Skip to main content

Fólk í haga


Í dag læt upp stór retrospektiv framsýning í Listasavninum við 47 málningum hjá Thomas Arge (1942-78), sum eru læntir frá privatum savnarum, tveimum fyritøkum og einum stovni. Omanfyri sæst Regin Debess í einum av málningunum úr haganum hjá Thomasi Arge. Regin er savnslærari á Hoyvíksgarði, har Thomas málaði síni mest virknu ár. Tað vóru Poul Wang og sonurin Hanus, ið skaptu henda listaliga møguleika í Hoyvík. Nú er garðurin partur av Søvnum Landsins. Heitið á framsýningi í Listasavninum er Evnið í litinum - Farvens stof.


Listasavnið gevur samstundis út eina snotuliga skrá, sum Ingi Joensen hevur sniðgivið, við føroyskum og donskum teksti eftir Nils Orth, savnsleiðara, og einum stuttum teksti eftir Richard Mortensen (1910-93), lærara hjá Thomas Arge 1964-69, um eina ferð í Venezia. Hesin tekstur stavar frá 1984.


Sum árstølini siga, livdi Thomas Arge ikki leingi, men hann var óvanliga virkin. Dynamiska grindadrápsmyndin omanfyri er mín yndismynd. Hon er frá 1965-66 og sæst í fyrisingarbygninginum hjá Býráðnum á Vaglinum í Havn. Einferð segði ein bygdamaður, sorry, at hatta sær út sum ein lukkaður pylsuvognur eftir ólavsøku. Akkurát, svaraði eg. Myndin er óangrípelig og tolir allar tulkingar. Eisini hasa! Niðanfyri er vinmaðurin hjá listamanninum, Kalmar Lindenskov, farin at hyggja eftir elstu málningum, sum eru á framsýningini. Fremst fyri er Bryggjubakki (1965).


Listasavnið sigur beint fram, at hóast sítt stutta lív, hann gjørdist bara 35, stendur Thomas Arge sum tann størsti málarin í sínum ættarliði. Her síggjast Gunnar Hoydal og Kjartan Kristiansen fyri einum málningi úr gandakenda haganum á Kirkjubøreyni.


Thomas Arge búði og málaði á gamla Hoyvíksgarði og tí síggjast myndaevni úr Hoyvík, til dømis Heljareygað, sum Ingigerð á Trøðni hevur sent nógv ferðafólk til, og er serstakliga hugtikin av.


Thomas Arge var eisini rossamaður, sum aftur hevur elvt til, at myndavenini eru úr Hoyvíkshaganum, úr gandakendu steinoyðuni á Kirkjubøreyni, úr Norðradali og Dalsskor á Sandoynni. Her er døkka og magiska myndaevnið av Kleynsvarða.


Á heimasíðuni tekur Listasavnið samanum virksemið og lív listamálarans og staðfestur, at Thomas Arge var tann fyrsti, ið førdi hagan inn í føroysku listina. - Men listaliga gekk hann eisini sínar egnu vegir. Soleiðis javnviga málningarnir hjá Thomas Arge millum tað livandi og sakliga, og millum veruleika og hugflog. Hansara list hevur tí eina serliga hugbindingarmegi, sum í hansara bestu verkum setur hann á altjóða støði.


Umframt hagan, síggjast Lomvigarøkur frá 1971-72 omanfyri. Ein sjáldsamur partur av framsýningi er, at Thomas Arge, sum umframt at hava gingið á kongaliga danska Kunstakademinum í Keypmannahavn, eisini var timburmaður, sjálvur hevur smíðað rammurnar um flestu av málningunum. Tær anda eitt egið lív á veggunum í Listaskálanum, sum kundu havt verið størri og rúmligari, veggirnir, so myndirnar, ið eru hongdar upp tvær og tvær, ella tríggjar og tríggjar, so tær skapa ein sínamillum dialog, fingu størri rúm og greiðari grafiskan reinleika. Her sæst ein ramma og niðanfyri øll tey møttu til upplatingina í dag.


Mikael Wivel sigur á bls 204 í nógv hartaðu listabókini Sekel – færøsk kunst i hundrede år (2011), at Tomas Arge er ”ikke bare en af de mest interessante malere i færøsk kunst, men også en af de mest originale i skandinavisk kunst som helhed. Hans fjelde kan man blive med at fortabe sig i uden at trættes”.


Í 2012 hevði Thomas Arge verið 70, um honum varð lív lagað. Tá segði Nils Orth soleiðis í einum orðaskifti í Listaskálanum við Bárð Jákupsson: - Forudsætningen for at vi i dag kan værdsætte farven og dens eget stof, er at maleriet ikke længere skal ligne et stykke virkelighed. Derved kan farven og dens materiale tale direkte til vore sanser, og det er ikke bare til øjnene, men også til følesansen; ja smagssansen. På italiensk hedder en tykt påsmurt farve impasto beslægtet med pasta. Takket være farvens fysiske eksistens bliver vi lidt som børn igen, der oplever verden første gang. I færøsk kunst er farvestoffets eget liv næppe blevet dyrket med større passion end hos Thomas Arge.


