Sólin er farin um Kirkjubøreyn og tað er gráur fríggjadagur í Havn. Men bara í túninum, har frostið legst. Tí innandura lýsa tvær kvinnur upp, har tær sýna fram á Skálatrøð og í Gundadali, onnur úr Havn og hin av Eiði.
Hin fyrra er Hansina Iversen (f.1966), sum klokkan trý læt upp málningaframsýning við trettan verkum í Steinprenti við eini satiriskari yrking hjá Tóroddi beint fyri úthurðini. Søluframsýning er merkantila listaheitið, ið sjálvspeiandi tekur støði í eini grønari oyggj við bláum skýggjum uppá bestilling yvir gráari sofu. Yrkingin er úr savninum Svøvnlendingur rættar kumpass (2003). Hetta er herrligt.
Listasavnið hevur verið á vitjan og keypt ikki færri en tríggjar málningar hjá Hansinu í Steinprenti.
- Tað eru hesi skapini, ið tykjast vera komin afturíaftur, sum málarin skýrir at vera síni elskaðu ella Portraits of the loved ones. Hóast okkurt kent hómast í organisku formatiónunum og sjálvt um eingin ivi er um, at tær koma frá Hansinu Iversen, er nakað púra frískt og nýtt í samansetingunum av skapunum.
Kompositiónirnar tykjast um somu tíð meira einfaldar og meira kompleksar enn tær hava verið við ávikavist gjøgnumskygdum og óglærum skapum, sum umskarast og bylgja fram og aftur í huga áskoðarans eins og eitt slag av afturlatnum mystiskum súmbolum, samstundis sum málaðu skapini kennast sansaliga sjálvsøgd. Summi teirra sýnast dynamisk við ferð á málingastrokunum, onnur standa sveimandi still á myndaflatanum. Bæði dýpd og flata verða herd orsakað av litavalinum, tá grunnir, flatir pastellitir møta djúpum, glógvandi reinum litum.
- Tað sama er galdandi fyri hesar myndirnar sum fyri allar aðrar abstraktar myndir, at tær spæla við okkara fatan. Av sær sjálvum roynir heilin javnt og samt at finna fram ímyndandi liðir í litflatunum. Men tað er merkiliga torført í hesum føri, tí skapini í nýggju myndunum hjá Hansinu Iversen onkursvegna flyta seg undan øllum afturkenningum, allýsingum og greiningum. Hetta kemst m.a. av mótsetningunum millum ta trídimensjonalu, rúmligu grundina í myndini og tey púra fløtu skapini, sum liggja og darra omaná eins og partar av klippmyndum í eini heild, ið broytist eftir hvar áskoðarin fokuserar, sigur Steinprent í innbjóðingini til framsýningina við nýggjum málningum hjá Hansinu Iversen.
So niðan í Gundadal í frostinum at vitja Listaskálan. Tí undir yvirskriftini Tað stóra í tí smáa bjóða tey ein tíma seinni til serframsýning við Sigrun Gunnarsadóttir (f.1950).
- Tað stóra í tí smáa er eitt heiti, sum vit hava bryggjað saman við støði í framsýningini. Upprunaliga eru ymiskar útgávur av hesum tankanum í romantikkinum. Við Sigrun hóskar tað væl, bæði ti hon málar evarska lítil ting sett saman við stórum tingum, og allar tær stóru frásagnirnar, sum krógva seg í hesum smálutunum, sigur Solveig Hanusardóttir Olsen, savnsumsjónarfólk í Listasavni Føroya.
Solveig beyð vælkomin og Hanna Jensen, sum er forkvinna í Mentanarnevnd Føroya Løgtings, setti framsýningina, ið fevnir um 64 verk. Yvirskriftin var frá franska poppsangaranum, Michel Berger (1947-1992): Eg vildi verið listafólk fyri at kunna sagt, hví eg eri til.
Umframt setanartalu, ið vísti á globala týdningin í staðbundnu listini og øvugt, sungu 17 Sangarar úr Klaksvík Christian Matras og sálmin hjá Martini Joensen Uttan teg í hugtakandi útseting hjá Jógvani við Keldu.
- Listin brýtur frá tí, sum vit kenna í føroyskum høpi, bæði í innihaldi og stíli. Málningarnir siga søgur, sum spretta úr lívi og tonkum hennara. Náttúran er ofta berandi í føroyskari list, men hjá Sigrun er menniskjað í miðdepli, siga Nils Orth og Solveig Hanusardóttir Olsen, og leggja aftur at, at hon málar á ein naivistiskan og surrealistiskan hátt, og at myndirnar eru sniðfundigar við djúpum innihaldi. Tær kunnu avmynda náttúru, familju og átrúnað og viðgera eksistentiellar spurningar. Stílslagið er figurativt og forteljandi.
