Í gylta ljósinum hósmorgunin koyra vit frá bónadagarðinum í Cavriglia, har suðuri í Chianti í Toscana.
Bilurin er pakkaður og leiðin gongur norðureftir, framvið strondini, fyrst til Pisa, har tey undir sólini dyrka nýggja ítrótt við veipandi ørmum.
Hóast skeltið sigur, at grasið skal hava frið, er eingin ið gevur ti gætur. Hetta man verða heimsins minst aktaða skelti.
Við bleikføroyskum leggjum royni eg meg eisini á friðaða italska bønum.
Hetta er Torre pendente, Skeiva tornið í Pisa, sum longu fór at halla í 1173, tí lendið gav seg, tá byrjað varð at bygga klokkutornið, sum stóð liðugt í 1372 og skuldi ringja fyri dómkirkjuni við síðuna av. Hallið hevur verið 5,5 stig, men nú er tað bert 3,99 stig, upplýsa ferðamyndugleikarnir í gamla býnum, har kloakkdeymurin stendur ramur í nasarnar, meðan ágangandi afrikanskir seljarar herja á teg úr øllum ættum at selja ektaðar brillur, Dolce & Gabbana, og ektaði ur, Rolex, fyri ein sámuligan penga, special for you, mitt á gøtuni, tað er so vist og satt. Eitt óunnuligt upplivilsi, sum vísir ranguna á ótamdari ferðvinnu, hóast tornið sjálvt er ein uppliving at síggja.
So fara vit longur norðureftir italsku strondini og ætla at finna tær fimm litføgru bygdirnar, ið ganga undir felags heitinium Cinqueterre.
Vit ætla til La Spezia, tí tað slepst bara í toki hagani til Cinqueterre. Men GPS'arin spælir okkum eitt puss, og vit enda á einum krúllutum bygdavegi, ið førir okkum í brattlendið oman til Monterossa.
Hetta er ein av teim fimm bygdunum í Cinqueterre. Her búgva 1500 fólk og á heysti í 2011 var omanlop, sum tók stóran part av bygdini burtur. Endurreista bygdin er litføgur og roynir sum frægast at taka ímóti teim ovurhonds nógvu ferðafólkunum, ið koma higar. August er italsk feriutíð burturav, og flestu vilja halda frí við italsku rivieraina, sum byrjar her um leiðir og røkkur heilt upp til Genova, men er serliga miðsavnað við lítlu bygdina Portofino og grannabýin Rapallo, har alt er útselt. Vit steðga tí í Monterossa.
Tað er stórur munur á agrarturismu, bóndagarðsferiu, sum vit upplivdu hana í Chianti, og hesum slagi av feriu, pescaturismu, sum vit síggja í Monterossa. Ævintýrið er ikki nóg ektað.
Men italsku ungfólkini halda sær at gamni, sóla sær og svimja, og leggja líka í, hvat vit turrisligu norðurlendingar halda um mentan og ferðavinnu.
Meðan vit fanglast við GPS'aran at finna italsku vegirnar og røttu støðini, renna vit okkum í eitt ferðsluóhapp í einum av mongu tunnlunum.
Her er einki annað at gera enn at bíða í hitanum. Tað verður seint og vit fáa einki innivist í paradisiska býnum Rapallo, og noyðast at koyra heilt norður til Genova. Her er so villingarsamt, at á bensinstøðini spyrja vit tveir fryntligar politistar, annar maður, hin kvinna, um tey vita eitt hotell til okkara. Jú, kvinnan er beinasom og leiðir okkum glaðbeint um hornið og peikar í sólsetrinum á risastóra Novotel við útsýni til autostradur, byggivirksemi og havnalag.
Morgunin eftir síggja vit, at alt hevur eina framsíðu og eina baksíðu. Eisini í brattlendinum oman móti havnini í Genova.
Vit ganga frá hotellinum móti gamla býnum, Centro Storico, og renna okkum í slottið hjá Andrea Doria (1466-1560), einasta prinsi í Genova, og síggja fyrst baksíðuna á Villa del Principe, sum hann fór undir at byggja í 1521.
