Skip to main content

Millum heimar


Einki er sum at verða millum heimar, hendan og hin, frítíð og arbeiði, og so munda sær, sum Steinbjørn sigur í skúlabókini um Krákuungarnar, tá krossoygdu dreingirnir hjá Bárði í bundnatroyggjum og stuttabuksum, sum akkurát hava etið eitt seyðarhøvd, leypa av einum bakka og yvir á hin, men fyrst munda sær. Her er tað Atlantsflog, sum beint úr Føroyum er yvir Tejo ánni, hinari longstu á iberisku hálvoynni, og ger klárt at seta seg í Lissabon, einasta høvuðsstaði á evropeiska meginlandinum, sum eins og í Sjómansrímunum hjá Hans Andriasi altíð kann pløga Atlantshav, dyggasta portugisiska vørumerkið um reinvaskaða sjarmu. Atlantshavið. Fantastiskt.


Men Atlantshavið førir eisini við sær flótandi marglætishotell, summi fýrd við tungolju og undir hentleikaflaggi, tí henda vinna rúmar ikki tveimum, men bara einum heimi, hinum prangandi nýggja, sum vitjar hin gamla eitt fotostopp ella so. Skilligt er, at Alfama við søguríkastu fadostøðunum fær lítlan ágóða av hópferðavinnu av hesum slag. Helst bara dálking og órógv, sum illa passar inn í heimsmálini hjá ST fram til 2030.




Hetta er mest prangandi íverksetarin, eg síggi, í fríari vinnu beint fyri cruisefólkunum av dagsins skipi. Hann fær ongar kundar hagani, tí hann er ikki partur av teirra businessmodelli.


Betri business er um hornið. Har er Casa de Linhares við fado og bacalhau, púra laiv, fyri ein heilt rímiligan penga. Fult hús hvørt kvøld, men kringumstøðurnar eru eins og á havnarmótinum niðanfyri á fallandi fóti. Í dag er ferðavinnan sjónligasti eksponentur at minna okkum á gamla jarnnevan, sum púra ómælandi sigur okkum, at stættarsamfelagið er drívmegin, og at vit liva í tveimum heimum, ið ikki bara geva blues- og countrysangarum, men eisini fadistas orsøk til at syngja We live in two Different Worlds, Dear.


Ikki er tað løgið, at veggjamálarar av grafittislagnum trívast væl í Lissabon, har tey ikki standa seg at hvítta. Her er ein trappa niðan í Alfama, har satiriski málarin er sloppin at standa eina tíð, meðan hann peikar á seldar bygningar og tænastur, frá skattleysa McDonalds við burgara, til Pessoa við hatti. Alt er til sølu, har ferðavinnan tekur seg fram. Fuck Turism stendur longst til høgru á niðaru myndin. Tað er tað, sum vit í øllum heiminum eru upp ímóti. Ferðavinnu sum fíggindamynd heldur enn eina kærkomna orsøk at kenna seg væl og taka sær av løttum í feriutíðini.


Kortini trælka vit alt árið í kring fyri at sleppa at halda frí. Eftir lokið innvinningarár sleppa vit peningastýrdu nyttupliktini, munda okkum eina løtu, og leypa so av skrantandi arbeiðsbakkanum og yvir á hin bjartara, har lívsæla lýkkan dagar, sum í Cascais, hagar býartokið koyrir allan dagin úr Cais do Sodré í Lissabon og er frammi eftir fjøruti minuttum. Aðrar strendur, Estoril, Carcavelos og Oeiras, eru enn nærri býnum. Hetta er ein góður loynikrókur ytst í Cascais.



Er ov heitt inni í miðbýnum, ber til at fara úr tokinum við metrostøðina Martin Moniz, og svala sær á undir einum av gomlu býarheyggjunum, São Jorge, sum er Sankta Jørund, har vatnið spríkir so listiliga úr øllum sprekkum millum standmyndir, meðan børnini spæla og fadosangur hoyrist úr heiminum hjá einum søguligum fadista, Fernando Maurício. Plátuhandlarin á staðnum sigur mær, at nýggja fadostjørnan er 34 ára gamla Gisela João, sum er úr Barcelos har norðuri í Portugal. Við egnum sangum hevur hon blást lív í fado sum eingin annar síðan Amália Rodriguez, sigur plátuhandlarin.


