Skip to main content

Gult er gott við Gjógv


Undir heystgráu skadduni, sum í dag kom rullandi av Gjáarskarði, millum Líkstein og Smalubrúgv og oman í Moldbakkarnar í Gjáardali, og hevði bestan hugin at súgva og læsa seg um alla ta litføgru bygdina, var tað sum um tey bæði gulu húsini, einar gular vindskeiðir og ein gulur durakarmur hinumegin ánna, brutu sær slóð úr gráanum, sum dreiv úr Nøvini, Middagsfjalli og Tyrli, og ikki fann ró fyrr enn niðri við hylin á Lítlafløtti í Stórá, sum longur uppi lýddi navnið Daláin. Soleiðis finnur alt sína leið av hæddunum, niður í túnið og at enda til tað, ið undir býr.




Á Gjáargarði møtti eg fryntligu Onnu Tórgarð, sum situr í móttøkuni og vísir mær útsýni yvir bygdina og út í havið. - Her eru fitt av fólki og tað gongur framá at víðka um tíðarskeiðið, tá ferðafólk og ráðstevnugestir vitja. Fleiri vilja uppliva Føroyar við brimi og tí hugtakandi ljósskifti, sum ofta er í illveðrinum um vetrarnar, sigur Anna.



Ørindini norðuri við Gjógv í dag eru bóklig. Fyri Nám skal eg hitta seks prestar, sum undir leiðslu av Ann Dahl Hansen skriva føroyskt tilfar til konfirmatiónsundirvísingina, sum hvørt ár fevnir um eini 500 tannáringar, ið prestarnir skulu undirvísa í sjeynda, onkuntíð áttinda, flokki, alt eftir um konformatiónin er um várið ella heystið. Bólkurin, sum er settur av Jógvani Fríðriksson, biskupi, telur frá vinstru á myndini niðanfyri Theodor E.D. Olsen, Kvívík, Ann Dahl Hansen, Tórshavn, Derhard Jógvansson, Tórshavn, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, Hvalvík, Hanus á Gørðum, Klaksvík og Símun Persson Jacobsen, innan Glyvur.


Nevndin hevur skrivað tilfar til konformatiónsundirvísingina, men vil hoyra hvørji forlagsráð Nám, sum júst hevur givið út fullfíggjað kristnitilfar frá fyrsta til níggjunda flokk, hevur at geva í tílíkum føri. Eins og í øllum øðrum førum er Nám altíð áhugað at hjálpa og vegleiða, tá almenn ynski er um tað. Í hesum føri eru eingir tvørleikar, bara samstarvsmøguleikar, tí uppgávurnar eru millum almennar stovnar og ásettar í lóg og reglugerðum um útgávu av føroyskum undirvísingarmiðlum og so ferming í kirkjuni. Ein frálíkur fundur við seks ungar prestar um upplagdar samstarvsmøguleikar í einum góðum landi. Eftir so hugvekjandi fund er stuttligt at ganga í bygdini og síggja, hvat hongur millum tað himmalsku skadduna og jarðiska túnið.



Við havinum fyri framman, men millum bøin og kirkjuna, er ein minnisvarði settur, sum Fritjof Joensen (1920-1988) gjørdi í 1971. Hon hyggur upp á luftina, annar sonurin niður fyri seg og hin út í Djúpini. Munnu tey vænta pápan av útróðuri, ella er vónin longu knúst og tey sita fátrúgvin við kirkjugarðin? Listamaðurin hevur seinni í sjeytiárunum gjørt frábrigdi av sama myndaevni og til sama endamál í Klaksvík og í Vági.



