Tað gjørdist kompakti stuttfilmurin Stina Karina hjá Andriasi Høgenni, ið vann Geytavirðislønina í ár. Andrias, sum gongur á Super 16 filmsskúlanum í Keypmannahavn, var til arbeiðis á breyðfabrikkini Schulstad hetta kvøldið, so foreldrini, Elsa Johanna og Hilmar og beiggin Magnus, tók ímóti virðislønini, sum Regin Hammer, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, handaði.
Ein samd dómsnevnd grundgav soleiðis fyri valinum:
- At halda seg innan givnar karmar kann vera størsta filmslist. At vera avmáldur, ella rættari avmáld, kann vera størsta filmslist. At vera fluga á vegginum, tá tvær kvinnur ætla sær í ball, og eingin annar er til staðar, enn guli liturin á hurðini, kann eisini vera størsta filmslist. Tað heldur Geytadómsnevndin. Mest heilskapti filmur í ár hevur ongar náttúrumyndir, men bjóðar upp til kompaktan kamardans við kamera á vesinum á Oyrasundskollegiinum. Við støði í teim trimum metingarvirðunum søgu, filmsmáli og tøkni, heldur Geytadómsnevndin, at vinnarin í 2015 er universella søgan Stina Karina hjá Andriasi Høgenni. Hon er betri enn hinar, fyri at brúka ein setning úr sjálvum filminum.
Og so fekk formaðurin øll í salinum at rópa í opnu telefonina hjá mammuni, so sonurin í Keypmannahavn hoyrdi: Tú ert betri enn hini!
Leikarar í filminum hjá Andriasi vóru Mariann Hansen og Durita Dahl Andreassen. Her sæst leikstjórin á YouTube frá Geytanum í fjør.
- Eg skal stabla breyð á lagrinum hjá Schulstad til kl 05.30 í morgin, so eg verið tíverri eitt sindur ringur at fáa fatur á í kvøld. Eg eri skelkaður yvir, at ein kann koma so langt við at brúka 8 tímar úti á einum vesi á Oyrasundskollegiinum. Túsund takk til Geytanevndina, segði Andrias Høgenni úr Keypmannahavn og postaði Walking on Sunshine á Facebook.
Finski Petri Kemppinen, sum her tosar við Una Leitistein Hansen, var gestadómarin í ár. Hann er stjóri í Norðurlendska Filmsgrunninum, Nordisk TV & Film Fond, sum á hvørjum ári lutar 90 mió danskar krónur út til filmsgerð í biografi og sjónvarpi. Føroyar hava ongan filmsgrunn, ongan filmsstovn og einki filmshús, og eru tí ikki limir í norðurlendska filmssamtarvinum. Men meðan vit bíða, eru ráðini mong, sum Petri kann geva. Creative Europe er til dømis ein greiður møguleiki. Prátið teirra millum bleiv til beinleiðis sjónvarp í Degi & Viku.
Vinnarin er hin rætti, eru vit samd um. Lyklaorðið er, at filmurin er kompaktur.
- Proud to be in the jury of this year's Geytin and the prize goes to Andrias Høgenni, and his brilliant kammerspiel short film Stina Karina, skrivar Petri fríggjakvøldið til allar vinir á Facebook.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, handaði áskoðaravirðislønina, sum er 15.000 krónur.
Her er sýningarskráin, sum eisini er atkvøðuseðil til Áskoðaravirðislønina.
Sterkasta filmsbrotið var samrøðan við Randi Karlotsdóttir, sum setti eld á seg, og bara vildi doyggja. Ása Pálsdóttir og Rebekka Eliasen, nummar tvey og trý frá vinstru, gjørdu heimildarfilmin At liva við tí.
Við reyðari sloyfu, mitt á myndini, er Leo Lávík, sum gjørdi djarva og erliga filmin Birting. Hann var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, tá Mentanardagar vóru har, og Sissal Kampmann skipaði fyri kjaki um føroyska filmsgerð. Tá tók eg hesa mynd av Leo, fotografinum Rógva Langgaard og framleiðaranum Ingun í Skrivarastovu.