Her er ein málningur av mammuni, Brynhild, frá 2006. Hon er farin ein túr eftir vegnum, ið eg bara minnist sum vegurin niðan á Loranstøðina. Á kortinum í dag eitur hann nakað so vitløftigt sum um Eiðisskarð og hevur rutufrámerkið 61, eins og høvuðsvegurin, ið Bob Dylan sang um í 1965. So er tónin lagdur. Bíbilskur úr plátufoyruni, sum nálin grevur seg ígjøgnum og fær rúmið at darra. Í baksýni Kollurin, Risin og Kellingin. Surrealistiskt letur køkshurðin seg upp. Har er skrivað til Dan, at omman kemur skjótt aftur. Tí eitur málningurin Til Dan. Hanna og Niels Emil eiga bæði málningin og Dan, sum er yngsti sonur teirra, 25 ár í dag. Tey, og ein riðil av Eiðisfólki, eru møtt at heiðra Sigrun.
Á innbjóðingarkortinum verður meturhøgi málningurin Sunnudagsfrakkin II (2005) lýstur við orðum úr nýggjari bók um Sigrun, Tað stóra í tí smáa, sum varð løgd fram í dag. Nils Orth, savnsstjóri, hevur ritstjórnað, Solveig Hanusardóttir Olsen hevur skrivað tvær greinar, og dóttur Sigrun, Maria Jørðdal Niclasen, sum er prestur í Kvívík, hevur skrivað eina grein um mammuna við heitinum Tað, sum hjartað sær, gloymist ei. Her er Maria avmyndað framman fyri málninginum Fjallið (2011).
Savnsleiðslan sigur um framsýningina, at Sigrun málar við akrýli á lørift, og hon ger litirnar óblankar og eitt sindur grátónaðar. Bakgrundin er ofta ein stórur, einlittur flati, og umhvarvið av myndevnunum er málað við svørtum linjum. Støddarmunir eru eyðsýndir í myndunum hjá Sigrun Gunnarsdóttir. Hon reingir støddirnar á myndevnunum soleiðis, at ein fuglur kann vera størri enn eini hús, men hann kann eisini vera so lítil, at tað er torført at fáa eyga á hann. Her hevur Sigrun ført meg til yndismalningin. Hann er av ommuni, konu Niels Kruse, og verður nevndur Spurvurin (2003), sum mikroskopiskur hómast í vindeyganum.
Sigrun greiðir frá, at tankarnir byggja á, at smá ting ikki kunnu vera stór ting fyriuttan, og stór ting kunnu ikki vera smá ting fyriuttan. Tað er sjáldan, at eitt ítøkiligt stað verður lýst í málningunum. Kortini kann eitt serføroyskt eyðkenni hómast í umhvørvinum og fólkunum. Eftir stendur huglagið av Føroyum. Her er málningurin Hondin, sum rurar vøgguni, stýrir heiminum (2012). Hugsi ikki, eg taki feil, tá eg hómi húsbóndan, Tord, longst til høgru.
Við einføldum, figurativum myndamáli málar Sigrun Gunnarsdóttir tað, sum liggur henni á hjarta. Sigrun arbeiðir við nøkrum ávísum myndevnum, til dømis bíbliusøgum, ævintýrum, familjukærleika og aldurdómi. Súmbol eru týdningarmikil partur av hesum myndaheimi, og tey eru vorðin eitt sermerki í listini hjá henni. Helst er hetta kendasti málningur hjá Sigrun, Bókanna Bók (2002), aftur við evraska lítla spurvinum, sum er strangt innteknaður, hóast hann er ytst í kompositiónini. Málningurin sæst við inngongdina til framsýningina.
Eftir fyrsta vegginum til høgru, tá tú kemur inn, eru málningar við eyðkenda gula litinum, sum allir eru úr Grønlandi. Fyrst fyri er Lykilin (1999).
Spennandi sjálvsmynd frá 1973, omanfyri, og eitt fiskimannaportrett síggjast aftanfyri veggin í aftasta framýningarhølinum. Niðanfyri er pápin, Gunnar, málaður í 1976 undir heitnum Við Kalvalínu.
Myndafóturin, staffeliið, hjá abbanum, Niels Kruse (1871-1953) stendur innast í krókinum. Tað er í brúki til gerandis í stóru málarastovuni hjá Sigrun á Eiði. Á fótinum sæst málningurin Slættaratindur, sum hon málaði í 1993.
Í hesum hugnaliga stovukenda parti av framsýningin er ein heilur veggur við smáum málningum, sum fólk hava lánt, eins og galdandi er fyri alla serframsýningina hjá Listasavninum. - Tað er sum børnini eru komin heim, siga fyriskipararnir og Sigrun, nú hon setur seg í stólin at signera nýggju bókina.
Serframsýningin Tað stóra í tí smáa er opin til 2. apríl. Hon er ein uppliving av teim heilt sjáldsamu at síggja og taka til sín. Úr skránni hjá Listasavninum kann eisini nevnast, at 7. apríl letur Várframsýningin upp, og senni er serframsýning við Jack Kampmann (1914-1989). Og so er Ólavsøkuframsýningin.