Skip to main content

Í dag var Edward mín stjørna

"Svart-hvítur gandur" er heitið á framsýning við hópin av verkum eftir Elinborg Lützen (1919-95), sum lat upp við føroyskt-donskum katalogi í Listasavni Føroya í dag, nú hundrað ár eru liðin, síðan listakvinnan varð fødd. 

Listamaðurin, Edward Fuglø (f.1965), sum eisini er úr Klaksvík, setti framsýningina og leiddi áhoyraraskaran inn í listina og veruleikan hjá Elinborg Lützen. Orðini yvir kendu listini í skálanum vóru so hugtakandi, at eg vil loyva mær at siga, at hesa løtuna var Edward stjørnan. Við loyvi frá Edwardi seti eg orðini inn niðanfyri.

Tað er ein myrkur og slavnin novembur dagur, seinast í 60 unum, um nón. 
Nógv larmandi og tung ferðsla. Mamma mín hevur meg við til handils. 
Leiðin gongur til Klædnabúðina á Biskupstø, tað stásuliga "Magasangið"
hjá Kjølbro, mitt í Klaksvík.

Eitt sindur av kava, og flykrurnar dala.

Mitt í øllum ein stórur lýsandi gluggi. 

Sum tað glitrar og glampar. 

Og har, í glugganum, ein kona, í skjúrtublusu og opnari troyggju og í niðurdeili. Hon er ikki í skóm, og gongur á tá, í beige littum nylonsokkum.

Hárið er uppsett í ein topp, og munnin hevur hon fullan av knappanálum, og hon er við at heingja eina blanka stjørnu mitt í vindeygað, við næstan ósjónligum nylontráði.

Um hana sveima handkløð og silkiturrikløð, fínir kjólar og hattar, vættrar og einglar, hjørtu og kúlur, alt er líkasum í vektloysi, ja sjálvt konan virkar, sum hon eisini sveimar har í vindeyganum.

Og konan er Elinborg Lützen, sum prýðir handilsgluggarnar til jóla. 

Bergtikin verði eg standandi og stari í vindeygað, og vil als ikki við inn í handilin.

Við glómum í eygunum, nei, hendan er so sanniliga ongin vanlig Klaksvíkskona.

Eg eri tá um 4-5 ára gamal, og tey fylgjandi árini passi eg mær løgir, og eri fastur áskoðari, tá Elinborg pyntar jólagluggarnar.

Ivaleyst  hevur tað veri strævið hjá henni, at verða so útglødd, av einum av yngstu "stalkarunum" í Klaksvík. Men eg fái tó eitt lítið vink og eitt smíl onkuntíð.

Lagnan vil tað so, at eg fyrst í 70unum komið at búgva úti í Grótinum, við gomlu Klaksvíkina,  grannalagið har Elinborg er búsett.

Hon býr í fínu og gomlu Faktorshúsunum, og beint omanfyri húsini er ein teigur, har vit børn ofta spæla.

Eg eri nú vorðin greiður yvir, at tað er Elinborg, íð hevur myndprýtt mínar yndisbøkur, sum verða lisnar fyri mær, kvøld eftir kvøld.

Søgurnar, og ikki minnst myndirnar, taka meg víða, til eitt nú Kongaríkið í Babylon ella Omanfyri Eikilund, har bjartar stjørnur lýsa yvir dansandi álvagentum, meðan drongurin lúrir aftanfyri ein svartan eikibul.

Og eins og hesin, amist eg tá eisini uppi í Faktorshúsunum, har eg kagi inn ígjøgnum gluggarnar fyri at síggja Elinborg, har hon situr í royktámutu stovuni og teknar, við serutt í aðrari hondini, og við Pipp Hans, gula kanariufuglinum, sitandi har hjá sær á arkitektalampuni.

Ein fagran summardag spæla vit í bønum omanfyri Faktorshúsini.
Tá kemur Elinborg til okkara.
Hon er ólukkulig. 
Pipp Hans er flogin út ígjøgnum opnu hurðina og er horvin, og Elinborg 
gongur nú úti og leitar.

Vit fara beinanvegin eisini at hjálpa henni, og leita verður í øllum grannalagnum, men ongin Pipp Hans er at síggja, og hann kemur ikki aftur í aftur.

Sum eg vaksi til og búnist, síggi eg meira og meira av listini hjá Elinborg Lützen. 

Táverandi Tjaldurs Apotekið í Klaksvík, listprýðir hon, tá tað er bygt í 60 unum, við einum stórum oljumálningi, har myndevnið er úr Sjúrðarkvæðunum.
Hesin varð tá miðpunktið á Apotekium.

Á myndini liggur ein særdur riddari, og tríggjar moyggjar eru um hann. 
Alskyns plantur og urtir vaksa, har tey sita, og niðast stendur málað við hagagrønum stavum:

"Er tað nakað grøðandi sárini tíni" 

Fyri meg er tað ein sonn fragd, at fara at keypa heiligvág fyri ommu, og mangt eitt ørindi geri eg mær inn á Apotekið ígjøgnum árini, fyri at njóta hetta verkið.

Og so eru tað øll tey svørt-hvítu prentini.

Tey lata ein heilt nýggjan heim upp fyri mær.

Ongantíð havi eg sæð býlingarnar í Klaksvík so fullar av yðjandi lívi, sum í hesum eyðkenda glámlýsinum, í myndunum hja Elinborg Lützen,

Tað er eins og ein stjørnuklár nátt við mánalýsi.

Huldislig og fjalin, ja næstan trøllslig og tó so heimlig, liggja húsini og lýsa sum smá Soria Moria slott, í líðum og lágum, har hvør túgva er, sum ein livandi vera. Her eru loyndarfull skímaskot, og garðalið, sum skríða sum ormar í bønum.

