Við LUX virðislønini hevur Evropaparlamentið gjørt vart við filmsgerð í limalondunum í tíggju ár.
Av árligu filmstevnuni í lítla kekkiska kurbýnum, Karlovy Vary, kunngerð Evropaparlamentið nú hvørjir tíggju evropeiskir filmar eru í uppskoti at fáa LUX virðislønina í ár.
Filmarnir, sum eru í uppskoti, vísa eisini hvussu fleirtjóða filmsgerð er. Eftir ensku heitunum er filmsrøðin henda:
A Ciambra (Jonas Carpignano, Italia/Brasil/USA/Frakland/Týskland/Svøríki)
BPM (Beats Per Minute) (Robin Campillo, Frakland)
Glory (Kristina Grozeva og Petar Valchanov, Bulgaria/Grikkaland)
Hjartasteinn (Guðmundur Arnar Guðmundsson, Ísland/Danmark)
King of the Belgians (Peter Brosens og Jessica Woodworth, Belgia/Niðurlond/Bulgaria)
Sameblod (Amanda Kernell, Svøríki/Danmark/Noreg)
Summer 1993 (Carla Simón, Spania)
The last family (Jan P Matuszyński, Pólland)
The other side of hope (Aki Kaurismäki, Finnland/Týskland)
Western (Valeska Grisebach, Týskland/Bulgaria/Eysturríki)
Greiða endamálið við LUX virðislønini er at stuðla uppundir, at filmur verður vístur í evropeisku grannalondunum, og at evnið sameining, integratión, verður viðgjørt.
Ein dómsnevnd, ið telur 21 fólk, velur tíggju biograffilmar, har tríggir verða úrvaldir. Teir parlamentslimir, sum kunnu vátta, at teir hava sæð hesar tríggjar filmarnar í parlamentsbiografinum, sum hevur 90 sessir, kunnu atkvøða. Ein av hesum trimum filmum fær LUX virðislønina, men allir tríggir filmarnir fáa stuðul at verða tekstaðir til tey 24 mál, sum verða brúkt í almenna evropeiska samstarvinum.
Úr Norðurlondum hevur svenski Ruben Östlund verði í uppskoti fyri filmin Play í 2011. Hóast hvørki Ísland ella Sámaland eru limalond, er í ár eydnast teimum at sleppa uppí part. Ísland við filminum Hjartasteinn og Sámaland við Sameblod. Báðir filmarnir hava verið vístir í Føroyum, í Norðurlandahúsinum, Løkshøll og í Filmsfelagnum. Eisini finski On other side of hope er í uppskoti. Tann filmin fer Filmsfelagið at vísa í september. Í somáta kann sigast, at Norðurlond standa sterk í ár.
Reglurnar fyri at fáa LUX virðislønina siga, at filmurin skal vera fiktións-, heimildar- ella animatiónsfilmur, sum er minst ein tíma til longdar. Hann skal vera gjørdur í ella í samstarvi við eitt av ES limalondunum, ella í Íslandi, Liktinstein, Noregi ella Sveis, hóast tey ikki eru limalond. Filmurin skal lýsa fjølbroytni í evropeiskum virðum og margfeldi í evropeiskari mentan, og geva innlit í kjakið um og tilgongdina til at byggja eitt Evropa. Filmurin skal hava verið frumsýndur millum 1. mai árið fyri og 1. juni í ár.
LUX vinnarin verður kunngjørdur í Strassbourg 15. november í ár.
Í fjør vann týski filmurin Toni Erdmann evropeisku LUX virðislønina.