Oddbjørg Christiansen, stjóri í Gamla Bókhandili á Vaglinum í Havn, peikar á heimbygdina, Leirvík, á nýggja føroyakortinum. Tað er í sambandi við flaggdagshaldið, at Gamli Bókhandil hevur opið, so til ber hjá fólki at síggja føroyakortið hjá FDS og Námi, sum nú verður sett til sølu. Nýggja kortið verður sýnt fram í hugnaligu stovunum í Gamla Bókhandli.
Petur Dahl, fyrrverandi skúlastjóri í Hoyvík, peikar á heimbygdina Funning og fortelur um staðarnøvn og einaferð hann var óheppin í bili.
Afturvið prátinum fáa vit ein drekkamunn og smákøkur. Dúkurin er nýggja føroyakortið, sum er plastað.
Í innastu stovuni, aftanfyri tendraðar globussar og gomul føroyakort, eru allir álmanakkarnir, heilt aftur til hin fyrsta frá 1929, sum Rikard Long ritstjórnaði.
Klokkan er trý og nú hoyrist Havnar Hornorkestur blása ein marsj uttan fyri bókadyrnar.
Í góða veðrinum eru nógv fólk savnaði á Vaglinum, teirra millum fleiri kend, sum til dømis Súsanna, sum stendur fremst við patruljuflagginum, og Poul Einar og Una mitt fyri niðast og ein serliga vælnøgdur Ingi mitt fyri til høgru.
Øll bíða eftir flaggdagsrøðaranum, sum í ár er Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoyar skúla. Hann segði m.a. "Stættarmunur er í Føroyum, men til slíka løtu sum hesa, standa allir bólkar saman, og eg hugsi, at hesir lívsneistar eiga at finna saman at lýsa upp, hvussu vit ynskja at hetta landið skal verða. Tað kann ikki vera rætt, at vit sita hendur í favn og tigandi bíða eftir, at samgongan situr valskeiðið út. Onkur gleps eru í bløðunum, okkurt prýði á Tinghúsvøllinum og einaferð var grýtuloks-larmur uttan fyri Tingið. Men! Eg setti mína vón til, at mótmælið í Gamla Kommunuskúlagarðinum skuldi verða startskotið til ein riðil av mótmælum. Kanska ikki til uppreistur, men tó so, nakað í tann stíl. Eg hugsaði, at hetta kundi verða byrjanin til eina røð av felags tiltøkum, har vit – føroyingar, og tað, ið politikkarin fyrst hugsar um ”stemmarar” – onkursvegna gjørdu okkara til, at landsins kosnu fólk funnu aftur á slóðina, hvørjar Føroyar, ið Merkið eigur at umboðað." Útvarpið sendi alla røðuna.
So er at renna við klokkuni. Í Tórsgøtu, framman fyri Miðlahúsinum, standa ellisakfør av øllum handa sløgum, frá einum gomlum Ford, sum hesum niðanfyri, til rustaðar líkvognar og amerikanskar Sting Ray Corvette við sutlandi sylindarum. Og út eftir Skálatrøð fara allir bilarnir, eisini ein gulur flower power Fólkavognur.
Klokkan er fýra og úti í Steinprenti letur Hanni Bjartalíð upp framsýningina Kanska er tað bara spæl. Framman fyri dyrnar festir hann sær í og andar djúpt inn, tí hann er akkurát liðugur at hanga framsýningina upp.
Í tíðindaskrivi verður sagt soleiðis: “Nú sprettur á fold og spírar og alla staðni spríkir og tysjar gróðurin fram - sóljur opinbera seg gular á grønum og alla staðni har tú hyggur, smoyggja blómur og bløð seg úr greinum á vetrarnaknu trøunum.
Eisini í Steinprenti spíra bæði blómur og trø í smáum træobjektum, sum nágreiniliga, næstan eymliga, eru sett saman burtur úr smáum træsprekum. Tað er listamaðurin, Hanni Bjartalíð, sum sýnir fram. Framferðarhátturin hjá listamanninum er spælandi og sansaligur, men eingin ivi er um, at talan er um ein royndan listamann, sum veit hvat hann vil og sum eisini handverkliga dugir at fáa tað fram, sum hann ynskir.
Sum ein maniskur óruslusavnari setur hann saman træsprek til banalar lutir úr gerandisdegnum ella dreymakendar manifestatiónir av onkrum, sum til tíðir bara granskar form og skap og sum aðrar tíðir tykist tulka tilverunnar grundleggjandi treytir – tó, tað er ikki vist, kanska er tað bara spæl." Framsýningin í Steinprenti varir til 31. mai.