So makaleyst og virtuost er hetta gjørt, at tú púra gloymir, at hatta húsið í veruleikanum, jú bara eru húsini hjá Peri hjá Póli.

Og  fyri ikki at tala um allar ævintýramyndirnar, har mongdir av løgnum verum, hava nógv um at vera, í haga og í sjógv. 

Ein sannur meldur av hugflogi, pallsettur í einum gotiskum, til tíðir barokkum, alheimi.

Tó, tað at vit eru stødd norðarliga í Føroyum, eisini í hesum myndunum, hevur altíð á onkran hátt kennst nærverandi fyri meg.

Ein kann bara undrandi skoða hesi verk, sum Elinborg hevur manað fram við knívi og skeð.

Aftur til lítla Pipp Hans, sum hvarv...

Tað vildi so til, at eg bleiv útbúgvin á sama skúla í Keypmannahavn, sum Elinborg í síni tíð gekk á.

Og sum 25 ára gamal, meðan eg var heima í summarfríð, stakst uppá meg at vitja Elinborg, sum tá varð flutt til Havnar. Hon búði her, beint vð Listasavnið.

Eg banki uppá, og løtu seinni, hómi eg ein skugga innanfyri skjóruta rútin í hurðini, 

So  gloppar Elinborg dyrnar eitt evarska lítið vet.

Eg sigi hvør eg eri, og hvørji míni ørindi eru.

Men Elinborg klamsar hurðina aftur, eg standi eina løtu sum kánus. 

Og nipin eri eg áveg oman trappurnar, tá Elinborg rópar: "Jamen, kom inn, ger so væl, og orsaka, eg mátti fáa Pipp Hans inn í búrið, so hann ikki fleyg út."

So sita vit í royktámutu stovuni, Elinborg í sofuni, við serutt, undir einum stórum Mikines grindadrápi, eg í lenistólinum, og guli Pipp Hans í búrinum. 

Vit fáa eitt longri prát um listina, bókmentirnar, um tað at illustrera, um Klaksvíkina, og tíðina sum gongur so skjótt.

Elinborg minnist ikki rættuliga meg aftur, haldi eg.  

Hon er vitug, men eisini eitt sindur fjalin, og eg upplivi hana sum sera sjálvkritiska. Hon sigur seg ivast um sína list, um góðskuna.

Og hon leggur heldur ikki fingrarnr ímillum, tá talan er um list sum heild. 

Alt er ikki líkað væleydnað, eftir hennara tykki. 

"En bunke hø!" Heldur hon turrisliga fyri seg sjálva.

Eg siti sum í andakt.

Tøgn. 

Eg hugsi um at fara. 

So reisist Elinborg.

"Edward," sigur hon, "skulu vit ikki fáa okkum eitt lítið glas av sjerry, við konfekt afturvið, áðrenn tú fer?"

Og soleiðis endar okkara løta í stovuni...og skjótt siti eg og hálvdurvi í bláa bussinum ávegis til Klaksvíkar.

Landslagið glíður framvið, líðirnar verða brattari, og huldusligar túgvur og gil koma til sjóndar.

Og ímeðan blái bussurin heldur leiðina fram norðureftir, skiftir landslagið lit til svart og hvítt, og gandar fram alskyns verur og ævintýrakend skap, sum tysja fram í ljósið.

Við hesum hugleiðingum, seti eg framsýningina  "Svart-hvítur gandur," á Listasavnið Føroya, til heiðurs fyri Elinborg Lützen, listakvinnu, ið hevði verið 100 ár í 2019.

"Stór list - í lítlari stødd. Svart og hvítt - og nógv meira. Tað er júst slíka list, sum Føroya fyrsti og størsti grafikari Elinborg Lützen (1919-95) skapti, " sigur Nils Orth, fráfarandi stjóri í Listasavninum, og greiddi frá, at hon hoyrir til tað fyrsta ættarliðið av føroyskum listafólkum.


"Hundrað ár eru í ár liðin síðan Elinborg Lützen kom í verðina og framsýningin spennir yvir hennara listaligu menning frá 1940unum og frameftir. Men mótsett samtíðar starvsfeløgunum, fann hon rættiliga seint seg sjálva sum listafólk, nevniliga frá 1960. Tá hendi tað tó av heilum huga, og hennara mongu linoprent hava tryggjað henni eitt pláss millum tey allarstørstu í hennara ættarliði: Samuel Joensen-Mikines, Ruth Smith, Ingálvur av Reyni og Janus Kamban," sigur Nils Orth.


"Ævintýrmyndir og landslagsmyndir við bygdahúsum eru tey mest týðandi evnini í listini hjá Elinborg Lützen. Í ævintýrmyndunum ráða hugflog, styrki og skemt, meðan landslags- og fólkalívslýsinganar eru sakligar og klassiskar – í øllum førum á yvirflatuni. Bæði myndevnini eru tó serkend av djarvari og fjølbroyttari skeritøkni, sum lyfta myndirnar inn í abstraktiónina og hoyra til modernaða list. Men á savnsveggum er tað altíð tungt hjá grafikki at kappast við málningar. Savnið hevur tískil roynt at framhevja summi verk, soleiðis at smálutir og tøkni verða meira eyðsýnd. Og tískil ber til at fara heilt nær og uppliva gandaheimin hjá Elinborg Lützen," sigur Nils Ohrt, fráfarandi stjóri í Listasavni Føroya í dag, nú framsýningin Svart-hvítur gandur við list eftir Elinborg Lützen læt upp og sæst til 21. juli.