Skip to main content

Hvat hendi úr útvarpinum og inn í sjónvarpið?


Í dag varð eg sum bloggari boðin í útvarpssendingina Pressan hjá Øssuri Winthereig. Við støði í nýggjársrøðu løgmans legði verturin fyri við hesum spurningi:

Eg havi biðið Birgir Kruse siga sína hugsan um nýggjársrøðuna. Tú hevur á tínum bloggi skrivað, at tú hoyrdi røðuna fyrst og helt tað var ein góð røða, men tá tú sást røðuna aftur í sjónvarpinum, so helt tú nakað annað. Kanst tú greina hetta nærri, hvat hendi úr útvarpinum og inn í sjónvarpið?

- Ja, tað kann ivaleyst tykjast lurtaranum løgið, at sama røða, við sama høvið, kann upplivast so ymiskt, sum talan er um í hesum føri frá útvarpi og til sjónvarp í sama stovni. Men soleiðis eru treytirnar, tá tú arbeiðir við miðlum. Hóast konvergensur, samanrenning, var eitt mótaorð um túsundáraskiftið, so hava allir miðlar, hvør í sínum lagi, spesifikkar eginleikar, sum í journalistikki og formidling tala til ymsar sansir og harvið náa ymisk úrslit.

- Gjøgnum oyruni fært tú útvarpaðu nýggárstaluna, sum er heilt góð tá tú blundar, og kanst tendra fyri innara biografinum. Ein fín røða, sum ikki verður órógvað, men krøkir í núlivandi fólk, sum hóast avbjóðingar velja at verða samhaldsfastir medborgarar. Ein fín sosialdemokratisk røða, eisini til hetta heilsandi nýggjárshøvið hjá løgmanni.

- Men so er tað sjónvarpaða versjónin av somu røðu, sum eg síggi dagin eftir. Har verður røðan sett í senu, og løgmaður setur seg korporliga inn í stovuna. Eg fái bestan hug at smoyggja ein posa oman yvir sjónvarpsskíggjan, tí fyrsta er, at hann starir so óunniliga hysteriskt upp á ein telepromtara - sum er uttanfyri mítt sýni - at lesa alla taluna. Eygnabráðið víkur ikki frá tekstinum, sum ikki liggur á borðinum, og kundi havt avleitt tann tankan, tí borðið er ruddað, burtursæð frá einum diskret vøkrum sosialdemokratiskum rósukransi til høgru. Men tað er bara staffasja. Berandi lutir í pallsetingin blíva - kanska ótilætlað - hendurnar, sum tykjast negldar ella límaðar á borðkantin. Tilsamans verður henda støðan so konstruerað, at hon virkar ikki eftir ætlan í tí valda miðlinum. Hevði røðan verið longri, so fór eg at kikka eftir ondini. Og nú løgmaður sjálvur krøkti í avbjóðingar, so mugu miðlafólk minnast til, at beint undan hevði drotningin talað til fólkið, klók og rólig, í eygnahædd men sum drotning. Tað er ein avbjóðing, sum løgmaður og hansara fakfólk í hesum føri ikki megnaðu at lyfta í sjónvarpspartinum hjá Kringvarpinum. Kanska skuldi løgmansrøðan á nýggjárinum, gamlaárskvøld, steðga til dagin eftir, fyrsta dagin í árinum, nýggjársdag, hugsi eg.

Birgir, meinar tú at løgmaður ikki dugir nóg væl framman fyri skíggjanum ella er tað pallsetingin?

Nei, tað er slettis ikki løgmaður, ið ikki dugir. Tað er pallsetingin, sum løgmaður ikki hevur gjørt, men fakfólk uttan um hann, sum ikki livir upp til tey krøvini, ið eg vil seta til sjónvarpsliga partin av nýggjársrøðuni hjá løgmanni.