Runt um í landinum liggja snørdir hoyposar, har bøndur hava hoyggjað við traktori. Lagdir á rað, tykjast posarnir sum tanngarðar úr ævintýrinum hjá Karius og Baktusi. Hjá útlendingum er tað kanska eitt annarleiðis ævintýr, at koma um gyrðingarnar og læra munin á tí, sum kanska, kanska ikki, er innangarðs og uttangarðs.
Hesar nýggju Føroyar dagaðu fyri mær, tá eg á Hagstovuni um dagarnar sá eitt yvirlit, ið sýndi føroyingar, ið ikki eru føddir í Norðurlondum, kanska eini 8% av samlaða fólkatalinum. Til dømis 82 fólk úr Afrika, um vit ikki telja teir 31 føroyingar við, sum eru føddir í Etiopia, 71 fólk úr Teilandi, 66 fólk úr Filipsoyggjum og 65 fólk úr Asia annars. Abstraktu tølini blivu heilt ítøkilig, tá eg sá permuna á nýggjari kristnibók, sum Ingi Sørensen hevur tikið av fýra føroyskum børnum í heimabundnum troyggjum á gólvinum í Listaskálanum. Fyrsta heita almenna vælkomuheilsan eg havi sæð.
Enn eitt ítøkiligt dømi um at Føroyar eru opnar og vilja fevna heimin, sæst á vegginum á Skipasmiðjuni í Havn, sum nú eitir Mest. Har eru pólsk boð til pólskar arbeiðarar um, hvar nýskorðið jarn skal leggjast.
Umframt pólsku skeltini á Skipasmiðjuni er eisini ein pólskur bloggur http://havnar.blogspot.dk/ sum javnan ber tíðindi úr Føroyum. Myndirnar á pólska Føroyablogginum eru so framúr.
Og komin til Føroya ber til at venja handicap í golf, sum hesin ferðamaður gjørdi fram við vegnum í síðum grasi og nógvum vindi.
Men Forboðsføroyar síggjast eisini úti í óbygdum. Meðan bannað er at dálka drekkivatnið, er ikki bannað at taða bøin longur niðri, har øll kríatúr bíta gras.
Ómælandi veðrar ganga spurnir við vegjaðaran. Teir høvdu allir hug at amast og nálgast í svalliga lotinum. Mangt er, sum ikki var, innan nýggju føroysku tanngarðarnar. Men her í nýggju Føroyum er rúm fyri øllum.