Skip to main content

Posts

Showing posts from August, 2014

Hálvleikur

Nú er hálvleikur í sjónvarpinum. HB og KÍ spæla, siga búmerkini uppi í vinstra horni. Ikki hyggi eg ofta eftir fótbólti ella aðrari ítrótt yvirhøvur, men í dag varnaðist eg eina frálíka frásøgn frá kvinnufótbólti úr Gundadali í Havn. Finala, siga tey. Nógvir frálíkir vinklar, einki myndakiks, einki tøknikiks. Og í steðginum eru lýsingar og beinleiðis prát á vøllinum. Og mín sann, um ikki Høgni í Jákupsstovu er vertur í avbalanseraðum práti. Hansara besti leiklutir síðani, ja nokk so langt síðani. Og so lata vit hesa myndina standa eina løtu. Hetta er myndin hjá almenna Kringvarpinum frá sama dysti: So er public service givið upp til kjak á øllum Føroya vøllum. Tað er Rás1, sum Føroya Tele hjá okkum øllum føroyingum eigur, ið sendur sponsoreraða fótbóltin í hvørja stovu. Meðan myndirnar tala fyri seg, kann spyrjast: who is the public and what is the service? Gott, at bólturin er rundur.

Carl Jóhan leggur fram

Aldri áður hevur so nógv fólk verið savnað í Steinprenti sum fríggjakvøldið, tá Carl Jóhan Jensen legði fram nýggju skaldsøguna Eg síggi teg betur í myrkri - Forspæl til ein gleðileik . Tað er aftur forlagið Sprotin í Vestmanna, sum gevur út. Sámal Blak hevur gjørt permuna og Sonja Kjølbro hevur umbrotið tekstin, sum er á 520 blaðsíðum. Seks teirra kunnu  lesast á heimasíðuni hjá Sprotanum, har bókin eisini fæst sum e-bók. Fyri níggju árum síðani hevði eg viðtal við Carl Jóhan um fyrru bókina, Ó - søgur um djevulskap,  sum undir yvirskriftini Millum trúboðarar og vampýrar   kom á forsíðuna á Dimmalætting 11. november í 2005. Tá segði Carl Jóhan: "Eg havi hvørki hug ella áneyðir at lifra fyri nøkrum. Og alraminst teimum longu rollum av tvætli, ið summi púra ósmæðið lata prenta eftir seg í bøkur og bløð. Tað nógva, sum rópar seg upp á skaldskap, er sjáldan nærri í ætt við bókmentir enn jarm er við operu. Um eg eri bangin fyri ummælum? Nei, eg kenni meg á toluliga...

Eg fái ilt í Varpið

Eg fái ilt í mítt innara útvarp at lesa orsøkina til at Hans Andor, tekniski leiðarin í fleiri ár, hevur sagt upp. Ilt í mítt innara útvarp, sum byrjaði í 70’unum í ljósabláu húsunum á Bryggjubakka, har sum Búgvi enn skrivar tíðarvilst ókvæmisorð um Niels Juel og strontium. Eftir øllum at døma er leiðslan, síðan lagt varð saman í óðum verkum, eins tíðarvilst og hugsjónarleys, skal eg taka orðini hjá fráfarandi tøknileiðaranum fyri fult, og hví skal eg ikki tað. Sum lurtari, gjaldari og av og á viðmerkjari og medarbeiðari, havi eg havt akkurát somu fatan, sum Hans Andor ber fram á Vágaportalinum í dag: Undan 2004 var Útvarpið ein stovnur sum norðurlendskir stovnar, millum annað Danmarks Radio, komu at vitja fyri at síggja, hvussu framkomin stovnurin var, men síðani tá er stovnurin endaður í 3. deild, eftir at hava verið í superdeildini, og tað havi eg ongan hug at standa modell til meira, sigur Hans Andor Johannesen við Vágaportalin. - Stovnurin hevur ov lítið av pengum, tólini ver...

