Skip to main content

Norðurlendsku Oscarfilmarnir eru valdir


Tá Oscarvirðislønirnar verða handaðar í Hollywood á 88. sinni hin 28. februar 2016, verður eins og undanfarin ár spennandi at fylgja við í kappingini um besta útlendska filmin, Best Foreign Language Film.

Í ár eydnaðist Filmsfelagnum at vísa allar teir fimm filmarnar, sum síðst kappaðust um hesa somu virðisløn. Teir vóru pólski Ida, sum vann, russiski Leviathan, georgiski Mandariunur, móritanski Timbuktu og argentinski Wild Tales. Tilsamans fimm fantastiskir filmar, sum geva okkum livandi innlit í filmsgerð í fjarum londum, ið øll hava eina ríka filmsmentan og livandi filmsídnað. Estiski Lembit Ulfsak, sum hevði høvuðsleiklutin í Mandarinum, hevur í ár høvuðsleiklutin í finska filminum Fiktarin.


Í dag hava øll luttakandi filmslond valt ein film, sum umboðar teirra land. Filmsnevndin, The Academy of Motion Picture Arts and Sciences, kannar eftir, at filmarnir hava verið sýndir í biografunum í tíðarskeiðnum frá 1. oktober í 2014 til 30. september í 2015, og at filmurin ikki er gjørdur í USA og hevur eitt annað høvuðsmál enn enskt.


Eftir 1. oktober verða tilnevndu filmarnir mettir á fundi í fremmandamálsnevndini í The Academy of Motion Picture Arts and Sciences, sum velur seks filmar, ið sleppa víðari. Síðan velur ein onnur úrvalsnevnd tríggjar filmar, fyri at tryggja eina javnvág. Nú eru níggju útlendskir filmar á listanum. So hyggja tvær amerikanskar filmsnevndir, ein á eysturstrondini og ein á vesturstrondini, eftir teim níggju filmunum og semjast um fimm filmar, sum endaliga verða settir á Oscarskránna sum kappingarneytar.

14. januar verður kunngjørt, hvørjir filmar eru á endaliga Oscarlistanum.


Í dag hava øll Norðurlond valt ein film í part til kappingina um heimsins besta film, sum ikki er amerikanskur. Teir fýra úrvaldu leikstjórarnir eru føddir í 70’unum, meðan eini leikstjórin, svenski Roy Anderson, er 72 ára gamal. Í bókstavarøð eftir landi, eru teir fimm norðurlendsku filmarnir hesir:

Danmark: Kríggið (Krigen), sum Tobias Lindholm (f. 1977) hevur leikstjórnað

Finnland: Fiktarin (Miekkailija), sum Klaus Härö (f. 1971) hevur leikstjórnað

Ísland: Veðrar (Hrútar), sum Grímur Hákonarson (f. 1977) hevur leikstjórnað

Noreg: Flóðaldan (Bølgen), sum Roar Uthaug (f. 1973) hevur leikstjórnað

Svøríki: Ein dúgva sat á eini grein og hugsaði um tilveruna (En duva satt på en gren och funderade på tillvaron), sum Roy Andersson (f. 1943) hevur leikstjórnað.

Fólk, ið hava sæð íslendska filmin, gita, at hann kemur við í endaligu kappingina og fer at vinna. Sama siga tey, sum hava sæð danska filmin. Sjálvur havi eg bara sæð svenska filmin, sum eg haldi verða visuelt spennandi, men kanska nakað misantropiskan til hesa kapping, hóast hann vann í Venezia. Serliga, tá ein ferðandi doyr við diskin umborð á einum strandferðslubáti, har hann júst hevur keypt døgurða og eina øl. - Hann er deyður, men hevur betalt, sigur kassadaman, og spyr hvør av teim ferðandi nú vil hava. Ein herrligur filmur. Livst, so spyrst.