Fríggjakvøldið var leikstjórin Kristina Sundar Hansen profilur í Degi og Viku. Kjakevnið var tað, sum hendi fyri sjey árum síðani, tá Kristina misti tveir synir og ein triði vinmaður teirra eisini lat lív í einum eldibrandi í Havn. Orsøkin til at hetta evnið varð tikið upp í aktuellu sjónvarpsendingini, var nýggi harmleikurin, sum Kristina hevur skrivað, og sum skuldi frumframførast á Tjóðpallinum kvøldið eftir, Sár á sál. Longu í heitinum hugsi eg um Løgneren hjá Martin A. Hansen. Sig ikki navnið ov skjótt. Sárað sál. Sár á Sál. Sárað sál. Eitt gott heiti.
Tó, sjónvarpsprátið millum journalist og leikstjóra tyktist mær so kensluleyst, at eg fekk hug at sløkkja, so illa kendi eg meg sum hyggjara heima í stovuni. Støðið varð tikið í vendingini “Eg hugsi ofta um teg”. Hvat meina tey við, sum siga so? Amerikanarar fara eitt stig longur og siga í ramasta álvara “We’ll remember you in our prayers”, tá tey síggja føroyska veðurkortið. Havi mangan hugsað, hvat tey meina við, tá tey siga so. Er tað, sum Kristina sigur, teirra egna ræðsla fyri ónevniliga deyðanum og ótamdu náttúruni á óvardu oyggjunum?
Kalliga prátið í Degi og Viku fríggjakvøldið var sum ein spentur stálfjøður undir leikinum leygarkvøldið, har eg í myrkrinum kundi fabulera um spennið millum, journalistiskt yvirhøvur ikki at røkka inn í stovuna, og so at fevna ein fullsettan sjónleikarasal við tí vakrasta skaldskapi eg minnist meg hava hoyrt á palli. So er tað sagt.
Hóast Kristina er handan pallin, er perspektivið so púra privat og subjektivt. Leikararnir eru tveir, Annika Johannessen, ið er mamman, sum hevur mist, og Sofía Nolsøe, ið er turrisligur málsviðgeri, sálarfrøðingur við brillum og alskyns stríðandi skuggamyndir, innari og ytri, í nærumhvørvinum hjá mammuni. Meðan Sofía hevur ein framúr kláran og sterkan málsligan og kropsligan framburð, er hetta, kanska tilvitað, ikki galdandi í leiklutinum hjá mammuni. Longu í fyrsta beinleiðis spurningi “Hvussu hevur tú tað?” er ilt at hoyra ljóðini, so spurnarorðið í størri mun verður tað barnsliga "Usssju?" Kanska er tað tilætlað at hava ein sterkan og ein veikan kvinnuliga figur upp ímóti hvør øðrum á pallinum. Veit ikki.
Teksturin, ið eg fati sum avgjørdi høvuðsleikarin, er givin út í bók á egnum forlagi. Hann er allan vegin so beinrakin og andadráttshárfínur, at her skal klár tala verða í hvørjum orði og hvørjum stavilsi, hugsaðum sum óhugsaðum. Tað bilti í fleiri førum hjá mammuni. Kanska skal tað vera so. Eg veit ikki.
Pallmyndin hjá Hansinu Iversen er hugtakandi einføld. Vit síggja inn í eitt op, sum eisini er eitt útsýn til áskoðaran, til lívið. Bygnaðurin er sum ein tíðarleysur marmorveggur, skyggjandi hvítur, kanska mitt í grikska oyggjahavinum. Á skiftandi bláa bakvegginum sveima skýggj, farrin av einum guddómligum andliti hómast, og onkuntíð strýkur eitt varisligt stjørnuskot eftir høgra bakveggi. Meðan pallljósið er bjart og bleiktrar náðileyst á marmormúrinum, er ljóðið minimalistiskt. Til vinstru eru smáar stiliseraðar ímyndir av føroyska skrivstovu- og bindiklubbaveldinum, og til høgru eru tær báðar rýmingarleiðirnar, Atlantsflog og Norrøna. Hugvekjandi og effektivt um eina leið.
Leikurin er ein sigur hjá mammuni á sær sjálvari. Við orðum hevur Kristina um ikki vunnið, so hevur hon bjóða deyðanum av, hevur staðið andlit til andlits við sjálvan deyðan og megnað at syft privatu samrøðuna út um pallin til okkum áskoðarar, ein óinnballað heilsan av botninum í djúpasta meiningsloysi í allari tilveruni - at hyggja niður í ikki bara eina, men tvær opnar gravir hjá egnum børnum.
Hóast Kristina í leikinum undirstrikar at hon er ikki religiøs, men trýr á kærleikan (bls. 21), so syngja allir sálmar innan í mær, tá leikurin er av. Fremstur av teimum er nummar hundrað og fimmhálvfems í sálmabókini “Deyði, hvar er nú broddur tín?”
Enn einaferð vil eg siga at teksturin er høvuðsleikarin. Rithøvundafelagið eigur at hava henda tekst í huga, tá uppskot skulu veljast til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina. Sum eg skilji, er teksturin longu týddur til danskt. Almenna innihaldið kann flytast í øll tungumál og setast á allar heimsins pallar. Til lukku og takk fyri eina góða uppliving, sum ikki var sentimental og ikki ein minutt ov long.