Arkitekturur í tí allarheilagasta

Um dagarnar varnaðist eg fyri fyrstu ferð eina lítið eiggiliga hitapumpu á vakra svarta vegginum í sambygdu húsunum, har sum løgtingshúsið var í 1696, undir Kjallara, har eitt søguligt runt glaseygað eisini stendur í vegginum hjá Müller. Hitapumpan, sum objektivt betraktað er óalmindiliga ljót at síggja á almenna farvegnum við hópin av ferðafólkum, er beint innanfyri hvíta trappuskjøldurin, sum fyrr var radioverkstaður og nú hýsir Ferðaráðnum, einum av vakrastu bygningum í Havnini. Rusturin, sum rennur úr pumpuni, ber boð um, at hon langt síðani er sett á henda søguliga vegg. Hvør tekur støðu til tílíkt arkitektoniskt herverk, veit eg ikki. Men kanska hevur viðkomandi hugsað, at beint innanfyri er veggurin á gamla Sjóvinnubanka klæddur við eini Hollywoodkulissu, sum eg haldi vera stak vakra, men onkur hevur helst hugsað: hví ikki gera arkitektoniska herverkið fullkomið millum pengasterkastu skrivstovur í Norðuratlantshavi? Ikki veit eg, men hitapumpur eru objektivt betraktað ljótar....

Rollsroyceradio

Undir einkisigandi heitinum Summarmogun hoyrdi eg Suna Merkistein í Útvarpinum afturvið skrivstovuarbeiðinum millum klokkan tíggju og ellivu í morgun. Eg mátti skrúva harðari frá at hoyra hesa einføldu einmansljóðmynd, ið byrjaði sum ein turkaður løkur úti á Landavegnum, men vaks seg stóra og rann uppí alt Eiðisvatn og fór um allar byrgingar, út í Bahía Grande, Campecheflógva, gjøgnum Tatarsund og norður í Tjuktahav og heimaftur um DeLongsund og grøvandi gjøgnum Petsjorahav. Og so vóri vit næstan heima. Fantastiskt afturvið arbeiðinum ein gráan seinsummarskrivstovumorgun. Rós, Suni, Rós. Hetta er Rollsroyceradio! Her er sendingin! Mynd: Eyðfinn Jensen

Tað ganska almindeliga

Í eigarafelagnum, har eg búgvi, síggja vit millum annað svensku sjónvarpsrásina SVT2, sum hevur fleiri ganska almindeligar sendingar, so sum Babel , ið er ein ganska almindelig sending um bókmentir, Agenda , sum er ein ganska almindelig sending um aktuell viðurskifti úr ymsum herðashornum, og beint nú er fjórða kjaksending við politiskum floksformonnum um fólkaskúlan upp undir Ríkisdagsvalið, sum hevur heitið Världens bästa skitskola , heimsins besti lortaskúli, svenska sending altso. Hesar heilt almindeligu sendingar eru ein fragd at síggja, tí tær eru so fyltar við vælskipaðari, innsavnaðari og frambornari vitan. Hvørja ferðina fái eg nakað burturúr, hóast eg ikki búgvi í hasum landinum. Her í heimlandinum fái eg fyrst og fremst at vita um ein original á bygd, sum hevur bygt sítt egna elektrisitetsverk og aldri í lívinum fer at savna innaftur allar útreiðslurnar, og næsta kvøld eru høvuðstíðindini ein brunaroynd í eini aðrar bygd, sum skal læra okkum ikki at koyra battarí í sk...