Navnið Andrea Doria kenna vit tó helst best frá skipsvannlukkuni í 1956, tá svenska ferðamannaskipið Stockholm í mjørka út fyri Nantucket í Massachusetts rendi beint í siðuna á italska stoltleikanum, Andrea Doria, sum stevndi móti New York. Skipið var eitt av teim síðstu av hesum slag at sigla um Alantshav, innan flogferðslan vant uppá seg. Andrea Doria sakk eftir 11 tímum og bert 52 fólk doyðu, meðan 1660 bjargaðust. Í mong ár varð nógv skrivað og sagt um bjargingarbátarnar, sum ikki slapst til, tí nýggja og modernaða skipið hevði so stóra slagsíðu. Úr garðinum hjá tí upprunaliga Andrea Doria, ið sum ein annar Magnus Heinasson (1548-1589) var condottieri, lógligur leiguhermaður og admirálur, sæst oman í havnina í Genova, sum er hinumegin urtagarðin, har ferjan til Tunis er klár at sigla.
Niðan úr garðinum hjá Andrea Doria í Villa del Principe sæst ein partur av gráa ídnaðarbýnum Genova, sum nú letur seg upp sum ein blóma í altskyns litum.
Vit ganga víðari og koma inn í trongu gøturnar í gamla býnum í Genova, Centro Storico, har kent og ókent, gamalt og nýtt, evropiskt og arabiskt møtast undir somu sól, sum í hesum talandi handilsglugga, ið kundi havt verið úr Bringsnagøtu í fimmtiárunum.
Í næsta glugga sæst innar í ein matvøruhandil, har tey skera, viga, gjalda og heilsast alt um eina leið og við somu hond, sum far okkum at senda ein vinaligan tanka til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna harheima, sum ivaleyst hevði farið upp í reyða feltið, høvdu tey sæð hetta.
Og upp í reyða feltið komu helst øll i Itala hetta kvøld, tá sjónvarp og bløð vístu myndir frá einum óskiljandi springaradrápi heima í Føroyum, har 450 springarar vórðu hildnir til. Og springarar eru tað sama sum Flipper. At drepa Flipper 450 ferðir og at havið verður reytt alt sum tað er. Eitt brand, sum ikki er at spæla við. Ein plátuhandil í gamla býrapartinum er kunningarmiðstøð hjá Sea Shepherd.
Á kirkjutorginum um hornið situr Berti Pietroe og teknar hval og sild. Vit koma í prát og honum dámar hval, whal watching, og kennir Føroyar og tað hvalaveiðu, sum søguliga hevur verið har, og um nútíðar grindadráp, sum føroyingar enn fáast við. Mær dámar best at hyggja eftir hvali, sigur hann spakførur undan skugganum á kirkjutorginum.
Genovesiski vísusangarin, Fabrizio Cristiano De André, (1940-1999) eigur fleiri skriftorð á vegginum í gamla býarpartinum í Genova. Í einum skoti stendur hetta sitat úr sanginum Nella mia ora di libertà, 'Í mínum frælsistíma', ella rættari, 'Tá eg ikki var í fongsli'. Sangurin er á plátuni Storia di un impiegato (1973), sum sigur nýggju søgur um 30 ára gamla starvsmannin, ið verður kveiktur av studentauppreisturinum í mai 1968:
Ci hanno insegnato la meraviglia | verso la gente che ruba il pane | ora sappiamo che è un delitto | il non rubare quando si ha fame.
Frida Poulsen hjálpir mær at týða Fabrizio til føroyskt:
Tey hava lært tað undurfulla | móti fólki, sum stjelur breyð | vit vita nú, at hetta er skeivt | tað, at ikki stjala, tá man er svangur
Í hesum býarparti standa orðini bleiktrandi á vegginum og liggja leingi á. Fabrizio, niðanfyri, er ein yrkjari, eg má læra meira um. Tøkk og lov er hann á Spotify, so tað er laga manni at gera ein lista við hansara kendastu italsku sangum.
Umframt Fabrizio, havi eg eisini rent meg í rokkbólkin Marlene Kuntz. Spyrji í Saturn handlinum í Genova eftir fløgu ella dvd við Marlene Kuntz, men tað er nei. Eingin av teim fýra útgávunum fáast longur. Endaliga staðfesti eg fyri meg sjálvan at gamli plátuhandilin, sum vit higartil hava kent hann, er deyður og farin. Hann er ikki til longur. Men tað er Spotify, lukkutíð. Lógliga og lagaliga kann eg finna alt hjá Fabrizio, ið er ein italskur Dylan, og Marlene Kuntz, ið minnir um sponsku Heroes del Silencio og írsku U2, men pura á egnum beinum. Verður viðmælt.
Úr einum skoti koma nú krossfarar og frúur, spilllivandi, mitt millum høgu múrarnar, glintandi kassatól og goyggjandi hundar.
Vit runda Ferrari torgið, Piazza de Ferrari, við obligatoriska springvatninum og stolta Garibaldi á hestbaki í baksýni, nú sólin lækkar.
