Skip to main content

Ovastevna


Úr  stovuvindeyganum hjá Guðruni og Ivan í Nýggjagørðum er útsýnið sum í einum málningi hjá Steffani Danielsen. Tað er ikki so løgið. Hann búði í grannalagnum í einum húsum, sum eru til vinstru í myndini og nýliga hava verið til sølu. Fólk vita nógvar søgur um Steffan og tiltøk hava verið í bygdini, har málningar úr fleiri húsum hava verið savnaðir og sýndir fram. Tá Havnini fylti hundrað sum fólkavald kommuna í 2009, var framsýning á Látrinum við nøkrum av bestu málningunum hjá Stefani Danielsen, sum Emil Juul Thomsen átti. Í køkinum stákast Guðrun og Beinta við tí besta, sum oyggin kann bjóða  nú ovastevna er.

Sekstan svimjarar, teirra millum fýra fransmenn, kasta seg á bláman yvir við Strond at svimja teinin, sum er um seks kilometur, alt eftir hvussu svomið verður við streyminum um fjørðin. Hvør einstakur svimjari hevur ein bát við á ferðini, so trygdin er í lagi. Erlendur Simonsen var fyrstur í land. Málið er Grindin, sum eisini er málað á trillibørina hjá Beintu.


Umframt kreativar trillibørir í hvørjum túni, er eisini høvið at verða teknaður omanfyri neystini í Geilini. Næsti granni er pylsuvognurin, sum altíð savnar fólk, tá stevna er.


Sambandið um fjørðin við Ternuni hjá Strandferðsluni er frálíkt. Hon tekur nógv fólk og siglir mest sum allan dagin og náttina við. Bíðirøðini eru væl skipað. Fólk eru tolin, siga søgur og bjóða ein lítlan. Ein bilmekanikari í grannalagnum bjóðar mær ókeypis oljuskift. Jú, tað er á ovastevnu at tað hendir.


Nógvir bátar eru í Nólsoy. Regatta 2016, sum byrjaði á Eiði fríggjakvøldið og helt fram í Hósvík, endar her á ovastevnu. Okkurt árið hava 70 bátar verið í Nólsoy. Meðan teir løgdu at, spældu Spælimenninir í Nólsoy á harmoniku.


Fólk savnast undir litføgru neysta- og húsaveggunum á gamla keiøkinum at siga frá søgum og upplivingum. Kanska verður ein politiskur tanki eisini vendur tá Poul í Framsókn og Kaj Leo í Sambandsflokkinum møtast í góðum lag.


30  ár eru liðin síðan Ove Joensen róði til Danmarkar og kysti havfrúnna á Langelinie. Livar Nysted greiðir frá um Ova, sum kveikti hann at rógva um høv, í hjallaranum á Kunningarstovuni, har báturin Diana Wictoria vanliga stendur. Hanus Jensen úr Skúgvi bygdi bátin, sum í dag er drigin út í tún, so fólk rúmast inni í neystinum og Nikolai Falck kann framføra leikin um Ova í bátinum.


Partur av øllum føroyskum summarstevnum eru útimøti. Her er tað Frelsunarherurin, ið hevur møti við sangi og hornblástri.


Besta við stevnum er at vitja fólk. Við Ivani fari eg ein túr í bygdini, men fyrst er ein biti at fáa til nátturða. Tað er gott at ganga uppá!

Vit steðga fyrst hjá Hans Mikael, ið minnist á skúladagar inni í Havn, og so hjá Severin, har suðringar við øl í lummanum borreiða við ymsum forkunnugum.

Á Bátatúgvuni møta vit Hans Sofus, kallaður Ba, sum er beiggi Ova. Hann bjóðar inn og sigur frá um beiggan og lívið í Nólsoy, tá teir vóru smádreingir. Hugfarsligt undir lampuni í køkinum hjá Ba, sum hevur verið í Útvarpinum í seinastuni.

Maud býr á Mýrini yvir av Royndarhúsinum. Fyrr í dag setti hon ovastevnuna undir Mikkjalsveggi, har Havnar Hornorkestur spældi.

So er felagssangur á keiini har nógv fólk er savnað at syngja úr ársins sanghefti. Lagið er eins gott og veðrið.

So eru stundir at fara inn aftur til Havnar við Ternuni, sum eftir 20 minuttum førir teg um fjørðin til eina aðra verð.

Takk fyri hesuferð. Nú er fuglurin flogin!