av syndafallinum ikki vita, at so væl er statt. Hvør man vera tann rætti?"

Spurningurin fær sum vera man nógv svar, sum øll leita hvør í sína ætt.

Bíbilskur tekstur kann brúkast og skiljast á mangan hátt, persónliga og alment. Eg skal ikki meta um, hvussu hesi orð kundu verið brúkt í politiskum retorikki á tingi í dag:

Men Jesus hugdi upp á hann og fekk yndi til hansara og segði við hann: »Eitt vantar tær: Far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!« Men hann varð dapur í huga av hesum orði og fór syrgin burtur, tí at hann átti nógva ogn. Og Jesus leit seg íkring og sigur við lærusveinar sínar: »Hvør torført er tað hjá teimum, sum eiga ríkidømi, at koma inn í Guðs ríki!«
Mark 10,21-23


Persónliga sigi eg, at orðini stava frá heimsins fyrsta og fremsta sosialisti. Men tað haldi eg inni við meg sjálvan.