Í gjár endaðu tólv dagar við altjóða filmi í franska marglætis- og Miðjarðarhavsbýnum Cannes. Hetta er heimsins størsta filmsevent, sum hevur verið hildin 68 ferðir. Bara at sleppa á almennu skránna hevur ómetaligan týdning. Íslendski filmurin, Veðrar (Hrútar, Grímur Hákonarson, Ísland 2015 90 min), sum varð boðin á almennu skránna Un Certain Regard, vann hesa kappingina, har tjúgu alternativir filmar vóru við. Hetta var heilt vist størsta filmshending á okkara leiðum í ár. Avbjóðingin er nú at vita, um til ber at vísa Hrútar fyri føroyskum áskoðarum. Við filmi er tað ikki sum við bókum. Meðan bókaforløg selja bøkur í øllum handlum, er tað ikki galdandi fyri film. Har hanga so nógvir pengar uppivið, at útbreðslan og sýningarmøguleikarnir líva sítt egna lív.
Kendasti partur av almennu filmskránni í Cannes eru teir tjúgu filmarnir, sum hvørt ár kappast um Palme d’Or, Gylta pálman, ið varð handaður í gjárkvøldið. Millum hesar tjúgu úrvaldu filmar, er í ár bara ein norðurlendskur, Louder Than Bombs. Hann fekk hvørki virðisløn ella heiðarandi umtalu. Gullpálmavinnari varð franski filmurin Dheepan (Jacques Audiard), ið lýsir ein tamilskan mann, ið kemur til París við eini konu og eini lítlari gentu. Filmsummælarin Bo Green Jensen, sum hvønn dag skrivar úr Cannes til Facebookvinir, sigur, at tey trý í filminum líkjast einum pápa, mammu og dóttir, men sum søgan gognur skilja vit, at tey hava funnið saman, at sleppa úr Sri Lanka. Maðurin Dheepan fær starv sum húsavørður í fátækraíbúðum, har narkotikabandar liggja í opnum stríði. Tamilski tikarin má brúka øll tey snildi, hann hevur lært, og so verða tey til eitt veruligt húski í París.
- Jacques Audiard sigur søguna við sakligari frástøðu, uttan at brúka teknisk snildi, sigur Bo, ið hevði væntað at ungarski holocaustfilmurin Saul Fia (Sonur Saul) fór at vinna. Henda filmin fer Filmsfelagið at vísa á Holocaustdegnum næsta ár. Pálmavinnaran í Cannes Dheepan ætlar Filmsfelagið á vísa á Filmsdøgum í Havnar bio í september. Filmurin Saul Fia, sum fer fram í Auschwitz, vann í staðin ummælaravirðislønina. - Alt annað líka, var hann sterkasti filmur í ár, sigur Bo Green Jensen. Dómsnevndarvirðislønin, Prix du Jury, fór til grikska Yorgos Lanthimos og svørtu komediuna The Lobster. Hou Hsiao-hien úr Taivan fekk leikstjóravirðislønina fyri The Assassin, og Michel Franco fekk handritavirðislønina fyri Chronic. Vincent Lindon varð kosin ársins mannligi leikari í La Loi du Marché, og besti kvinnuligi leiklutur fór í tvey millum Rooney Mara í Carol og Emmanuelle Bercot í Maïwenns Mon Roi. Carol verður eftir ætlan vístur í Filmsfelagnum í januar næsta ár.
Amerikansku filmsbrøðurnir Coen vóru formenn í dómsnevndini, sum eisini taldi Guillermo del Toro og Xavier Dolan. Ummælarar og filmsjournalistar eru samdir um, at dómsnevndin í ár legði seg eftir realismu av tí turrisliga staðfestandi slagnum. Virðisløntu filmarnir Dheepan, La Loi du Marché og Chronic eru greiðastu dømi um hetta. - Tað eru málsviðgerandi filmar, sum við einum undirskipaðum trupulleika er grundfestur í einum einsamøllum leikluti: tamilski tikarin, sum verður franskur húsavørður í Dheepan; heimahjálpin sum fremur deyðshjálp í Chronic; langtíðararbeiðsleysi arbeiðarin, sum verður dagsins maður á arbeiðsplássinum í La Loi du Marché, sigur Bo Green Jensen úr Cannes.
Á heimasíðuni siga fyrireikararnir soleiðis um endamálið við árligu filmstevnuni, sum fyri 68. ferð hevur verið í tólv dagar í Cannes:
"To draw attention to and raise the profile of films with the aim of contributing towards the development of cinema, boosting the film industry worldwide and celebrating cinema at an international level."
Í allari beskeðinheit vil Filmsfelagið ger tað sama - í felag, mitt í Havn.