Leygardagin møttust vit floksfelagar, Hans, Jógvan, Jóhan Petur, Martin og eg. Norðurlandadagur var og heimastýrislógin fylti 65. Hesi ytru viðurskifti sluppu at seta karmin um ein várligan harrafrokost við mati og mentan í Havn ein heilan leygardag.
Vit byrjaðu í Tórsbyrgi við føroyskum laksi og brotbreyði, og eini røð av várbjóri frá Okkara og Føroya Bjór. Semja var um at Føroya Bjór var í øllum førum tað streymlinjaða altjóða ølið, meðan Okkara stóð fyri tí markanta smakkinum, sum onkuntíð ikki fekst bilbukt við, og í Kellingaførini ikki hóvaði nøkrum. Besta bjórin var Brandan, sum fekk viðmerkingarnar myrk og markant, lakresrót av Apotekinum, gott skúm, langan góðan eftirsmakk.
Eftir máltíðina við laksi, bjóri og norðurlendskum tónleiki við Rocking Ghosts, gingu vit niðan á Háls at bowla.
Eftir kappingina í Bowlinghøllini kundu vit enn einaferð tendra Spotify og sanna at Everyone is a Winner.
Niðri í Gundadali er blivi opnari, nú tey brøttu og sjáldsama ljótu áskoðaraplássini eru tikin burtur. Helst er Gundadalur vakur, men øll tann óskipaða byggingin hevur altíð forðað fyri einum møguligum vakurleika og funktionaliteti á hesum øki. Kanska fer skil at koma í, so økið kann lata seg upp fyri teim vitjandi. Og so tendraðu ljósini fyri okkum.
Við hvíldarheimið Naina ganga vit gjøgnum Plantasjuna, fram við Listaskálanum og standmyndini av reysta sjómanninum, sum norski myndahøggarin Kaare Orud (1914-1998) gjørdi. Birgar Johannessen sigur, at upprunaliga var ætlanin at standmyndin skuldi vera á Tinganesi, so bleiv tað til Skansan, men endaði so her í Plantasjuni og varð vígd av Jákupi Joensen, prósti, sunnudagin 22. juli 1956.
Tá húsini hjá Williami Heinesen (1900-1991), Williamshús, koma undan, steðga vit og lesa Det Muntre Nord (1972), sum Gunnar Hoydal týdd til Mítt káta Norð.
William Heinesen yrkti hesa stuttligu yrking til danska myndlistamannin Sven Havsteen-Mikkelsen (1912-1999), sum hevur prýtt nógvar kirkjur í Føroyum, millum annað katólsku Mariukirkjuna, eitt vet longur niðri í somu gøtu.
Til vøkru glasmyndina í vindfanginum hoyrir eitt ørindi úr Opinberingini: "Og stórt tekin kom til sjóndar á himni: kvinna klædd í sólini, og mánin var undir fótum hennara, og á høvdi hennara var krúna av tólv stjørnum." So ganga vit yvir eftir Pedda við Stein Gøtu og niðan eftir Dalavegnum til Jógvan, har forrætturin er donsk og svensk sild við svenskum snapsi og várbjóri afturvið.
Í ættini hjá konu Jógvan, Onnu Mariu Restorff, er ein hondskrivað bók hjá Frants Restorff (1871-1933) við uppskriftum úr øllum heiminum, m.a. úr Siam. Her skrivar Frants um jóladøgurðan hjá kommandantinum.
Frants Restorff, omanfyri, læt upp bakarí niðast í Fransabrekkuni, Frants Restorffs Bakarí, í 1902. Bakaríið hjá Frants læt aftur í 2006. Høvuðsrætturin í dag, Norðurlandadagin, er gular norrønar ertrar við fleski, pylsu, breyði, eitt strok av sterkum fronskum sinnopi og føroyskum várbjóri afturvið.
Omaná eru álendskar og føroyskar pannukøkur við fromasju, róma, rabarbusúltutoyi og reyðvínssúltaðum sviskum við kaffi og Cointreau.
Dótturin, Jakobina, hevur verið skúlaferð í London og keypt nýggja tvørfloytu. Hon spælir Eg skar mítt navn í grein ta hvítu.
Á vegginum hongur mín yndismynd eftir Thomas Arge (1942-1978) við heitinum Eftir drápið.
Eftir døgurðan ganga vit um Peturstrøð, Livulág og Vallalíð til Svalbarðsvegin, Grønulíð, Hvarvið, Íslandsveg og út eftir Landavegnum undir Gráastein til Jóhan Petur, sum hevur savnað norðurlendskar konsertir, m.a. við Anisette og Savage Rose, afturvið turrari grind, turrum fiski, spiki og eplum.
So er fokus á tónleikin. Vit ganga Undir Gráasteini út eftir Kirkjubøarvegnum, niðan trappurnar til Skemmingsgøtu og inn til Hans, har Elvis førir okkum burt í annan heim í sanginum If I can Dream. Takk fyri ein frálíkan dag!