Um kvøldið, tá eg á sama stað taki evrur úr automatini, koma tilkomnir arbeiðsmenn við eygum á stilkum út úr myrkrinum og spyrja varisliga, um eg vil keypa mariuana, ikki petti ágangandi, men eyðsæð er, at teir halda meg vera góðan mariuanakunda. Løtu seinni, tá eg skal keypa tokferðaseðil, verði eg spurdur, um eg eri pensjonistur. Onkuntíð skal verða fyrstu ferð, at tú fært hesar báðar spurningar við stórbýarins lúkur. Í báðum førum var føroyska svarið nei. Tað stuttliga við Lissabon er javnt góði dialogurin millum fólk á staðnum og ferðafólkini, bara tey eru einstøk ella fá, so støðan ikki ber brá av hópferðavinnu, ið bara er slúkin og forkemur allari mentan og menniskjansligari atferð ikki bara her, men um allan heim. Hóast hon lúrir, eins og í Føroyum, er Lissabon enn ikki oyðilagdur av grammari ferðavinnu. Tú fært svar, tá tú spyrt. Eisini frá sporvognsføraranum, sum millum lagdar lunnar hevur nógv um at vera.


Castro, soleiðis eitur sporvognsførarin, fangar mín áhuga, og eg fari við honum ein rundtúr frá byrjan til enda við sporvogni nummar 28. Prísurin fyri ferðaseðilin er hin sami, 2,90 evrur, hvar tú so byrjar, so skalt tú fáa alt við, er umráðandi at byrja við byrjanini. Til ber eisini at brúka ViaGem kortið til alla ferðslu og ferjur um ánna í býnum.


Við stýrið og bremsurnar fremst í gula vogninum, ið er frá tríatiárunum, men varð umbygdur í nítiárunum, og tí ber heitið Remodelado, umbygdur, hevur hann eitt multiligvistiskt sjov av teim heilt sjáldsomu, ikki ólíkt Chaplin í Modern Times, hvørja ferð hann møtir MyTaxi og øðrum nútímans bilum og tuk-tuk, sum koma á hansara fornisku leið í larmandi brøttu summargøtunum.


Vit snara niðan og oman eftir smølum vegum, serliga í Alfama, ið er elsti býarparturin. Har er so trongt, at bert ein kinesisk hársbreidd eftir fløtu síðuni, sigst ganga millum vognarnar, tá teir møtast - og øll flenna.


Eg leggi til merkis, at so smalt er í Alfamagøtuni, at bulmikli førarin ikki á nakran hátt hevði megnað at skorað seg millum vognin og veggin, skuldi hann funnið uppá tað. Her er at vera varin á gongubreytini, tá lameterandi vognarnir strúka framvið.


So er søguliga sporvognssnurrið liðugt, og Castro steðgar væl fagnaður við endastøðina. Ein frálíkur máti at síggja teir sjey heyggjarnar í Lissabon - São Jorge, São Vicente, Sant'Ana, Santo André, Chagas, Santa Catarina og São Roque - men ikki heilt út til sjófararaminnismerkið úti í Bélem, sum er portugisiskt fyri Betlehem, eins og Nazaré er portugisiskt fyri Nasaret. Soleiðis er alt tann bera Bíbilsøga og Castro takkar fyri seg.


Einki er at taka seg aftur í, at fyrsta eg vil ráða føroyska ferðafólkinum at royna í Lissabon er hin guli spornvognurin nummar 28. Mitt á degi er trongt og tú mást passa tær løgir, skalt tú sleppa at sita í middagshitanum. Men tú sært býin og fólkið, og júst hesa sveittatrongu løtu var eg serliga fegin um, at eg ikki hevði speglreflekskamera við á ferðini, men bara fløtu fartelefonina. Hon passar í lumman, og tú ert leysur av einum fimmpunds kanónkamera, ið hongur um hálsin og stingur eina sponn ella tvær fram úr bringuni. Tað ber ikki til í stórbýarhitanum. Fartelefonin myndar framtíðina.


Frálíka hotellið, sum kallast Brown's Boutique Hotel, er bílagt á Booking.com fyri ein heilt rímiligan penga og eftir góðum ráðum frá Stig Kaspersen á Turismo de Portugal i Keypmannahavn, sum Sílvia Schiermacher á portugisisku sendistovuni vísti mær á, tí hann veit at svara øllum praktiskum og metanarligum spurningum um ferðamálið. Hvat skuldi mann gjørt uttan internetið og fartelefonina.

Hotellið er í Baixa býarpartinum, mitt í gamla býnum, har tað ýðjur við ivasomum útimatstovum til fólk, sum ferðast í hópi. Uttan eru hotellveggirnir prýddir við eyðkendu portugisisku keramikkflísunum, og innan við originalum prenti og fotomyndum. Her eru allir hentleikar, telda, stereoanlegg, strúkijarn, køliskáp og vaskimaskina.


