Skip to main content

Leaving or landing?


Í tollfríu sølubúðini í Kastrup spyr hon, um eg lendi ella fari. - Leaving or landing, sigur hon uppaftur, ótolnari enn fyrru ferð, og toyggir seg revsandi móti mær. Eg lukti deymin av pylsu og leyki úr grannabúðini, og tað gongur upp fyri mær, at hon hevur havt ein stravnan dag við tollfría diskin. Svørtu eygnaskuggarnir molna í sveittaperlum. - Leaving, sigi eg, feriubúgvin í fremmandum summarlandi. - Et bordingpass, tak, sigur hon og rystir faksið, so bringan darrar. Í sveittadryppandi gloppinum síggi eg sjókulátubuding við hvítum blonduróma úr hjallinum hjá ommu. Taki fráferðarkortið hjá Atlantsflogi úr innarlummanum. - Men dér står København. Du sa’ leaving! Æhm, hugsi eg og grundi yvir, hvat tað er, vit tosa um. Havi keypt eina strípu av grágrønum Boss deodoranti, sum er fjøruti krónur bíligari í Kastrup enn í Vágum. - Men du sa’ leaving! Jamen, kønki eg fram fyri meg...- Hvordan skal jeg vide, hvor jeg skal sætte momsen, hvis du ikke ved, om du er leaving eller landing, hartar hon meg. Gapandi standi eg eftir og angri, at eg yvirøvur dugdi danskt, og vildi samskifta við hana á hesum máli, staccato-ferðamanna-donskum. Eg skifti til enskt og bestemmi meg til aldri aftur at tosa danskt við eitt handilsfólk her í landinum. Enskt, tað er trygdin fyri tænastu. Sum føroyingur at tosa danskt við eitt handilsfólk í Danmark, tað setir teg á reyvina á fjórðu división. Har ætli eg mær ikki at verða settur aftur. Nýlendur í Kastrup má eg sanna, at gerandisfasisman, hon býr í handilsmálinum. Her hevur kundin bara órætt. Tað er sum Dansk Folkeparti. Tey bjóða til danskan fólkadans. Men uttan stjórnarábyrgd. Tað sigur avísin Information, sum hevur boðið mær ókeypis hald á netinum og á papíri, borið til hurðina, hvønn dag, meðan eg eri í Danmark.


Rolling Stone blaðið er eisini við hondina, 21 krónur fyri eintakið í eitt heilt ár. Heiðurskrýndu bløðini berjast við talgildu on line tøknina, sum gevur fólki demens, fyri at sitera Gitte Klein. Partvíst hevur hon rætt, tí kvalitetstekstur, sum er skrivaður við virðing bara til tín, er eitt doyggjandi fyribrigdi. Tøknin er blivin fíggindi og slayer hjá skrivaða orðinum. Tey, sum forrita, duga ikki at skriva, og tey, sum skriva, duga ikki at forrita. Soleiðis hevur altíð verið, og soleiðis fer altíð at verða. Lukkutíð eru góðir høvundar enn í hesum gloppi, eisini ritstjórar, sum til dømis í Mentablaðnum í Sosialinum. Takk, Dorit!


Fyri fyrstu ferð havi eg leigað ein bil frá Flog.fo. Prísurin er hundrað krónur um dagin fyri ein av Citroen C4 slagnum. Tí havi eg bara sæð henda bil í Havnargøtum, og glett meg sum eitt barn at koyra hann. Men gakk. Tá eg komi til diskin hjá Sixt, er tað ein koreanskur Hyundai i30. Hvítur og diesel. Havi ikki hoyrt so skaft. Men bilurin er spildurnýggjur, bæði í kilometrum og anga. Einki er sum angin av nýggjum bili. Tað plagdu vit bæði, Ebba Hentze, at vera samd um. Nýggjur angi av leðri og skókremi, og so at skifta gir og kenna framdrift í landslagnum, sum nú er víðtjald við umfarsljóði. Ein frálíkur bilur. Lidl er fyrsta støðin at bunkra. Ódýrt sum við týska markið.


Og so eru vit frammi í Dovregade, har allar dyr eru opnar.


Stefano úr Mogoro á Sardinia er sjálvlærdur pizzabakari. Á horninum hevur hann Sardegna og vit keypa tað besta, hann kann viðmæla av heimrustini til ein nýlendan fríggjadagsnátturða. Tað er rímiligvís sardegna, og í okkara føri kanska ikki hon við pylsu og leyki, sum hevur frámerkið danese. Gott at lenda, arriving ella ikki.