Skip to main content

Hanna Kampmann setur framsýningina Jack Kampmann - Ein modernistur í Føroyum


Fríggjadagin 4. mai helt Hanna Kampmann hesa røðu í Listasavni Føroya, tá framsýningin Ein modernistur í Føroyum við 52 málningum eftir pápan, Jack Kampmann, varð sett:

Eins og hendan framsýningin setur fokus á tey listarligu avrikini hjá pápa mínum árini 1948 til 1961, fari eg at seta fokus á nakrar av teimum myndunum, sum koma fram í mínum hugaheimi frá hesum tíðarskeiði - og eins og verkini, sum eru komin upp at hanga, av fakfólki mett sum tey bestu - eru hesi minnini fyri meg.

Hesi minnir eru tengd at, eitt nú einum vetrardegi við kava, tá eg havi verið um 4-5 ára aldur. Vit koma gangandi hond í hond eftir Niðara vegi á veg heim frá atelierinum, sum hann tá hevði úti á Mørkini, nakrar hundrað metrar frá Fitjunum har vit búðu saman við ommu og abba mínum. Hesin gongutúrurin, ein av nógvum, meðan hann fortelur og greiðir mær frá, hvat kavi er fyri eitt fyribrigdi - og nøkur ár seinni, eisini á Niðara Vegi, heim úr biografinum, har vit sótu á 14. røð - við stórum armrørslum, útlegging og kjak um filmin.

Eitt ljóst summarkvøld, um songartíð, tá eg var um 7-8 ára gomul. Nakrar dagar ella vikur áðrenn høvdu vit sæð film í skúlanum, niðri í biologistovuni, sum var full og heit av børnum úr fleiri árgangum. Tann fyrri filmurin var um tað svørtu rottuna, sum kom við skipum og spjaddi ólekiliga  sjúkur við sær, og tann seinni var  um jarðskjálvta, har húsini rapaðu og alt legðist oyði. Eg minnist enn, at eg var so bangin, at tað slett ikki bar til at tosa um tað - og hvussu stórur lættin var tá hann hevði fingið meg til at siga, hvat bagdi og hevði greitt mær frá um jarðskjálvta. Mundi  tað vera eitt ljóst summarkvøld ella lættin, sum aftur gjørdi lívið ljóst?

Aðrar myndir, sum stinga seg upp eru m.a. eitt vetrarkvøld við stórkava, tá ein vilstur Jehovas vitni maður úr Amerika leitaði sær hjálp og bleiv installeraður í atelierið, sum hann nú hevði fingið hinumegin vegin.

Standandi uttanfyri skúlan ein morgun meðan hann skoðaði úrsliti av heiðursportrinum, til kongsvitjanina.

Oman eftir Gomlu gøtu við stórari hoybyrðu - við køksborðið í ferð við at baka súreplatertu - við stovuborðið við kortunum framman fyri sær - standandi á Ovara vegi tá hann hevði slept tí reyðu súkkluni og eg dugdi sjálv....

Tann fremmandi maðurin, rúmligur og sum lat seg bergtaka, kom aftur til Vestmanna at búleikast. Hann sum ikki prátaði um leyst og fast, veðrið ella fólk - men kjakaðist og setti í verk - tí tað var altíð okkurt, sum hevði týdning, okkurt sum hugtók hann og sum hann brendi fyri.

Jørgen Andersen Nærum verður endurgivin fyri at siga “at hann var gløggur og samstundis  rørandi góðtrúgvin”. Fyri meg er tað kanska akkurát tann eginleikin, at vera góðtrúgvin - at trúgva gott um onnur - at vera tryggur í, at onnur vilja tær væl, eins og tú teimum, sum mynda pápa mín best hesi árini. Tað var tann grundáskoðanin hann  royndi at bera víðari og sum hann vísti á, við at geva frá sær og deila sína vitan, og við at greiða frá sínum hugsjónum - og við at liva seg inn í eina barnasál.

Vit, Karolina, Mourits og eg og okkara familjur, takka Listasavnið Føroya fyri ómakin og arbeiðið, sum er lagt í fyri at fáa framsýningina upp at hanga.

Framsýningin Jack Kampmann - ein modernistur í Føroyum er opin til 22. juli í ár.