Deseinarastólurin er klárur til ferðabloggin. Skógvarnar av og vindeygað upp. Nú ert tú mitt í býnum.


Men her hendur alt ov nógv til at skriva heimablogg á einum hotellkamari í Lissabon. Á næsta horni er ein lyfta, Elevador de Santa Justa, sum stavar frá 1902, har ferðafólk standa í røð at sleppa upp at síggja stóra býin. Velji at halda, at hetta er ein turistfella, og gangi framvið tolnu ferðafólkunum og ikki minni tolnu rúsevnamisnýtarunum, sum liggja aftanfyri høgu lyftina.


Á hinum horninum, har smala tvørgøtan, Rua São Nicolau, krossar handils- og gongugøtuna Rua Augusta, sum gongur heilt oman til strondina og handilstorgið, Comércio Plaza, er bacalao, ella bacalhau, sum húsið Casa Portuguesa do Pastel de Bacalhau hevur gjørt síðan 1904, hóast toskur hevur verið borðreiddur í Portugal síðan í 1147. Og so renni eg meg í uppáhaldið um, at bæði spanska bacalao og portugisiska bacalhau eru bronglingar av norska býarnavninum Kabelvåg, sum í sínari tíð elvdi til, at allur fiskur til matnað varð nevndur kabeljo eftir býnum, og endaliga varð staðfest av niðurlendsku ríkmannaslektini Kabeljau, sum gjørdi tosk til fyrimyndarliga handilsvøru í Evropa, ikki minst tá sonurin flutti til Göteborg í 1600-talinum.


Hetta er eitt livandi søgusavn, har vit síggja, hvussu fiskakøkan verður gjørd við allari dokumentasjón. Í Portugal eru saltfiskauppskriftirnar 365 í tali. Ein til hvønn dagin í árinum, siga tey á øðrum matstovum. Men her er bara ein. Hon er við ella uttan ost.


Talan er um foredlaðan skundverð við siðbundnum saltaðum toski úr Norðuratlantshavi í eini nýkomponeraðari køku ella bolla, sum við Serra de Estrella osti umboðar nútíðar landbúnað. Afturvið er eitt glas við Madeira, sett í ein rundan tallerk, meinlíkur tí hjá Jóannesi hjá Rosu, sum er eins góður at halda, tallerkurin. Glasið hellir tilpass, og smílandi Mafalda siterar stóra portugisiska yrkjaran, Fernando Pessoa: “It is the voice of the earth longing for the sea.” Tey duga at marknaðarføra.


Longur niðri, har Augustugøtan endar á handilstorginum, er samstarvandi veitingarstaðurin Museu de Cerveja, ølsavnið, við besta bjóri, sum til er á hesum leiðum, har sami innovativi stílur er yvir borðreiðingini. Hesuferð við umvendum ølfløskum innan í gløsunum, og fremst fyri er enn eitt sitat frá poetiska landsfaðirinum, sum 47 ára gamal drakk seg á botn í hesum býi í 1935, Fernando Pessoa.


Free Tour stendur á taskuni. Enn ein nýtt átak hjá einstaklingum, sum ganga egnar leiðir. Ókeypis ferðaleiðarar, sum eru úr býnum, bjóða sær til at siga frá um Pessoa og onnur býarevni úr kjøti og blóði. Hann sæst aftur í gøtumyndini, eyðkendi Pessoa við brillum og hatti, til dømis við dyrnar handan ein svartan Mercedes, har eitt lokkandi uppslag er um The Book of Disquiet.


Um hornið er heimsins elsti bókahandil, Bertrand Chiado, stovnaður í 1732, men fluttur eftir jarðskjálvtan í Lissabon í 1755. Í dag eigur samtakið Bertrand teir størstu bókahandlarnar í Portugal. Eg keypi eitt úrval av Pessoa á enskum, Message við barnatekningum og fái sertifiserað stempul í bøkurnar. Umframt at lesa Pessoa, savnið Forever Someone Else og granska hansara undarliga mongu heteronym, ber til at seta seg í sofur og stólar og fáa kaffi afturvið.