Leo sigur um filmin Birting, at tá heilin vil nakað annað enn kroppurin, byrjar stríðið ímillum sjálvsaksept og sjálvsgleði. Filmurin handlar um gentuna Leu, ið er í einum samkyndum parlagi. Men innan í Leu eru goymdar kenslur, sum hon gjarna vil út við, men velur at fjala, tí tað inniber at missa damuna. Sum tíðin gongur, innsær hon, at hon má taka eina avgerð. Lea er í tvístøðu. Skal hon velja damuna, ella seg sjálva, spyr Leo.
Í fjør vann Heiðrikur á Heygum bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina fyri filmin Skuld. Nýggi flmurin hjá Heiðriki, Dalur, var í ár hin longsti og mest ambitiøsi, og brúkti eisini hvønn minutt av teim møguligu tretivu.
Meðan ljóðið tíanverri ikki var liðugt og klárt til sýningina, upplivdu vit meistarligu leikararnar Kristinu Sundar Hansen og Klæmint Isaksen. Hann er úr Norðragøtu, men býr í Reykjavík, har hann fleiri ferðir hevur verið í uppskoti at vinna Grímuna, sum er íslendska sjónleikaravirðislønin. Í løtum helt eg, at hann hevði eitt Humprey Bogart andlitsbrá og aðrar løtur var hann ein sperdur Tom Hanks, innilæstur í bili. Hetta er fyri mær ein nýggj stjørna á filmi, sum eg hepnaðist av avmynda saman við Gullu Øregaard, so vit øll eina løtu kundu knýta nøvn og ættarbond til Gøtu.
Høgni Djurhuus er trúgvur gestur til Geytan. Hann var samskipari tá Norðurlandahúsið og Filmsfelagið skipaðu fyri einastu altjóða filmstevnu, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum. Tað var í apríl í 1989, tá vit eisini fingu fyrsta føroyska biografilmin, Atlantic Rhapsody hjá Katrini Ottarsdóttir. Nú fer Høgni í grannhúsið, Útvarpið, at ummæla sýndu Geytafilmarnar til mánamorgunin.
22 filmar vórðu sendir inn til Geytan í ár. Av hesum sluppu 10 filmar og ein treylari við til filmskvøldið, sum var í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið. Finnur Koba var aftur hin góði verturin og uppistandsskemtarin. Takk fyri tað, tú ert fantastiskur, Finnur!
Tað er Tryggingarfelagið Føroyar, sum í ár letur Geytavirðislønina, ið er 25.000 krónur, saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og sonurin David Geyti hava gjørt. Her síggjast Bjørki, sonur Geytan, Herálv Geyta (1914-1985) og konan Astrid.
Eina tíð vóru trettan ymsir biografar í Føroyum og føroyingurin gekk oftari í biograf enn allir skandinavar. Bara íslendingar gingu oftari í biograf enn vit. Men allar bygdir høvdu ikki biograf. Og nú koma vit til Geytan og mannin, sum Føroya fyrsta filmsvirðisløn er kallað upp eftir. Tað er kollfirðingurin og agronomurin Herálvur Geyti, føddur í 1914 og deyður í 1985. Meðan hann læs í Danmark giftist hann har og fekk sýnir, har av eg kenni ein, Bjørki Geyti.
- Helst hevur hann havt bjartar vónir um, at ein landbúnaðarstøð lat upp í 1950’unum í Kollafirði, men long tíð skuldi ganga til tað ynskið gekk út, sigur Bjørki. - Ivaleyst skuffaður tók hann í 1959 í staðin á seg at standa fyri einum kampingplássi í Blokhus, kenda frítíðarstaðnum í Jútlandi, nærmasta farleiðin til Føroya, tá tú ikki býrt í Føroyum. Har stóð hann fyri øllum virksemi til hann bleiv sjúkur í 1977, sigur Bjørki og leggur afturat, at lukkutíð var arbeiðið í Blokhus árstíðarbundið, so vetrarnar, vár og heyst, kundi pápin ferðast í Føroyum og vísa film, fyrst svart-hvítan uttan ljóð, og seinni við bæði liti og ljóði. Frá Farornas Ø hjá svenska Nordenskjold í Skúgvoy í 1929 og Fy & Bi frá 1921 til 1940, minnist Bjørki.
Sjálvur havi eg sæð Geytan víst film í Dansistovuni á Eiði umleið 1971, tá hann vísti The Scarlet Pimpernel, Den Røde Pimpernel, giti tað var útgávan frá 1934 við Leslie Howard. Bjørki heldur, at seinasta filmssýning Geytin hevur havt í Føroyum mann hava verið í Fuglafirði í 1976.
