Í morgin letur bókamessan í Göteborg upp fyri fakfólki, tað eru fólk, sum burturav fáast við bókaútgávu, og fríggjadagin klokkan tvey verða dyrnar latnar upp fyri øllum.
Bókamessan er størsti savningarstaður fyri fakfólk í øllum Norðurlondum. Fyrsta bókamessa varð hildin í 1985, tá 5.000 fólk vitjaðu. Síðani er messan hvørt ár vaksin í vavi og í 2008 fór talið á vitjandi upp um um 100.000 skrásett fólk í fýra dagar. Í ár er 29. bókamessan, sum verður hildin í døgunum 26.-29. september í hølunum hjá Svenska Mässan í Göteborg. Í ár verður varpað ljós á rumenskar bókmentir. Almenningurin hevur eisini áhuga í bókamessuni. Upplýst verður, at 37% av teim vitjandi eru fakfólk, flestu teirra lærarar og bókavørðar. Býurin er skrýddur við uppsløgum, so øll vita um bókamessuna.
Sporvognar koyra til og frá, og allir hava teir nøvn á fólkum úr søguni á staðnum. Ein av ljósabláu vognunum, nummar 758, hevur navnið á blaðstjóranum á Göteborgs Handels- och Sjöfartstidning, Torgny Segerstedt (1876-1945), sum hevði dirvið at skrivað móti Hitler og Nazitýsklandi. Nýggi filmurin um hann, Dom över död man (Jan Troell 2012), verður nú sýndur í Norðurlandahúsinum.
Hotellið, eg búgvi á, er á Avenyen tey rópa, men sum i veruleikanum eitir so mikið sum Kungsportsavenyen. Tað kann hin fremmandi ikki vita, og enn minni Google. Men tó finni eg Mornington hotellið, sum eisini eitir Stravaganza. Tað er trupult at lesa og greina stavir og nøvn. Ikki minst á bókamessu, har øll liva av júst bókstavum og at týða teir fyri mannaættini.
Við hotelldyrnar er ein sjáldsom skrellispann við stuttligu áskriftini fimpa. Fimpa her. Tað merkir helsti stubbi, sigarettstubbi, og at sløkkja hann her. Fimpa so.
Inni í stóru høllini hjá svensku messuni gera tey klárt á føroyska básinum. Fremstur fyri á myndini er Jógvan Isaksen, sum rekur Mentunargrunn Studentafelagsins. Honum á baki eru Birna Jacobsen, Niels Jákup Thomsen og Jenny Johannessen
Her er nógv at gera, básurin skal gerast klárur til í morginárini, tá bókamessan letur upp, allar bøkurnar skulu setast á hillarnar og alt skal ruddast. Enn er alt eitt óruddiligt byggipláss.
Men skjótt tekur básurin seg væl út í bjørtum litum, og so liggur hann eisini væl fyri. Niðanfyri er nýggja yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen og so setur Niels Jákup seinastu bókina á hillina hjá Bókadeildini, sum er mitt fyri á básinum, undir búmerkinum FarLit, ið fevnir um føroyskar bókmentir í útheimi. Yvir básinum sæst heiðursgesturin á bókamessuni í ár, Rumenia.
Bókahillin hjá Námi er eisini klár, m.a. við virðisløntu bókini hjá Pól Jespersen um Rúmdina.
Tær báðar, Birna Jacobsen og Jenny Johannessen, samskipa føroysku luttøkuna á altjóða bókamessunum í Göteborg og Frankfurt undir heitinum FarLit.
Meðan vit eru liðug við føroyska básin, sum nú er klárur at taka móti gestum á bókamessuni í morgin og næstu dagarnar, eru grannabásarnir ikki heilt lidnir enn.
Beint upp at hvørjum øðrum eru nógvir básar, sum eru ikki sørt ólíkir. Her er hin trúfasti básurin við øllum lesnaði um, við og eftir Lenin, við reyðum karamellum og blýantum, og um hornið er hin eins ídni og missionerandi básurin um gospel í Svøríki.
Og um næsta horn á stóru kakofonisku bókamessuni er hin svenska dyslexiforeiningin, felag teirra orðblindu.
Um kvøldið er kvøldseta við rumenskum mati og víni, gospelsangi og tónleiki av pallinum, har tólv kvinnur sita og venda plátum, men eisini bróta breyð og skeinkja vín undir eini tornakrúnu, meðan Thomas De Liva syngur, og verðir spurdur um nýggju sjálvævisøguligu bókina, har hann tosar um átrúnaðarlig viðurskifti. Ikki petti blasfemiskt, men virðiligt og lívgandi.
Honum á baki er Pugh Rogefeldt, ein av undangongumonnunum at skriva poppsangir á svenska móðurmálinum. Í meðan sita tær tólv kvinnurnar støðugt og bróta breyð og skeinkja vín. Hugvekjandi pallseting, sum bæði sipar til Rósunnar navn og Bíbliuna.
So eru stundir at fara heim og verða klárur at møta morgindegnum, tá bókamessan 2013 letur upp í Göteborg. Føroyar smæðast ikki burtur, tað er vist og sætt.