Skip to main content

Anton á filmskúla í Sarajevo


Anton Petersen úr Havn, sum í fjør fekk Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, er sloppin inn á nýggja filmskúlan Film Factory hjá Bela Tarr (f.1955) í Bosnia-Hersegovina. Skúlin, sum er í Sarajevo, er eitt trý ára phd skeið, har sjálv phdverkætlanin er ein spælifilmur í fullari longd. - Tvey tey fyrstu árini gera vit fýra stuttfilmar, sigur Anton í samrøðu við Birkblogg í dag.

Tilgongdin við umsókn og upptøku er langt síðani av, men eftir at hava sæð filmin Skýming og eitt ráklipp av nýggja filminum hjá Anton, Drongurin og Eggið, hevur Bela Tarr straks tikið Anton sum næming.

- Fyri meg er hetta tann størsta útbúgvingin, eg kundi fingið, sigur Anton ovurfegin í samrøðu í dag. Teir seytjan lestrarfelagarnir hjá Antoni eru úr øllum heimspørtum. Umframt eina føroyingin er bara ein norðbúgvi, tað er Valdimar Jóhansson, sum er úr Íslandi.

Niðanfyri er Bela Tarr avmyndaður á finsku miðsummarfilmstevnuni The Midnight Sun Film Festival, har Aki Kaurismaki er fastur fúsur. Kaurismaki, Fríðrik Thor Fríðriksson, Jim Jarmush, Gus Van Sant, Atom Egoyan og Tilda Swinton eru millum teir 19 altjóða lærararnar á filmskúlanum í Sarajevo.


- Hetta er so mikið nýtt, at alt er ikki komið uppá pláss enn. Eg skal verða frammi tann 15. februar og tríggjar dagar seinni byrjar skúlin, sigur Anton, sum nú ger seg kláran at fara avstað. Bela Tarr, sum er fakultetsleiðari, sigur soleiðis um skúlan:
While there are more and more images everywhere around us, paradoxically, we perceive the increasing devaluation of this beautiful language every day. It is in this context that we are seeking to demonstrate, emphatically and convincingly, the importance of visual culture and the dignity of the image to the coming generation of filmmakers. Our aspiration is to educate mature filmmakers who think responsibly, with the spirit of humanism, artists who have an individual outlook, an individual form of expression and who use their creative powers in the defence of the dignity of man within the reality that surrounds us. Probing questions concerning our outlook on the world and the state of our civilization must impact the work of the new programme of doctoral studies in Sarajevo.
Tá Anton Petersen í fjør fekk gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, var tað við hesum orðum frá formanninum í nevndini, Sigurði í Jákupsstovu:
Skýming er ein stutt søga um ein mann, ið leitar eftir sær sjálvum. Ítøkiligi karmurin er eitt parlag á okkara døgum í Havn við Nólsoynni í baksýni. Anton hevur við hesum filmi sett sær stórar avbjóðingar, sum eisini hava staðið við í langa tíð. Umframt søgugongdina, har mannligi høvuðsleikarin leitar millum barndóm og manndóm, kunnu vit eisini siga, at Anton sum leikstjóri leggur lunnar undir ein sermerktan stíl og máta at bera fram film úr okkara veruleika og náttúru. Umframt tilknýtið til barndómin, ofta lýst við tølandi minnismyndum, tykist Anton í hesum filmi serliga at dvølja við sambandið við náttúruna. Í hesum evnisvali skapar Anton eitt huglag, har vit mitt í tí triviella undrast um skapanarverkið. Anton sýnir eitt myndamál, ið er serstakliga egið og sjálvrannsakandi. Hetta síggja vit serliga í uppafturtiknum nærmyndum av høvuðsleikaranum. Sjáldsomu nærmyndirnar fata vit sum rannsakandi og náðileyst gjøgnumlýsandi sjálvsmyndir av einum leitandi leikstjóra. Leitanin vitnar um strong krøv til sín sjálvs, og krøvini verða sett úr øllum filmiskum vinklum. Uppi við hesum sjáldsama myndamáli hóma vit afturljóð frá stóru filmsmeistarunum, eitt nú Andrej Tarkovsky, sum ung filmslistarfólk her á landi eru farin at skifta orð um. Henda tilvitska um film sum miðil er sjáldsom og so mikið meir verd at stuðla.
Nám hevur keypt rættindini at brúka filmin Skýming í skúlanum og hevur latið gera næmingauppgávur til filmin. Frammanundan hevur Nám eisini keypt rættindi til skúlasýningar og gjørt uppgávur í til filmin hjá Sakarisi Stórá Passasjeren.

Birkblogg ynskir Antoni hjartaliga til lukku, nú hann er sloppin inn á henda spennandi nýggja filmskúla í Sarajevo, har heimsins fremstu filmslistafólk fara at undirvísa!