Skip to main content

Livandi lýsingaføroyskt


Ofta gremja vit okkum um, hvussu trupult føroyskt er at skriva og stava. Javnan verði eg sannførdur um, at tað er beint øvugt. Til ber at tosa og skriva um alt á føroyskum. Haðani stavar alt. Havi til dømis aldri rent meg í eina vending, orð ella hugtak, sum ikki kann sigast í eini føroyskari útvarpssending. Sigast skal, at fyrstu útvarpssending gjørdi eg á Bryggjubakka í 1978. Hóast hon var um nakað so øvugt sum hvítan bretskan bluestónleik, og ikki svartan amerikanskan, stóð ikki á at siga tað, ið sigast skuldi. Um dagarnar sá eg eina føroyska handilslýsing fyri sushi, Ráa freistingin. Lýsingin er á altjóða støði og er týðuliga kveikt av eksperimenterandi filmum sum Lost in Translation (Sofia Coppola 2003), og kanska eisini leitandi og parlamenterandi roadfilmum sum Mystery Train (Jim Jarmusch 1989) og Helsinki-Napoli all night long (Mika Kaursmaki 1987). Til skúlabrúks hevur Nám gjørt uppgávur til akkurát henda nýggja lýsingafilmin um sushi. Og í morgin er Móðurmálsdagur, har tað góða málið í lýsingateksti og -átøkum verður virðislønt í Nýggjustovu, har Hammershaimb vaks upp. Tað er føroyskt og tað er gott!