Malta fyri føroyingar

Brúkaratænastan Tripadvisor, veit í morgun at siga, at nú leita ferðandi føroyingar mest eftir Mellieha á Malta og síðani eftir Akureyri í Íslandi og Nice í Fraklandi. Altso teir føroyingar, sum vilja búgva í íbúð. Øll tey mongu, sum eru í íbúð á Barcelonaleiðini, brúka kanska ikki internetið ella Tripadvisor. Sagt verður um maltesisku íbúðina, at 'the kitchen/dining area comes with south facing terrace, the perfect spot to relax and unwind after a day of sightseeing.' Eri rættuliga vissur í at hetta eru íbúðirnar sum Dansk Folkeferie bygdi í 1970'unum og sum eg sjálvur fjórði búði í summarið 1980, og teknaði eina gøtu í Valetta við Rotring penni eftir vegleiðing um hvørvingarpunkt frá Børge Petersen á Læraraskúlanum, ið fekk tekningina og aðrar við á Ólavsøkuframsýningina í 1983 ella 84, sum var í Norðurlandahúsinum. Hann hevði nógv at týða fyri okkum, Børge. Haldi at Jens Pauli Heinesen eisini hevði búð á sama stað á Malta. Skilji væl, at føroyingar og kanska oyggjabúg...

Filmar beint í maskinuna

Havnar Bio er farið undir nýtt tiltak, sum tey úti í heimi rópa movie transit , sum skal gera tað smidligari og ódýrari at fáa hendur á filmi, sum bert fá vilja síggja her og nú á føroyskum filmslørifti. - Fyritøkurnar Unique í Noregi og Deluxe í Bretlandi hava sett tveir FTP-servarar í Havnar Bio, sum hava fasta linju umvegis Føroya Tele at taka film beint niður í maskinurnar, sum vísa upp á løriftið, sigur Jákup Eli Jacobsen, ið rekur Havnar Bio. Tær báðar fyritøkurnar uploada filmarnar í bestu góðsku, tá teir eru tøkir at vísa alment eftir avtalu við útleigararnar, ið enn sum áður eru danskir og eiga rættindini til at vísa biograffilm í Føroyum. - Unique og Deluxe rinda internetgjaldið og gera filmarnar klárar at vísa. Kanska koma seinni veitarar við sum frá líður. Fyrimunurin við nýggju movie transit tøknini er, at vit fyrst og fremst sleppa undan flutningsgjøldum og flutningsarbeði, sum tyngir um raksturin. Men ein annar fyrimunur er eisini, at vit fáa lættari atgongd ti...

Unggentuótti

Vegamót á steinløgdum túni genta í bíligum bili barnið, sum kom á hana bundið á setrinum óttin ljóðleysur bilurin gamal Óður granni á næsta horni skammfukað kona lurtar bussurin ikki eftir klokkuni Glaður lærari hvíttar tú skuldi sungið í ólavsøkukóri Móður ulpumaður sjaggar sum í gjár ellin kemur ikki einsamøll Alt er sum tað eigur at vera ein mánamorgun til arbeiðis Men ikki verða tey verandi, óttin, øðin, gleðin og ellin. Tí størsta av teimum farandi er unggentuóttin Myndin er úr filminum 'Jeg er din' (Iram Haq, Noreg 2013)

Hetta er tað!

Hetta er tað, sum alt snýr seg um, sigur ungi sjómaðurin við grøna hanskanum á pallinum undir Fornminnissavninum innanfyri Langukaj úti í Klaksvík. Makrelur, agn og kapping! Gentan í reyða jakkanum heldur ondini. Er hetta tað, sum allir menninir tosa um? Dómarin telur niður og ikki er loyvt at skera meir enn fimm stykki, hvørki meir ella minni, og tað skal vera beint niður á ryggin. Á tíggjunda Sjómannadegnum eru Karl Birgir Isaksen, Oliver Joensen, abbasonurin, Jákup Vestergaard og John William Joensen væl nøgdir við kappingarnar, sum ikki bara eru í egning, kryvjing og bøting, men eisini fyri pør, sum sleppa at vinda hespur upp í noða, í eplaflísing, kassastabling, kelving, at kasta lodd, at halda dregg, at kasta fanglínu og at rógva kapp á nýgjørdum flamingoflaka. Skal tað verða skjótari og á djúpari havi, so ber til at sigla við 70 míla ferð á vágni við Scorpion. Sjógvurin dregur og eingin endi er á møguleikunum at flyta seg eftir honum, frá tí einfa...