Skip to main content

Summarframsýning: Eitt ár í Føroyum


Her er besta fotomyndin á summarframsýningini Eitt ár í Føroyum í Norðurlandahúsinum í ár. Bjarni Mohr eigur myndina Svinnandi bygdin, og fyri hana fekk Bjarni 5.000 krónur í virðisløn frá Turið Arge úr BankNordik.


Dómsnevndin er Sif Gunnarsdóttir, Hans Petur Hansen, Kinna Poulsen, Jon Hestoy og Unn Poulsen.

Tilsamans 632 fotomyndir komu frá 89 fólkum til kappingina Eitt ár í Føroyum, har einasta treyt var, at myndin hevði eina ávísa stødd og var tikin í Føroyum millum flaggdagarnar í fjør og í ár.


Størsta úrvalið, 254 fotomyndir, hanga svingandi niður úr loftinum inni í Klingruni. Í Forhøllini síggjast 115 í postkortstødd, niðri í Dansistovuni eru 12 endurgivnar í stórum formati, og í Skálanum eru allar tær innkomnu fotomyndirnar, 632, vístar í eini talgildari innstallatión.


Og framsýningin er interaktiv, við tað at pláss er fyri at seta tínar egnu nýggju myndir í postkortstødd á veggin í Forhøllini. Til ber at atkvøða um bestu myndina og vinna eina ferð við Atlantsflogi.

Tilsamans er hetta Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum fram til 20. august.

Hetta við at fotografera skrivar seg aftur til mekaniska tøkni fyri 190 árum síðan, og til flammandi kunstljós, limelight, fyri 180 árum síðan, har øll skuldu standa still, og tástani var klárt til lívfrøðiliga framkalling í myrkakamarinum á serligt papír í serligari vesku. Og so varð at hanga upp at turka.

Í dag er alt on-line, her og nú. Og pappír síggja vit næstan ikki.

Alt er á einum skermi, stórum ella lítlum. Tað er rár hending, at fotomyndir verða prentaðar og síggjast á pappíri.

Men seinastu fáu árini havi eg varnast, at heimligir listafotografar eru slopnir við á úrvaldar myndlistaframsýningar í Listaskálanum, innrammað og sett á veggin.

Fotolistin er hvørki gloymd ella burturblivin.

Og bløðini og hinir miðlarnir byrja so smátt at læra seg at kreditera fotografin, tá ein tílíkur verður brúktur at stuðla uppundir eina journalistiska orðagrein, ikki minst ferðafrásøgn í orðum, nógvum orðum.

Ikki tí, føroyingar hava altíð verið bitnir av tøkni og hava tikið myndir, stillar og livandi.


Giti, at tað eru fyrst og fremst langfaramenn, sum hava havt høvið til at keypa fotoútgerð og hava vitjað eksotisk fiskasølustøð, sum teir vilja goyma á tí, sum fyrr varð kallað fotografisku plátuni.

Tann vegin eru nógv fotografi- og filmsapparat komin í føroysk heim millum ár og dag.

Og sleppur arbeiðandi fólkið við uppí søgumyndina og søgufatanina hjá teimum, sum við jøvnum millumbili fáa tað almennu uppgávu at skriva okkara søgu, so er eyðsæð, at umhvørvið hjá verkafólkinum gerst sjónligt, sum í bókini um "Fylking" frá 1979.

Vit síggja til dømis, tá kvinnur leggja fiska at turka á einum fiskastykki, sum í dag er burtur. Bara myndin er søguliga skjalprógvið og skapar kanska ein ferðavinnuligan útferðarstað.

Vit hava altíð átt nógvar framúr góðar fotografar, bæði til portrett og landslag og alt tað, sum liggur ímillum. Og eiga teir enn, framúr fotografarnar.

Eitt meistarligt dømi sæst í bókini “Oyggjar og Fólk” frá 1979, har Alan Brockie og Kalmar Lindenskov endurgeva gerandislív í Føroyum, mest í hvast pressaðum svart-hvítum portrettum av órakaðum verkamonnum mitt í gerandisdegnum.


Flestu bygdir hava eisini stórar bólkar á Facebook, har tey leggja fram søguligar fotomyndir.
Bundin at tíð, hevur fotolistin havt og hevur enn síni egnu listarligu kriterii, øðrvísi enn onnur myndlist.

Piktorialisma um aldarskiftið 1900, tá fotomyndin í myrkakamarinum kundi lagast til rák í myndlistini, impressionismuni til dømis, og amerikanski Ansel Adams, sum í 1932 skapti eitt mótrák við bólkinum f/64, har setningurin var, at arbeiða móti tí mest natúrtrúgvu myndini av náttúruni og veruligu verðini við at fanga ljósið í endaleysum grátónum har alt er í fokus.

Og onkur av nonfigurativu søguligu myndlistarligu málarunum, kanska av surrealistiska slagnum, skal hava sagt, at vildi hann veruliga endurgeva veruleikan, sum hann ikki hevði minsta áhuga í, so hevði hann valt fotomyndina sum spegling, og ikki málaraløriftið.

Tann tankan kunnu vit so lata standa eina løtu. Tí her eru tað fólk, sum hava valt at fotografera og ikki at mála.

Tøknin og tilgongdin til fotografering kann vera so ymisk.

Í nógv ár gekk eg høgt uppí, hvat kamera, handan ella hasin brúkti til ymsu myndirnar, kanska eina heila røð av myndum frá eini ávísari hending, tað veri seg ólavsøku, ella brimi í Sumba.

Hvørja ferð eg spurdi, so kom pliktskylduga svarið, hvør útgerðin var og hvussu stillað var inn.

Onkur frásøgn kundi verða nokkso stuttlig, at fáa eina serliga heimagjørda soft effekt til dømis.

Men á einum útlendskum netstaði fyri fotografar, tá ein trummusláari og fotografur spurdi, hvør útgerðin var, svaraði fotografurin rísin við at spyrja aftur: “Um tú nú spældi tína lívs solo á trummu í Madison Square Garden, hvat hevði tú so svarað, um eg spurdi, hvat merkið trumman var?”

Og tað var ein aha-uppliving av teim sjáldsamu.

Í staðin fyri altíð at hava nýggjastu útgerðina, mirror-less og wi-fi, so er týdningarmiklari at vera á røttum stað røttu løtuna, og taka røttu myndina við rætta apparatinum til rætta høvið. Tað er altíð rættasta myndatólið.

Til dømis ein fartelefon, sum vit øll ganga við.

Hon er so effektiv, at tá yvirgangur var í London leygardagin, eru verifiseraðar frásagnir um, at løgreglan tók telefonir frá fólki og slettaði teirra upptøkur.

Fototøknin er í dag so atkomulig, og so løtt at brúka til at spjaða ein selektivan boðskap, at hon kann verða ein hóttan í rættarsamfelagnum. So sterk stendur myndatøka og fotografiið sum miðil í dag.

Men minni kann eisini gera tað.

Til dømis ein summarframsýning við estetiserandi myndum, sum lýsa eitt friðsælt ár í Føroyum.

Takk fyri høvið at sleppa at seta framsýningina, so vit í summar kunnu siga: øll makt til fotografiið!

Og heilt off the record; her niðanfyri er mín mynd á framsýningini: "Vegur til endans".


Í snøgga bláa summarkataloginum, sum telur 132 blaðsíður, er mín mynd komin á somu opnu sum vinnaramyndin. Ikki so galið! Niðast síggjast Sif Gunnarsdóttur og Turið Arge blaða í kataloginum eftir at setanin var av í dag.