Vit ganga inn í enn eina søguliga gøtu í gamla býarpartinum, brøtt undanbrekka, við hópin av matstovum og smáum búðum.
Eina matstovan bjóðar sjampanju, tí tey hava bygt nýggja terrassu út á vegin. Vit vera boðin við og koma á tal við fólkini, sum matstovueigarin avmyndar, tí tey reka matstovu hinumegin vegin.
Vit gera av at støkka inn á gólvið har og eta døgurða. Men allir hesu talgildu møguleikarnar, vit hava í lummanum at kanna hvørt nikk og prikk, sum til dømis TripAdvisor, setir okkum skákmát, tí matstovan verður bannað niður og norður. Vit vága okkum tó at vitja hesi fryntligu fólk og setast, einsamøll, til borðs og fáa eina góða máltið við prosciutto, tunfiski og neytakjøti fyri ein bíligan penga. Nei, ikki er TripAdvisor so at líta á. Í talgilda tykisheimi kann tað saktans verða onkur, ið bara ger tær ónáðir.
Eftir dagsins døgurða ganga vit gjøgnum brøttu og smølu gøturnar í søguliga Genova. Millum torgini og ymsu handilsbúðirnar eru heilt vanligar íbúðir við spennandi hurðum og skeltum. Her eru einar svartar dyr við margtýddu latínsku áskriftini Flangar non Flectar, Boygdur, men ikki brotin.
Í einum skeinkistaði lesa vit søgur, sum gestir hava skrivað á veggin. Henda er um Pinoccio í hægstu feriutíð í Paradísi, sum Frida týðir:
Ein gamal maður møtir upp í Paradísi. Fyri tíðina eru øll, sum arbeiða, farin í feriu og Jesus sjálvur má standa við dyrnar. "Hvør er tú?" "Eg eri Giuseppe, fekk at vita, at eg skuldi møta upp her." "Hvat var títt arbeiði?" "Træðsmiðjur!" "Hevði tú nøkur børn?" "Ja ein ótrúliga væl uppdrignan son, sum fór heimanifrá sum ungur." Jesus hyggur væl at honum og sigur "Pápi!!" Gamli maðurin hyggur uppá hann, flennir og sigur: "Pinocchio!!"
Í myrkrinum ganga vit víðari í smølu skotunum, har skipini hómast ytst á redini og klæðini hanga at turka undur vindeyganum.
Tað er friðarligt í gomlu gøtunum í Genova, sum eru reinar og ljósar. Onkustaðni sita fólk uttanfyri eina krókuta matstovu, einastani hava tey sett seg á kirkjutrappuna at práta millum urtapottar og í eini smølu gøtuni hevur ein maður tikið stólin útum at svala sær á í hitanum við eini sigarett.
Og so er aftur eitt eggjandi kollveltingarkrutl á vegginum, hesuferð á sponskum um Chavez, sum doyði í mars, 58 ára gamal.
Seinasta náttsjón úr Genova er tunesiska sjórænaraskipið Neptune hjá Roman Polanski, sum hann bygdi til undirhaldandi filmin Pirates í 1986.
So er seinasti italski morgun á hesum sinni og vit koyra norður til Malpensa at flúgva til Føroya við Atlantsflogi.
Tveir tímar seinkaði eru vit frammi í øllum góðum. Tað er ein serlig fragd at seta seg í eitt heimligt flogfar og flúgva beint til atlaða staðin, uttan partú at skula lenda í Kastrup og byrja ferðina av nýggjum. Tað er ein serlig frítíðarkensla at stíga úr einum flogfari til og frá einum av heimsins metropolum, sum til dømis Milano.
Eftir flogtúrin heintar Hanus okkum á vøllinum og Sif Gunnarsdóttir bjóðar til konsert við 43 ára gamla John Carter Cash, einkarsoni June Carters og Johnny Cash. Við einum framúr føroyskum orkestri og einum amerikanskum gittarleikara, søgdu tey søguna um the Man in Black og meir afturat. Og beint sum eg helt at heima var best, komu tvær trompetir inn á pallin, Ólavur Olsen og Finnur Hansen, og førdu okkum beint til Tijuana. Hetta var ótrúligt. Myndirnar úr Norðurlandahúsinum lánti eg frá Halli Joensen.
Heimkomin úr Chanti í Italia til Cash í Norðurlandahúsinum, er grasið í Tórsbyrgi nýsligið og alt angar av føroyskum summari, ið er tað besta av øllum. Takk fyri góða ferð!