Skip to main content

Guds vreiði í Vági


Hóskvøldið skipaði væltrimmaða liðið hjá Sprotanum fyri bókaframløgu undir heitinum Orð og Tónar. Jonhard Mikkelsen greiddi frá um nýggju skaldsøguna, Hinumegin garðin, har William Smith (f. 1945) sigur frá um seg sjálvan sum 5 ára gamlan smádrong á bonkinum í garðinum. Fyrr var bonkurin blóðreyður. Nú er hann grønur av algu. Hann fer upp á bonkin og undrast, at garðurin hjá dronginum, har tilveran bleiv máld, sum í ævintyrinum hjá H.C. Andersen, ikki var hægri enn hetta. Men her hevur drongurin sæð markið millum himmal og helviti, sum hann lærir um hvønn sunnudag í Salinum. Í heimbygdini er eisini Meinigheitshúsið og Frelsunarherurin, ið vilja frelsa barnið frá øllum djevulskapi, sum fær so mong andlit í gerandisdegnum, frá køkum í Kondittarínum til drekkandi pápar, sum ikki ganga Guds vegir. Tvey ár eldri vinmaðurin hjá óttafulla frásøgudronginum er farin í skúla og veit haðani alt. Leitandi frásøgudrongurin, sum er í støðugum ótta, upplivir náðina hjá ommuni, ið verður griðstaðurin, tá hann aldri kann gera trúnni tilpass. Praktiseraða religiónin hjá sunnudagsskúlalæraranum verður ein støðug ræðsla og ein sannkenning um, aldri at verða nóg góður.


 - Drongurin veksur upp í eini ekstremismu, sigur William í práti við Marjuna Bæk, sum eisini er úr Vági, og kanska nettup tí hevur ivaleysa nógv at siga. Drúgvu spurningarnir verða eisini bekennilsir um fýrakantaðan religiøsitet á bygd nøkur ár innan Red Boys, Vágbingur og Útvarpið blivu til. William slapp ov lítið til orðanna, helt eg. Har var meir, nógv meir, at siga um forstokkaðan religiøsitet frá øllum frontum í eini framfýsnari vinnulívsbygd fyri meir enn halvari øld síðani, har drongurin eisini lærir, at Gud hevur eina kontrabók. - Tað er einki forsónandi við at misbrúka børn, segði William avgjørdur. Hóast hann leitaði til kleystur í Írland, lendi hann aftur á heimstaðnum. Ein hugtakandi heimur, at vaksa upp í vreiði Guds, meðan vinnan veksur, fólk flyta til og ungdómur fer at definera seg sum bólk í samfelagnum við egnum virðum. Alt samalt í okkara landi og í okkara tíð. Í óðum og illum hevur hetta skapt okkum sum fólk. Til lukku, William!


Í seinna parti prátaði Guðrun Gaard við Edvard Olsen, sum hevur umsett eina rúgvu av bókum, seinast Svøltur (Sult) hjá Knut Hamsun. Edvard segði, at hann kravdi ferð í lidnu týðingini. Hann kundi finna uppá at biðja onnur lesa týðingina, bara við ferðini í huga, og so fáa tey at peika á, hvar teksurin støkkur sundur og forðar lesiferðini og -upplivingini. Og sum tey frá Sprotanum so rætt søgdu, uttan týðaran, eingin útgáva.


Millum bókaframløgurnar spældu og sungu Guðrun og Bartal poetiskan gittar- og sanglyrikk á móðurmálinum. Takk, Sprotin, fyri eina frálíka løtu og eitt ótroyttiligt arbeiði til fram fyri føroysku fólkasálina.