Skip to main content

Skal mentan miðlast til øll ella til tey fáu?


Hetta var spurningurin, Gunnar Nolsøe, setti okkum, Una Arge, Ivan Niclasen og mær sjálvum, í Mentacaféini, sum Útvarpið sendi úr Norðurlandahúsinum í kvøld. Her eru spurningarnir og míni stuttu boð um mentamiðling, sum alt eftir definitión, skapi og sikti, so dánt kunnu skvisast niður í nakrar fáar minuttir, tí hetta er eitt endaleyst kjakevni, sum tó altíð er viðkomandi:

Fyrst av øllum, hvat er góð mentanarmiðling og hvørjum máli og málum skal góð mentanarmiðling røkka?
Við royndum sum framleiðari vil eg siga, at góða mentanarmiðlingin er fyrst og fremst eyðkend av eini dagligari redaktión, sum kann senda reportarar út á feltið at dekka mentanaraligu og listarligu hendingarnar fyri lesarar, lurtarar og hyggjarar, gerandis og ikki bara einaferð um árið tá t.d. Nýggjárskonsert er. Javnt og samt, alt árið. Greið sendara- og móttakaraviðurskifti, sum bara verða definerað við áhaldni innan givna karmin, skulu alt verða galdandi.

Hvat skal góð mentanarmiðling leggja seg eftir?
Góð mentanarmiðling eigur at leggja seg eftir, so vítt gjørligt, at arbeiða í trimum girum: at boða frá um komandi menta- og listanartiltøk sum ein upplýsandi kalendari, at rapportera frá stórum tiltøkum beinleiðis, kanska í degi og viku, og í triðja girið at ummæla mentanar/listatiltakið, sum nú er farið aftur um bak. Og so umaftur, so vítt til ber, altíð í trimum girum, alt árið i ring, ikki bara til úrvalstiltøk. Og so at lata vera við at verða patroniserandi og sjauvinistisk. Heldur klinisk og beint frammaná, altíð í eygnahædd við ‘brúkaran’.

Hvørji succéskriterie eru galdandi, tá vit hugsa um mentan og miðling...?
Eitt sucesskriteri er nátt, tá politikarar siga okkurt púra vónleyst, ella beinleiðis mentanarfjendskt, og pressan, mentanarjouralistikkurin, beinanvegin er har og tekur evnið upp og ber tað fram fyri almennignin, sum á hesum hugsaða høga mentanarpallinum, aldri fer at góðkenna mentanarspillu. Sum frá líður fer politikarin at skilja hetta og umvegis mentunarpressuna at akta boðini hjá massanum. Tá hava vit eina fungerandi mentanarpressu...

Er munur á hvussu mentan verður miðlað? Verður ávís mentan miðlað øðrvísi enn onnur?
Ja! Ein fyrigyklað hámetnan, hvør hon so er, kemur ofta fyri, við klassiskum tónleiki afturvið, ella romantiskum náttúruljóðum. Tá er etikettin longu sett á: Hetta er ikki fyri teg, sum ikki dyrkar klassiskt. Eg sakni eitt meiri beinleiðis, rátt og ótilgjørt bílæt av list og mentan yvirhøvur í miðlum, eitt bílæt sum er beint frammaná, meiri ektað, ikki ummæli av ummælisháttum, ella ummæli av sær sjálvum sum persóni, sum ummælir ummæli. Verðið meiri beint fram og minnist til, kulturjournalistar, at tit arbeiða okkara vegna, í fólksins service tænastu, og ikki í eini pedagogiskt tyktandi, uppalingarhevd fyri betra fólkið. Mentan og list er ein vøra og lesarin, lurtarin hyggjarin er gjaldandi brúkarin.

Birgir, í fyrilesturi tú helt í Løkshøll fyri einum góðum ári síðani, róði tú frammundir at tað ikki bara er í samkomuhøpi, tú hevur meinigheitir – tú hevur eisini mentanarligar meinigheitir?
Ja, og Facebook hevur sementerað henda karm um tey, sum longu framman undan hava somu meining og rósa hvør øðrum fyri júst at hava ta meining, eg visti, tú hevði. Tey bekrefta hvør annan og møtast til at styrkjast í listarligu trúnni, røttu trúnni. Avbjóðingin er, tá umræður mentan/list, at prædika út um hetta kórið, tað eru tey longu frelstu og samsintu.

Setur hetta serlig krøv til mentanarmiðlingina – tú sigur at prædikað verður til kórið?
Ja, far út á gøtur og strætir, heldur enn at sementera tað, vit longu vita. Og her fellir ábyrgdin tyngst aftur á redaktiónirnar. Síggið til at redaktionella ætlanin at dekka mentan og list er greið og gjøgnumskygd og ikki bundin av óviðkomandi bondum og bindingum.

Er vandi fyri at vit kunnu fáa eitt mentanarligt stættarsamfelag kanska...?
Ja, altíð. Kunsturin er at faa tey, sum ikki tíma, at tíma at møta til framsýningar osfr. Tað er fræið til mentanarjouralistikk. Aldri at vera betrivitandi. Men at tíma av savnast til mentanarlig tiltøk. Gert tú ikki tað, so er alt títt arbeiði í minsta lagi pseudo, í ringasta føri sjauvinistiskt, tí tað verður spekulativt og skal sláa fólk í høvdið, og ikki byggja á nakað hevdvunnið úr gøtubílætinum, so at siga. Tá er tað at útinna vald og einki annað; tey skriftlærdu versus tey ikki-skriftlærdu!

Hvørjar førleikar skalt tú hava, tá tú miðlar mentan...?
Innlit í mentaformar og tulkingarfelagsskapir, innlit i miðilin og formatið, tú arbeiðir við, innlit í tey trý girini, ikki at verða til fals, ikki prædika fyri kórinum, aldri verða sjauvinistiskur, men hava dirvið at ganga egnar vegir, sum tæna kollektiva listakjakinum...

At enda, tit fáa hvør sítt eina hyggjuráð at lata í part til tey, ið miðla mentan – hvørji skulu hesa vera? Verð aldri sjauvinstisk(ur)!