Sunnukvøldið verða Oscarvirðislønir handaðar í the Dolby Theatre, fyrrverandi Kodak Theatre, sum tó enn er sami bygningur á Hollywood Boulevard. Eingin einstøk filmsvirðisløn er so týðandi sum henda, ið kann lyfta ókendar filmar, filmsleikarar og filmsleikstjórar, fram í ljósið og tryggja teimum eina framtíð. Mest áhugaverda grein er Best Foreign Language Film, besti filmur, sum ikki er amerikanskur. Her er tað at norðurlendskir filmar ofta gera seg galdandi, og aðrir púra fremmandir filmar, sum í størri mun enn mainstream blockbusters eru nýskapandi og listarliga áhugaverdir. Soleiðis er aftur í ár. Tveir norðurlendskir filmar eru skotnir upp, norski Kon-Tiki (Joachim Rønning og Espen Sandberg 2012) og danski En kongelig affære (Nicolaj Arcel 2012). Umframt ein kilenskan og kanadiskan film, er eysturríkski Amour (Michael Haneke 2012) millum hesar fimm. Filmklubbin í Tórsbyrgi vísti henda filmin í gjárkvøldið. Eg má siga sum er, at eg vóni hann vinnur. Norski filmurin er nettupp ein Hollywood blockbuster um ein ørvitisfisk á flaka í hundrað og ein dag, og danski filmurin er eitt søguligt klædnadrama. Vóni ikki at norski filmurin vinnur og vænti ikki at danski filmurin vinnur, men vóni at Haneke vinnur. Eins og í fyrru filmunum er hann eirindaleysur og klaustrofobiskt afturlatin. Hann vil altíð siga eina søgu uttan ytri pynt. Náðileysur sker hann inn á bein, so bara søgan stendur eftir. Á myndini omanfyri sæst Haneke saman við aldrandi filmsparinum í Amour, Emanuelle Riva (f.1927), sum í 1959 spældi í Hiroshima, Mon Amour og Jean-Louis Trintignant (f.1930), sum í 1966 spældi í Un homme et une femme. Filmurin Amour, sum verður borin saman við svensku Bergmannfilmarnar Scener ur ett äktenskap (1973), minnir tó nógv meir um meistarliga íslendska filmin Eldfjall (Rúnar Rúnarsson 2011). Amour er í fimm førum skotin upp at fáa ein Oscar sunnukvøldið: fyri besta film, besta fremmanda film, bestu leikstjórn, besta kvinnuliga høvuðsleikara og besta handrit. Var eg ein av teim fleiri enn 6000, ið hava atkvøðurætt, so fór mín atkvøða í øllum fimm førum til henda film, Amour. Hvussu leikur fer, síggja vit á danska TV2 frá klokkan 22:05 sunnukvøldið. Niðanfyri eru teir útlendsku filmarnir, sum eru tilnevndir í Oscarkappingini.