Skip to main content

Bókasavnið er elsti almenni stovnur í landinum


Undir heitinum Bókasavning og bókasavnið - fyrstu bøkurnar á Færø Amts Bibliotek arbeiða Vígdis Bjarnadóttir og Ole Wich, við at savna fyrstu bøkur, ið komu á bókasavnið. Næsta ár eru 190 ár síðan Færø Amts Bibliotek byrjaði í Quillingsgarði í Havn. Tað er á Lað, omanfyri Áarvegin, har Finsen-merkið stendur við inngongdina til Amtmansborgina, og har, ið Krókabrekkan byrjar eitt vet longur uppi. Í dag eigur Føroya Lívstrygging húsini í Quillingsgarði, og síðan 1979 hevur landsbókasavnið hildið til við J. C. Svabosgøtu.


Fyrstu bøkurnar, sum Vígdis, ið er bókavørður á Landsbókasavninum, blaðar í, verða at síggja á bókaframsýning, sum letur upp á Føroya elsta almenna stovni, Lansbókasavninum, 7. november í ár. Ole er partur av Network for European Travel Writing to the Romantic Far North, ið er granskingarverkætlan hjá Kim Simonsen.


Í einum hundrað ára minningarriti, skrivaði M. A. Jacobsen í 1929, soleiðis um bókliga standin í landinum: ”Fremmandir ferðamenn, ið verið hava í Føroyum, til dømis Týskarin Graba, ið var her 1828, geva Føroyingum tað lov, at teir vóru vitugir og skilagóðir; men tað er eyðsæð, at teir hava staðið aftarlaga í bókligari mentan. Lítið annað varð lisið enn danskar lestrar- og sálmabøkur og so vísubøkur.”


Fororðini úr sonevndu Massaprotokollini er skrivaði soleiðis:

Aaret 1826 traadte Skibscapitain M. Müller og Amtscontorist Davidsen, efter flere af de herværende Embedsmænd Opmuntring, sammen og stiftede en Læseforening for Thorshavns By og Omegn. Da det viste sig, at denne Plan lykkedes, idet den vandt almindeligt Bifald og velvillig Understöttelse, besluttede man at stifte et offentligt Bibliothek for hele Landet - hvortil de Læseselskabet tilhörende Bøger skulde skjenkes - og til den ende søge at vinde Deltagere i Danmark for denne Sags Fremme.
Som Fölge heraf tilskreves Professor Rafn i Kjøbenhavn i Efteraaret 1826 i denne Anledning idet man antog, at han, som tidligere havde været saa virksom for lignende Indretningers Stiftelse paa Island, ogsaa vilde interessere sig for Færøerne. Inden 1. April 1827 meldte Professor Rafn, at han med Glæde vilde understötte og fremme Sagen, og sendte derfor som Grundlag for det færdende Amtsbibliothek fölgende Værker...


Bókaframsýningin, sum letur upp á Landsbókasavninum 7. november, vísur eitt úrval av nógvu bókunum, sum streymaðu frá útheiminum til lítla høvuðsstaðin í Norðuratlantshavi, og hvør, sambært protokollini, gav bøkurnar. Tí kastar framsýningin samstundis ljós á netverkið av fólkum, sum fyrst í 1800-talinum, vóru við til byggja upp eina føroyska bókliga mentan, og sum vórðu grundin undir Landsbókasavninum, sum í dag er elsti almenni stovnur í Føroyum. Her er fyrsta bókin, ið kom í savnið:


Í inngangsteksti, sum lýsur bókaframsýningina, ið letur upp á Landsbókasavninum 7. november í ár verður sagt soleiðis:

Fólk mugu hava fría atgongd til nógv og fjølbroytt bókasøvn, um mentanarsamfelagið skal halda áfram at mennast. Hendan fatanin breiddi seg í Evropa fyrst í 1800-talinum, og gjørdi at fleiri og fleiri almenn bókasøvn blivu sett á stovn. Bókasøvn høvdu higartil verið privat ogn hjá fúrstum og ríkmonnum, men nú blivu tey almenn. Hesi privatu bókasøvnini vóru partur av grundarlagnum undir fyrstu opnu og almennu bókasøvnunum, sum vanliga fólkið - fyri fyrstu ferð - fekk fría og ókeypis atgongd til.

Men í útjaðarunum vóru oftast eingi privat bókasøvn av týdningi, og tí máttu bókasøvnini her byggjast upp uppá heilt aðrar mátar. Í londunum í útnorðri var tað danski fornfrøðingurin og vísindamaðurin Carl Christian Rafn sum framdi nýggja bókasavnstankan í verki, og grundlegði fyrstu bókasøvnini í Íslandi, Føroyum og Grønlandi:

Stiftsbókasafn Íslands í Reykjavík, 1818 – seinni Landsbókasafn Íslands.
Færø Amtsbibliotek í Havn, 1828 – seinni Føroya Landsbókasavn.
Landsbókasavnið í Nuuk, 1829 – Nunatta Atuagaateqarfia.

C.C. Rafn vísti á hvussu bókasøvnini kundu skipast, síðani eggjaði hann einum breiðum skara av fólki at geva bøkur til hetta komandi bókasavnið. Skjótt komu stórar bókagávur til nýggja føroyska bókasavnið í Havn, og eftir stuttari tíð hevði bókasavnið túsundtals bøkur til alment útlán.

…” jeg skal staae bi efter Evne, thi først maa der vistnok tænkes paa at samle Bøger.” … “Biblioteket maa være offentligt og Bøgerne udlaanes gratis, naar det tilsigtede Formaal, Oplysnings og Kundskabers Udbredelse, skal lettest opnåes.”
C.C. Rafn, brev til Davidsen og Møller, Tórshavn. 3-6-1827

Við amtmanninum C.L. Tillish og skrivaranum Jens Davidsen á odda, varð bókasavnsverkætlanin væl stuðlað bæði av borgarum og embætisfólkum í Havn. Grundað á hesar nógvu bókagávurnar - og stóra vælviljanum - frá útlendskum stuðlum, kundu oddamennirnir í Havn grundleggja Færø Amts Bibliotek 5. november 1828.