Kveiktur av Pessoa, sum hóast deyður í 83 ár, enn er á lívi millum permurnar í heimsins elsta bókahandili, sum er 286 ára gamal, seti eg meg við liðina av sitandi standmyndayrkjaranum í sóltúninum í Café A Brasileira, har Lago Henriques gjørdi bronsumyndina í 1988. Henda kaffistovan er frá 1905, men tilhaldsstaðið hjá Pessoa var heldur Café Martinho da Arcada frá 1782, sum er á Praça do Comércio, sigur ein vitugur ferðaleiðari púra óspurdur og fyri einki. Soleiðis er ferðavinna eisini í metropolum. Fólkslig fatan og samskifti uttan evrur, har bara forvitnið og so internetið er íspinnarin.


Og mín sann um ikki ferjan um ánna ber sama navn, Fernando Pessoa. Skjóttgangandi og bygd í Singapor sum sjey aðrar, ið javnan sigla arbeiðsfólk um ánna Tejo av farstøðini Terreiro do Paço til Barreiro og heimaftur. Ein ungur maður, sum arbeiðir í móttøkuni á hotellinum, sigur frá um farleiðina og bilettskipanir við ViaGem kortinum, sum kann brúkast alla staðni, so hvørt tú setur pengar á tað. Tíggju evrur um dagin er ivaleyst til smátúrar inn og út úr Lissabon, eisini til strendurnar Cascais, Estoril, Carcavelos og Oeiras, sigur hann.


Hann vil verða ónevndur og ikki avmyndaður, men er sjónliga hugtikin av, at føroyingar fyri hundrað árum síðan hava siglt til hansara heimbý, Setubal, at keypa salt, avreiða og njóta løtuna sum Hans Andrias yrkir um í Sjómansrímum, tá Kristini Háberg leingist úr føroyskum ruskveðri og glopraregni - til Setubal, tí hann trívist ei í æli, og er troyttur av at liva í Havn - so langt frá heita Setubal.


Útsýnið er av borgini Forte de Sao Filipe, sum er fimm kilomterar at ganga niðan á heyggin í summarhitanum og eins langt omanaftur. Umframt krevjandi, er tað eisini ein hugvekjandi uppliving við fotogenum húsafasadum millum forfall og nýskapan í brekkuni.


Fyrr var hetta fiskivinnuhøvuðsstaðurin í Portugal, sigur havnarfútin, og letur dyrnar upp til gamla fiskimarknaðin, har tey spula og vóna tað besta, meðan smábátar liggja í havnini og onkur hendinga bátur leggur upp. Økið er lýst sum partur av ES verkætlan.


Í nýggja grannamarknaðinum í Setubal eru tað mest blómur og frukt, sum síggjast til sølu, hóast feskur fiskur, krabbar og skeljafiskur ikki eru púra burtur úr myndini á hesum lagaliga stað, har eisini keramikkflísar síggjast á vegginum.


Hóast ein risastór skipaverksmiðja við seks dokkum, Lisnave, er í hinum endanum á býnum, tykist verkamanna- og fótbóltsbýurin Setubal, har José Mourinho er føddur í 1963, órørdur av ágangandi ferðavinnu. Lisnave er stovnað í 1937 og føroyingar hava verið har í samband við nýbygningar, skilji eg á útgerðamanninum Inga, sum er við í flogfarinum hjá Atlantsflogi. Av strondini síggjast skipini stevna inn og út meðan hálvoyggin Troia er í baksýni við háhúsum og golfvøllum, sum bara bíða eftir ferðafólki. Í Setubal andar alt av friði og sælu. Gud viti, um Hans Andrias man hava verið her og fingið insiration til Sjómansrímurnar. Hetta er í hvussu er besti staður á ferðini. Óspiltur og við ríkari arbeiðarasøgu.


Danski ferðabloggarin Claus ger fótbóltsferðir til Setubal og sigur á enskum: "Football being a working class sport in Europe, is much more fun to watch in these towns, where the clubs exist because of support from the locals and not because of some billionaire who buys the club. Football in Setubal is still a working class thing." Hóast lítið fótbóltsáhugaður, er Setubal heilt víst ein býur eftir mínum hjarta. Ikki minst tá matstovan á miðbýartorginum, In Sades Sabores Locais, serverar bacalhau við lokalum víni frá Casa Freitas í Fernando Pó økinum Palmela, dygst við Setubal. Betri verður tað ikki fyri kræsnar gómar.


Ein onnur ferð við rutubáti um ánna Tejo er frá Cais do Sodré til Cacilhas og so við bussi til Almada. Alt samalt við ViaGem korti. Vit koyra til útryðjuna av býnum og fara so av bussinum, uttan at vita, at hetta er rutan til stóru Kristus standmyndina, Cristo Rei. Vit leska okkum við sterkum kaffi innan vit venda heim aftur. Her er einki at síggja uttan menn, sum grilla høgguslokk fram við vegnum, og minnir meg mest um Afrika. Ja, eg eri sannførdur um, at báturin um ánna hevur ført okkum til tann heimspartin, og at vit eru í Tunis á veg inn í Sahara. Gylta hondin á Fatimu á grønu hurðunum heldur meg fastan í hesi sannkenning. Ein spontan ferð úr The Book of Disquiet uttan at lesa uppá.