Samstundis skipar Norrøna Ungmannafelag Føroya, sum er nýstovnað, fyri flaggdagshaldi í Posthúskjallaranum. Forkvinna er Laura Kathrine Apol og nevndarlimirnir eru Jónathan Jacobsen, Erhard Petersen, Bjarni Kárason Petersen og Christoffur Gert Nielsen. Leggið til merkis flaggdagskøkuna, sum tey bjóða í dag.
Jógvan Arge, býráðslimur, greiðir frá, hvussu Merkið bleiv til, hví flaggið er reytt, blátt og hvítt og um stríðið at fáa flaggið viðurkent. Pápi Jógvan, Niels Juel, gav út bók um søguna hjá Merkinum, sum Jógvan var við at ritstjórna. Nýstovnaða felagið bjóðar kaffi og Jákup Lind Dam syngur nakrar sangir.
Tá klokkan er farin av fimm, havi eg skrivað mær í álmanakkan Loysingapolitikkur á Bryggjubakka. Nú eru vit í Fiskimannafelagum, har Erlendur Patursson hevði sína gongd frá 1953, tá hann bleiv formaður og í eitt langt skeið skrivaði minningarrit felagsins, gjørdist blaðstjóri á 14. og politikari, kanska hin hugsjónarsterkasti í Føroya søgu. Ja, hin hugsjónarsterkasti. Men her á loftinum er so nógv fólk, at eg hómi bara nøkur fá gjøgnum duraopið millum fundarhølini hjá Fiskimannafelagnum.
Tað er forlagið Sprotin, sum í dag gevur út fyrra bind um Erlend Patursson, Loysingarpolitikkur í 1940-árunum, sum Jákup Thorsteinsson hevur skrivað. Og í samantyrptu fólkamongdini á loftinum i Fiskimannafelagnum, síggi eg Jonhard Mikkelsen.
Forlagið, sigur i tíðindaskrivi, at “alt ov lítið av politiskari søgu er skrivað um ta nýggjaru tíðina í Føroyum. So langt røkkur ein breið semja. Vit fáa eyðvitað brot um hetta og hatta, men veruligar heildarmyndir, grundaðar á søguliga gransking fáa vit sjaldan. Annars mátti politiski vígvøllurin verið ein stak áhugaverdur vøllur at skriva um. Verkið, sum lagt verður fram í dag - sjálvan flaggdagin -, snýr seg um loysingarpolitikk í 1940-árunum serliga við atliti at tí virki og virksemi, sum Erlendur Patursson slóðaði fyri og stjórnaði.”
Høgni Hoydal, mitt fyri omanfyri, bjóðar vælkomin og sonur Jákups, Hallur Gilstón Thorsteinsson, til høgru omanfyri, tosar um pápan, rithøvundin og arbeiði hansara við hesi verkætlanini. Longst til vinstru sæst Høgni Mohr. Hjá sær hevur Hallur dagbókina hjá pápanum, sum hann fegin vísir fram.
Millum røðurnar syngur Kári Sverrisson nakrar sangir, m.a. við orðum eftir Jóanes Nielsen.
Høgni Mohr var helst hin elsti millum tey møttu, men samstundis hin mest ungdommuligi at siga frá um bóndan, sína stóru fyrimynd, og alt tað sum fór fram í 1940-unum og um tað mundi at fólkaatkvøðan var í 1946. Fantastiskt at hoyra ein enn ungan mann hugleiða um, hvussu tað var at vera enn yngri í hesum politisku rembingartíðum.
Hans Andrias Sølvará legði síðani fram sínar ætlanir um annað bindið í bókarøðini, sum partvíst fer at byggja á rannsóknir hjá Jákupi Thorsteinsson.
So eru stundir at fáa fatur á bókini og fáa allar høvundarnar at signera. Her síggjast Hildur Patursson, dóttir Erlends, og Jonhard Mikkelsen tosa um bókina.
At enda tekur Tórbjørn Jacobsen, sum er ein av stigtakarunum til útgávuna, samanum.
Og innan eg fari heim, nýtið eg høvið at skoða fantastiska málningin hjá Sigrun Gunnarsdóttir Andreassen, SGA, sum hon skrivar seg í 1976, av pápanum Gunnari til høgru og Louis mitt fyri, sum kryvja eftir útróður á Norðhavinum. Málningurin hongur í durinum í Fiskimannafelagnum og í dag haldi eg, at ongastaðni hongur hann betur.