Men innímillum tók Geytin sjálvur film. Bæði úr Føroyum í hoyna og frá eksotiskum ferðum í Ísrael og Marokko. Í Danmark helt hann so fyrilestrar í føroyskum búnað, sum á myndini niðanfyri, við filmi og myndum afturvið. Í dag eru hansara upptøkur, bæði filmar og fotomyndir, lætnar Forngripasavninum.
- Á henda hátt bleiv filmur lívslinjan av kampingplássinum í Blokhus og heim til Føroya. Tí eri eg fegin um at tit funnu uppá at kalla Føroya fyrstu filmsvirðisløn soleiðis - Geytin, sigur Bjørki.
Her er Geytin, Herálvur Geyti (1914-1985) avmyndaður í Odense eftir ein fyrilestur.
Uttan Inger Smærup Sørensen hevði einki riggað. Hon hevur havt ábyrgdina av øllum tættum í Geytatiltakinum, síðan hon byrjaði í Norðurlandahúsinum, eftir at átta ára starvstíðin hjá Urd Johannesen var úti. Formaðurin takkar, Inger!
Urd Johannesen, sum legði lunnar undir Geytan, kjakast við Jákup Veyhe um ársins stuttfilmar. Jákup heldur fyri, at ein greið broyting er hend hesi árini, Geytin hevur verið til. Broytingin er farin tann vegin, at nú er einki, sum ung filmsfólk ikki kunnu tosa alment um. Tað verið seg seksuellir spurningar, ella sálarligir trupulleikar, sum fáa ógvusligar avleiðinar, so ógvusligar at frásøgufólkið bara vil doyggja, tí verðin er betri uttan meg. Tosast kann opið um alt, og tað er gott.
Sum formaður í Geytadómsnevndini eri eg serstakliga fegin um allar teir filmar, sum hesi ár eru komnir inn til Geyta- og Áskoðarakappingina. Í krónum og oyrum hava virðislønirnar staðið í stað hesi fýra árini og eingin nýggjur partnari er komin við í Geytaátakið, sum Norðurlandahúsið so hegnisliga tók stig til, og Tórshavnar kommuna við Jógvani Arge, og nú Helenu Dam á Neystabø á odda, stuðlaði frá fyrsta degi. Útlendsku fakdómararnir, sum Norðurlandahúsið trúfast hevur boðið við til føroyska filmskvøldið, hava latið eyguni upp á mongum okkara og eisini knýtt bond, sum seta heimliga filmsgerð í nýtt ljós, millum annað Rigmor Dam, landstýriskvinna við mentamálum, Hanna Jensen, forkvinna í løgtingsins Mentanarnevnd og Guri Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, sum her tosar við Petri Kemppinen. Og eg fái tann tanka, at kanska eru tað kvinnur, ið eiga Føroya filmsframtíð.
Í práti við fakfólk, politikarar og vinnulívsfólk á Reinsarínum eftir filmsýningarnar í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið, er greitt, at nú mugu nýggir og fleiri pengar og møguleikar koma í føroyska filmsgerð. Tað liggur ein tung ábyrgd á politikarum beint nú at knýta samband millum mentan og vinnu, so vegurin kann greiðast fyri gávuríkum ungum, sum so týðuliga vilja siga søgur á filmi. Alt verður ikki gjørt eftir einum degi, men kann saktans fremjast í varisligum stigum, bara vit alment og opið standa saman um ta filmsgerð, sum Geytin hevur borðreitt við í fýra ár á rað. Teir útlendsku dómarar, sum Norðurlandahúsið hevur boðið til Føroya hesi ár, eru ikki bara sambond til størri lørift og biografhallir, men eisini til størri fakligheit, fyrst og fremst at klippa munandi neyvari og hvassari í teim góðum søgum, vit eiga og duga at siga.
Í Geytadómsnevndini eru Birgir Kruse, formaður, Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, Marjun Niclasen, Tórshavnar Kommuna, Jan Berg Jørgensen, Klippfisk og innbodni útlendski fakdómarin, sum í ár var Petri Kemppinen, stjóri í Norðurlendska Filmsgrunninum.
Sunnudagin 17. januar í 2016 frá klokkan 18 verða næstan allir filmarnir, sum í ár komu inn til Geytakappingina, sýndir í Norðurlandahúsinum.