Omanfyri er Nils Orth avmyndaður, tá hann bjóðaði vælkomin til framsýninga við teim 47 málningunum og bókaframløguni undir heitinum Evnið í litinum í dag. Niðanfyri sæst Bárður Jákupsson, listamaður, og fyrrverandi savnsleiðari, ið var vinmaður Thomas, ella bara Tommy. Bárður hevur skrivað nógv um Thomas Arge, m.a. katalog í 1984 og bókina Thomas Arge, sum Listasavnið gav út í 1998. Í bókini Myndlist í Føroyum, sum Sprotin gav út í 2000, skrivar Bárður, at listamaðurin "leitaði niðan á tindarnar og tær grýtutu víddirnar, til skriðunnar skræddu sár og í bjørg og skorar við sínum fuglameingi. Meðan aðrir samtíðarmálarar kundu hava lyndi til at fáast við tað blíða ella melankolska í náttúruni, umboðaði Thomas eitt nýtt dirvi og frælsi í síni viðgerð av tí villa og ógongda. Tað føroyska jørðildið - tann grumma klettavondin, vovin av fjallanna gosbræddu homrum, gjáum, glyvrum og holum - gjørdi hann til sín myndaheim." Niðanfyri og aftanfyri Bárð hómast Útsýni úr Hoyvíksgarði (1975).


Omafyri er eitt klipp av Bárði úr meistarligu fotograferingini hjá Høgna Jacobsen í Degi og Viku í Kringvarpinum í gjárkvøldið. Eftir øllum teim altjóða tilsipingum, sum bæði Nils Orth og Bárður Jákupsson brúktu, tá framsýningin Evnið í litinum - Farvens stof læt upp í Listasavninum í dag, so er einki at taka seg aftur í, at hevði virkni listamaðurin Thomas Arge livað longur, so var hann týdningarmesti føroyski listamaðurin, ja helst við altjóða týdningi og virksemi. Tað eru hesir tríggir samdir um. Teir standa frammanfyri málninginum Urð (1973).


Omafyri sæst Jákup Dahl grundað yvir listina hjá Thomas Arge, og niðanfyri sæst grafikarin Marius Olsen, sum býr í Finnlandi, men nú arbeiðir í Steinprenti á Skálatrøð.


Eisini hin javnaldrandi Tróndur Patursson varð møttur til upplatingina av stóru Thomas Arge framsýningi í dag. Í áðurnevndu bókini hjá Mikael Wivel, verða Tróndur, Bárður og Thomas Arge settir undir yvirskriftina De stejle fjelde í kapitlinum Konsolideringen.


Kinna Poulsen hevur lovað eitt ummæli av framsýningini í næsta mentanarískoyti í Dimmalætting um eina viku.


Millum ánararnar var Poul Christoffur Thomasen. Hansara málning, Lundaland (1974), lænti Norðurlandahúsið í 2001 til ferðandi framsýningini Veiðimentan í Útnorðuri, sum fylti alla høllina í húsinum og ferðaðst til Hetlands, Írlands og aðrastaðni við. Jóan Pauli Joensen, sum skrivaði handritið til framsýningina, var eisini í Listaskálanum í dag.


Jógvan Arge umboðaði Býráðið á framsýningini. Borgarstjórin, Heðin Mortensen, og mentamáladeildarleiðarin, Jákup Simonsen, sum nú verður avloystur, vóru eisini har. Jógvan sæst frammanfyri málninginum Á Kleynsvarða (1974).


Eg fari at taka saman um við einum sitati úr Weilbachs kunstleksikon, sum Bárður hevur skrivað, har sagt verður soleiðis við danska lesaran um Thomas Arge: - Med heftig penselføring er det tommetykke farvelag påført i et relief, der afspejler stenlandskabernes eroderede struktur. I kompositionerne indgår sort basalt og hvidt lav, lysende snedriver, mossets og lyngens ulmende samt sandets og grusets kølige farver. Fjeldet fremstår som en overvældende, dragende masse. De sorte afsatsers og de røde tuflags horisontale linjer og kløfternes og de eroderede furers vertikale streger indgår i et pastost, kalligrafisk mønster, der danner et væv over hele billedfladen. Den mosaikagtige sammensætning kan minde om Johannes Kjarval, den flimrende struktur om Jackson Pollock og Henri Michaux.

Og so fari eg at enda við Regini Debess júst so, sum vit byrjaðu hesa myndaferðina á blogginum við støði í gandakenda og tjúktsmurda haganum hjá Thomasi Arge í Suðurstreymi. Góða ferð øll, ið unna sær at vitja henda hugfarsliga haga í Listaskálanum!


Framsýningin Evnið í litinum - Farvens stof er uppi í tíðarskeiðinum 6. februar til 6. apríl í 2015.