Skip to main content

Grammofonplátustættin talar


Vit liva í einum stættarsamfelag. Ikki bara í Føroyum, men í allari verðini. Ikki bara samfelagsbúskaparliga, men eisini bókmentanarliga og á øllum øðrum listaligum pallum og økjum við. Alt títt lív skalt tú verja tað, ið tú fatar sum tína stætt, grammofonplátustættina, móti álopum frá øðrum listafólkastættum. Soleiðis eru treytirnar í stættarsamfelagnum, og hava verið tað síðan fyrsti tóni varð sligin, helst við einum gassa í heysin á einum øðrum krúpandi cro-magnon menniskja, so tað sang eftir í. Síðan hava vit sungið - og roksað. Mest tað seinna. Framleiða roks um rokk og annað fjas, sum Mick Jagger segði verða stóru misskiljingina, tá tú byrjaði at tosa um rokk omanfyri hálsvølin. Tí hann er bara niðanfyri, helt hann, frummenniskjan, Jagger. Har eri eg so ikki samdur í hansara ómentaða rokkroksi. Men sumt er bara betri og virðislønarverdari enn annað. Tað kemst ikki uttan um. Til dømis Bob Dylan og hansara samlaða ritverk, sum lærarin kallaði tað, pláturnar, sum ritverk, ið far meg at hugsa um ein rimahjall á Norðoyri. Harra gud. Kann man leggja tað á plátuspælaran, ritverkið? Summi halda, at tey skulu halda í onkrum, tey sjálvi halda vera haldvert, tí annars sleppur Justin Bieber á banan. Tað má ikki henda. Har eri eg ikki ósamdur í framprovokeraðu fíggindamyndini Biber, hóast hon gevur lítla meining. Fara vit til heimlig viðurskifti í 1995, so lyfti Kári P okkara egnu grammofonplátumentan upp á M.A. Jacobsenskt virðisøki, sum landið sementeraði fimm ár seinni við Mentanarvirðisløn landsins. Tað hendi ikki eftir einum degi, men varð lagað í drúgva grammofonplátutíð. Í 2007 fekk Martin Joensen, sum eg bara kenni av plátu, eisini M.A. Jacobsen virðislønina fyri at hava lagað enn ein virðislønarverdan varða av fagurbókmentum. Á plátu. Grammofonplátan leigi livi! Og av teimum er John Wesley Harding hin besta. Skjótt fer hon at hava snurrað í halva øld. Tað ger hon enn.