Í Føroyum royna vit ikki eftir sardinum og hava onga siðvenju at borðreiða við henni heldur. Men í Sildavalsinum verður nomið við hugtakið at "her er fult eins og sild í dós." Neyvan er sardin í dós eitt tjóðareyðkenni, sum nøkur lýsingastova vildi viðmælt at ein heil tjóð fór undir. Men í Portugal hevur samtakið av fiskavirkjum funnið uppá at sexa sardindósina upp.


Á hvørjum ásýniligum horni í høvuðsstaðnum eru sardinhandlar, sum hava savnað dósir úr øllum heiminum, ikki bara við sardinum, men eisini við laksi og bachalau. Møguleiki er at smakka dósamatin, sum eisini er skipaður við árstali sum føðingardagsgáva. Enn einaferð má eg siga, hvussu væl portugisar duga at marknaðarføra eina vøru, sum tú minst væntar tær.



Burturkastaðar sardindósir, býarkort og posar úr pappvíni eru støðið undir einum endurnýtsluhandli við hóskiliga navninum Garbags niðan á heyggin São Jorge.



Her kanst tú bíleggja snið, stødd og tema á taskum, ikki ólíkar teim við føroysku nummarplátunum hjá ShisaBrand. Mest hugtakandi smáhandil eg sá á allari feriuni í Lissabon. Hetta verður viðmælt.


Eitt er ferðandi sjómannarímurnar hjá Hans Andriasi, annað er ferðasøgurnar hjá danska skaldabróðrinum Hans Christian, hann, sum segði at ferðast er at liva. Næst hansara dukandi ferðamannahjarta stóð lítli býurin Sintra. Hagar slepst eisini við ferðakortinum við toki. Kanska hevur Walt Disney eisini vitjað her og fingið inspiratión til Disneyfilmar og -søgur, so litríkt her er. Men her er lítið meir enn at bíða og koyra í ovurfyltum bussi niðan á fjallaslottið og so bíða eftir at sleppa oman aftur. Hópferðavinna á ranguni, spyrt tú meg. Einki fólkalív, men litríkt er.


Her eru øll flutningsakfør á einari mynda. Sporvognurin, opni tveydekkarin, taxabilurin og fremst fyri ein røð av tuk-tuk. Tuk-tuk er ein smidligur máti at taka seg fram í smølum brøttum gøtum við nógvari ferðslu, bæði í Sintra, har tey kappbjóða um ferðafólkini, og í miðbýnum í Lissabon. Navnið stavar frá larmandi tveytaktsmotorinum, sum var vanligur fyrr. Er tuk-tuk vognurin elektriskur ber til at koyra uttan larm í trongu gøtunum. Eri sannførdur um, at í stórbýarlarmi fer tað skjótt at verða eitt krav, at bilar og onnur akfør ikki larma, men eru ljóðleys. Eisini er at ansa eftir, at tuk-tuk vognurin ikki er ov harður, tá hann koyrir eftir hørðu steinunum. So fært tú heilsaskjálvta og mást hava nýrabelti eisini. Men ansa eftir prísinum, sum altíð er ein samráðingarspurningur.


Michelin matstovan Bel Canto hjá José Avillez er upptikin til í september, so har var einki at gera. Hann eigur fleiri aðrar góðar matstovur í grannalagnum, men vit valdu tó ein samansettan saltfiskarætt í As Salgadeiras í Bairra Alto. Samanumtikið var tó besta mat- og vínstovuupplivisli eitt summarkvøld í Lissabon í matstovuni Maria Catita og portvínstovuni Tábuas Porto, sum eru hvør sínu megin í smølu Rua dos Bacalhoeiros niðri í Alfama. Gott, hugnaligt og ódýrt.


Ikki ber til at sleppa Lissabon uttan at nevna keramikkflísarnar, kantsteinar og gongubreytir, sum eru løgd í vøkrum mynstrum, summastaðni við nøvnum á handlum. Ert tú heppin, kanst tú síggja ein steinsetara til arbeiðis.


Og so er bara eftir at finna eitt tinganest til Olaf. Ein sólkepp til ferðina í Týsklandi við navninum seymaðum á. Hetta var tað!