Á heimasíðuni Ungu Føroyar eru tey komin fram á ein gamlan stíl um heimbygdina, sum Sigurð Joensen (1911-2011) hevur skrivað í Gjáar skúla, tá Jóhan Kallsoy (1892-1973) var lærari har. Heitið á stílinum er Heimbygd mín og verður endurgivin her:
Heimbygd mín eitur Gjógv. Hon er norðasta bygd í Eysturoy og ein tann norðasta bygd í Føroyum. Gjógv er ein vøkur bygd, og uttan um hana eru fimm stór fjøll, tey eita Tyril, Middagsfjall, Gráfelli, Nøvin og Fjallið. Tað eru fleiri dalar uttan um bygdina; fyrst er tað Gjáardalur heimanfyri; táið vit ganga norðeftir upp úr dalinum, koma vit niðan í Barmin og so niðan í Rossabotn. Har skera tey torv, og ganga vit eystureftir niðaneftir, koma vit í Grønadal og so eystur um Klubban og oman í Tjørnudalin, so eystur um Eggina og eystur á Skúvadal. Táið vit ganga frá bygdini niðaneftir, koma vit niðan á Barm, haðani norð um Hálsin ella vit ganga norð um Múlan; so koma vit á Ambadal. Her er allastaðni líka vakurt. Tað eiga nakað nógvir heiðafuglar har í haganum. Har eru bæði tjøldur, spógvar, mýrisnípur, títlingar, starar og aðrir. Ternur, likkur, og í bjørgunum er lomvigi, lundi, álkur og skrápur, skarvur, ritur, havhestur og fleiri. Bygdin sjálv er eisini vøkur. Mitt oman gjøgnum hana rennur ein stór á, og tann stóra gjógvin sker seg inn í hana. Gjógvin er lendistøð hjá gjáarmonnum, har lenda teir fyri tað mesta, men tað eru eisini aðrar lendistøðir. Gjógv er gott útróðrarpláss, men tað er nakað kyrruvant, tað er ofta um veturin, at teir mugu draga bátarnar upp á Gjónna. Korn- og eplipláss er tað eisini toluliga gott, men torvpláss er tað ikki gott. Tað eru nógv neyt og nógvur seyður við Gjógv. Gjógv er nú ein fittliga stór bygd, tað eru o.u. 90 hús nú. Kirkjugarður er nú komin, men tað eru fá ár síðani. Nú er eisini tos um at fáa eina kirkju .
Meðan skúlin er bygdur í 1883 og lat aftur í 2009, skuldi ganga útvið hálv øld, til gjáarfólk kundu fara í kirkju í heimbygdini. Um heystið 1925 varð ein sjeymannanevnd sett at fáa kirkju bygda. Nevndarformaður var Vilhelm Nielsen, sóknarprestur á Nesi, sum eisini teknaði kirkjuna, og næstformaður og kassameistari var lærarin Jóhan Kallsoy. Arkitekturin J.P. Gregoriussen skrivar í bókini Nýggjaru kirkjurnar (1999): Í eini Synsforretning, ið er send til Færø Provsti 26. mai 1929, siga teir báðir, Tømrermester Zacharias Jacobsen og Stenhugger Elieser Hansen, begge af Thorshavn, at teir nú hava skoðað tað nýggju kirkjuna við Gjógv, og er niðurstøða teirra m.a. henda: Kirkebygningen, som blev nøje efterset, befandtes at være godt og solidt opført, baade ind- og udvendig. Tveir mánaðir, áður enn kirkjan skuldi verða vígd, sendi bygginevndin Jákupi Dahl, prósti, eitt skriv við teirri umbøn, at øll vígslugudstænastan skuldi verða á føroyskum, tí at tað var vanligt fólkaynski í bygdini. Og so varð. Trinitatis sunnudag 26. mai 1929 var so henda søguliga kirkjuvígsla framd í verki.


Altartalvuna málaði Niels A. Kruse (1871-1953). Tað er hugvekjandi, at samstundis sum móðurmálið á fyrsta sinni verður nýtt á henda hátt, sleppur ein listamaður úr sama umhvørvi, grannabygdini Eiði, at gera altartalvuna, og at hesin velur at flyta eitt bíbilskt myndaevni í heimligt umhvørvi, ið er sjálvt útsýnið úr nýbygdu kirkjuni. Við Djúpunum og eyðkenda Kallinum í baksýni, síggja vit føroyskar bátsmenn, helst úr júst hesi bygdini, ið varð so hart rakt, at ikki færri enn 33 mans fórust á sjónum árini 1870-1920, og ein kotaklæddan bátsmann, sum vaðar í aldunum móti Jesusi, ið gongur á sjónum og leggur bylgjurnar niður. Niels er abbi Sigruna Gunnarsdóttir og langabbabeiggi mín. Sigrun brúkar steffeliið hjá abbanum, tá hon málar undir Hvítakletti uppi í Kolli. Niels A. Kruse er grivin á Eiði.


Fjallavegurin til Eiðis er enn sum áður spennandi at koyra eftir. Ljósið skiftir og hann melur av ymsum ættum. Her er ikki at læra seg ættarskil, men heldur trøllasøgur, og so hana um Tussatind, sum forrestin stendur í nýggju Kristnibókini til fimta flokk.



Komin um Eiðsskarð og Vombina, er vegarbeiði undir Svarthamri, omanfyri Vabbisá og Ærgisá, sum báðar renna út í Eiðisvatn, sum nú er størri og elektriskari enn nakrantíð.


Og komin um Fitjar og Loranstøðina, sæst út í Norðhavið har Risini og Kellingin standa og langta mót Íslandi og gremja seg um, at sólin nakrantíð kom upp. Og so sæst fyrr so vakra bygdin Eiði, sum nú er farin at savna seg um eitt hol í jørðini, so sum allir aðrir føroyingar eisini gera. Fyrr søgdu tey at gera hol í sjógv, men nú er modernaða uppáhaldið hol í jørð. Kanska er tað so, tá øll siga tað. At framtíðin er eitt hol í jørðini.


Hóast tað er farið at regna av grimd, telji eg tjúgu svanir niðri á Vatni. Tað hevur ikki verið vanligt at svanur eigur í Føroyum, men síðani 2008 hava svanapør við ungum verið at sæð niðri á Vatni á Eiði. Hetta svanaparið var so vinaligt at leggja stilt og taka høvdið upp úr móruni, so eg uttan sutl kundi stilla inn til eina mynd í grimdarregninum í Múlavík.


Og tá eg skuldi venda bilin á Umvarpinum niðri á Møl, var sovorði fuglameingi, starar og krákur, sum tyrptust um okkurt eg ikki sá. Opnaði bilhurðina og sá og luktaði hesa praktfullu sjón, ið ikki bara vitnar um árstíðina, men eisini um at jørðin og tað, ið undir býr, krevur sítt.